Fróðskaparrit - 01.01.1978, Síða 52
60
Forn búseting í Føroyum
I Seyrvági (Dahl 1965) er funnið eitt víkingaaldar langhús,
sum partvíst tí at tað er heldur lítið, um 14 m langt, og partvíst
tí tað liggur burtur frá forna kirkjustaðnum má haldast at
hava staðið á einum minni týðandi garði í bygdini, meðan
høvuðsgarðurin hevur verið, har kirkjan stendur. Somu mynd
finna vit í Fuglafirði, har eitt 17 m langt víkingaaldar lang-
hús er rannsakað í fyrndarbjilinginum við Gjógvará (Dahl
1958), men forni kirkjustaðurin í bygdini er í fyrndarbýling-
inum við Garð og í Vestmanna, har eitt víkingaaldar langhús
finst í Kálgarðinum, fittan tein frá forna kirkjustaðnum. í
Klaksvík finst víkingaaldar búseting niðri á Toft í Uppsalabø
(óprentað), heilt niðri á bakkanum við Borðoyarvík, og hinu-
megin víkina, úti í Grøv, liggur ein púra skillig og órannsakað
toft av einum 12 m longum langhúsi, ið hevur víkingaaldar
dám. Høvuðsgarðurin í víkingaøld má tó haldast at hava
verið í Vági, har forni kirkjustaðurin er.
Leivdir eftir fleiri víkingaaldar búplássum eru funnar í
Sandavági. Yviri í Toftini (óprentað) vestan fyri Stórá, er eitt
14 m langt langhús rannsakað og í Eingjartoftum (Dahl 1961)
er somuleiðis búseting, ið kann stava frá víkingaøld. Bæði bú-
plássini vórðu avtoftað longu í miðøld, Yviri í Toftini um
1400 eftir C-14 tíðarfestingum at døma. Hvørki av hesum bú-
plássum tykist so týdningarmikið, at vit ikki noyðast at hugsa
okkum, at høvuðsgarðurin í bygdini hevur staðið á Sondum
við forna kirkjustaðin.
Hóast tað sjálvsagt er torført at meta um, hvørja støðu í
samfelagnum tey fólk hava havt, sum búðu í hesum bygn-
ingum, sum fyri mongum øldum síðan eru hoknaðir saman,
og sjálvsagt heilt ógjørligt at skriva navn húsbóndans á tær
einstøku toftirnar, so fari eg at loyva mær eina meting av
samfelagsviðurskiftunum á hesum fornfrøðiliga grundarlagi.
Sum fleiri ferðir nevnt, meti eg, at við tey fornu kirkjuplássini
finna vit tann størsta og týdningarmesta garðin í bygdini um
tað mundið, tá kirkjan varð grundað, í flestu førum tíðliga
í 11. øld, og helst eisini upprunagarðin í bygdini. Vit kunnu
tí rokna við, at teir bygningar, vit har finna, skara fram úr