Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 52

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 52
60 Forn búseting í Føroyum I Seyrvági (Dahl 1965) er funnið eitt víkingaaldar langhús, sum partvíst tí at tað er heldur lítið, um 14 m langt, og partvíst tí tað liggur burtur frá forna kirkjustaðnum má haldast at hava staðið á einum minni týðandi garði í bygdini, meðan høvuðsgarðurin hevur verið, har kirkjan stendur. Somu mynd finna vit í Fuglafirði, har eitt 17 m langt víkingaaldar lang- hús er rannsakað í fyrndarbjilinginum við Gjógvará (Dahl 1958), men forni kirkjustaðurin í bygdini er í fyrndarbýling- inum við Garð og í Vestmanna, har eitt víkingaaldar langhús finst í Kálgarðinum, fittan tein frá forna kirkjustaðnum. í Klaksvík finst víkingaaldar búseting niðri á Toft í Uppsalabø (óprentað), heilt niðri á bakkanum við Borðoyarvík, og hinu- megin víkina, úti í Grøv, liggur ein púra skillig og órannsakað toft av einum 12 m longum langhúsi, ið hevur víkingaaldar dám. Høvuðsgarðurin í víkingaøld má tó haldast at hava verið í Vági, har forni kirkjustaðurin er. Leivdir eftir fleiri víkingaaldar búplássum eru funnar í Sandavági. Yviri í Toftini (óprentað) vestan fyri Stórá, er eitt 14 m langt langhús rannsakað og í Eingjartoftum (Dahl 1961) er somuleiðis búseting, ið kann stava frá víkingaøld. Bæði bú- plássini vórðu avtoftað longu í miðøld, Yviri í Toftini um 1400 eftir C-14 tíðarfestingum at døma. Hvørki av hesum bú- plássum tykist so týdningarmikið, at vit ikki noyðast at hugsa okkum, at høvuðsgarðurin í bygdini hevur staðið á Sondum við forna kirkjustaðin. Hóast tað sjálvsagt er torført at meta um, hvørja støðu í samfelagnum tey fólk hava havt, sum búðu í hesum bygn- ingum, sum fyri mongum øldum síðan eru hoknaðir saman, og sjálvsagt heilt ógjørligt at skriva navn húsbóndans á tær einstøku toftirnar, so fari eg at loyva mær eina meting av samfelagsviðurskiftunum á hesum fornfrøðiliga grundarlagi. Sum fleiri ferðir nevnt, meti eg, at við tey fornu kirkjuplássini finna vit tann størsta og týdningarmesta garðin í bygdini um tað mundið, tá kirkjan varð grundað, í flestu førum tíðliga í 11. øld, og helst eisini upprunagarðin í bygdini. Vit kunnu tí rokna við, at teir bygningar, vit har finna, skara fram úr
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.