Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 6

Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 6
14 Víkingabústaður í Seyrvági Upprunaligu húsini mega tí hava verið eggklingrut við tjúkkum ífyllingarveggjum og ongum skilarúmi, ein holl sum tann í Kvívík1 og tann í Fuglafirði3. Einaferð seinri hava tey verið monnum ov lítil, og fyri at rúmka um tey hava teir tikið niður eystara veggin, laðað hann aftur sum skilarúm við 1,0 m breiðum duri inn í rúm, sum bygt varð eysturúr. Av veggjum í hesum rúmi er tann norðari 1,5—1,15 m tjúkki norðurveggurin til, og partur av tí eystara vegginum. Hann er órógvaður av sementrennuni eystast, og trúliga eisini suðureftir, tí at gólvskón sýntist ganga heilt oman móti y 9 m. Tá ið hetta ikki var nóg mikið, byggja teir eisini eitt rúm suður úr suðurendanum við okkurt um 0,80 m tjúkkum ífyll- ingarveggjum. Við tað at hesir veggir eru tynnri og oðrvísi laðaðir enn hinir ífyllingarveggirnir, eru teir neyvan laðaðir um somu tíð, og mega tí hesir vera yngri. Av teimum eru bara tann vestari veggurin og partur av tí sunnara varðveittir, tann eystari er heilt burtur; tí er ógjorligt at siga, um hann hevur gingið suður úr tí einlaðaða eysturvegginum til tann varðveitta eystasta partin av suðurvegginum í hesi afturat- bygging, tað ið tað eftir tekningini (3. mynd) tykist, ella um hann hevur staðið longur eysturi. Eitt ivamál var tvorveggurin í norðara parti av toftini frá eysturvegginum og til tann stóra jarðklettin og vestur frá honum. Rannsóknin vísti tó við vissu, at eisini hann er yngri enn upprunaliga hóllin. Undir honum var gólvskón og stólpi ella súla, sum var kolað (3. mynd x 7,35 - y 17,50 m). Hesin brendi stólpi saman við tjúkku svartmoldflánni (2. mynd, skurður y 16 m eystast), ið var ímkend og blandað við trækoli gevur okkum varhugan av, at elstu húsini, ella í minsta lagi norðari partur teirra, eru brend niður, og at tey síðan eru bygd aftur soleiðis, sum tey nú eru funnin. Gólvið norðan fyri norðurveggin var hellusett, men gjollari kanning vísti, at tað undir hesi helluseting eins og undir tvór- vegginum er eitt annað ikki steinsett gólv, har ymsir gripir vórðu funnir (3. mynd, fundnummar 28, 44, 45, 46, 47).
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.