Fróðskaparrit - 01.01.1965, Blaðsíða 64
72
Fólkanovn í Suðuroyar sýslu 1801
35 Elsebeth eru í ollum sóknum í Suðuroy, og har aftrat eru
11, ið hava E. sum fremra navn av tveimum:
1 Elsebeth Chatrina er pinkubarn í Trongisvági. Her sæst,
hvussu lítið ið kann leggjast í, hvort »a« ella »e« er enda-
bókstavur, tí í sjálvum manntalslistanum stendur Elsebeth
Chatrina 1 ár; men í yvirliti fremst í sama manntalslista
yvir tey, ið fodd eru millum 1. februar og 1. august 1801,
er sama genta stavsett Elsebeth Chatrine.
2 Elsebeth Helena. Onnur er 12 ára dóttir sóknarprestsins
í Leirum, og hin er 4 ára dóttir bóndans í Toftum, Vági.
2 Elsebeth Malena. Onnur er 22 ára kona í Trongisvági,
og hin er 4 ára genta heiman Kirkju í Fámjin.
4 Elsebeth Maria eru allar yngri enn 4 ár. Tvær eru í Hval-
bó, ein í Froðbó og ein í Sunnbó.
1 Elsebeth Sophia er 2 ára genta í Górðum í Sunnbó.
1 Elsebeth Susanna er minni enn ársgomul dóttir bóndans í
Górðum í Porkeri.
Helena er bara í samansetingini Elsebeth H.
2 Johanna. Onnur er 68 ára gomul genta og hin 12 ára
genta, báðar í Hvalbó, men ikki í sama húsi.
1 Juliana er 5 ára dóttir bóndans á Krossi í Sunnbó.
Kristina er seinna navn í samansetingum Anna K. og
Sunneva K., sí eisini C.
19 Lisbeth eru ikki í Fámjin og heldur ikki í Froðbiar sókn;
men annars eru L. í óllum bygdum í Suðuroy. Aldur úr
84 niður í 5 ár. Sí eisini Elisabeth og Anna Lisbeth.
20 Malena eru í óllum sóknum í Suðuroy uttan í Vági, men
har eru tvær Anna M., og ein triðja Anna M. er í Hval-
bó eins og Ellen M. Sí eisini Elsebeth M. og Sunneva M.
Tá eru tilsamans 28, ið eita M. annaðhvórt einsamalt ella
aftrat óðrum fremsta navni, men M. kemur ikki fyri sum
fremra navn av tveimum.
53 Maren eru í óllum sóknum í Suðuroy, men finst bara sum
staknavn uttan í eini samanseting:
1 Maren Abilgail Solgaard, sum er ársgomul dóttir at 24
ára ógiftu tænastukvinnu í Giljum í Hvalbó, er ætlandi