Fróðskaparrit - 01.01.1978, Síða 57
Forn búseting í Føroyum
65
fvri VelbastaS (Andreassen 1976) og í Søltuvík á Sandi (Dik-
!ev 1978), men tíverri ber ikki til at siga stórvegis meir um
uttangarðs búsetingina í løtuni annaS enn, at hesi búpláss eru
horvin, tá vit fáa ta elstu jarSarbókina í 1584.
Eg eri ikki enn farin so nágreiniliga ígjøgnum taS forn-
frøSiliga miSaldartilfariS, at eg fái brúkt taS í hesum sam-
bandi, men taS ger helst minni, tí hetta tilfar er ikki so rúgvis-
mikiS sum víkingaaldartilfariS, og eg hugsi ikki, at taS fer at
broyta stórvegis í teirri mynd av tí fornu føroysku búset-
ingini, vit nú kunnu royna at gera okkum.
FornfrøSiliga er landnámstíSin og eldri parturin av víkinga-
øld, 9. øld, framvegis púra ókend. Her hava vit bert staSa-
navnagranskingina at líta á. Eftir henni skulu landnámsgarS-
arnir hava umfataS fleiri bygdir (Matras 1932: 13—24), t. d.
alla Kalsoynna, viS einum høvuSsgarSi, á Kalsoynni í bygdini
á Húsum. ViS sundurbýting av landnámsgarSinum verSa
onnur búpláss sett á stovn, á Kalsoynni í fyrstu syftu í Mikla-
dali, og í aSru syftu á Blankskála og Trøllanesi. Henda upp-
fatan tykist mær rímilig, tí hetta at skifta garSin sundur er
fult heimilaS í teimum elstu miSaldarlógunum, og er taS, fyri
taS, tann sama heimild, sum hevur veriS brúkt í føroyskum
arvaskiftum í vngri tíS, og er orsøkin til ta væl kendu ognar-
fløkjuna. Tó kundi eg væl hugsaS tann møguleika, at áSrenn
taS veruliga ognarskiftiS skildi bygdirnar sundur, er taS nýggja
búplássiS longu sett á stovn viS niSursetumonnum sum fest-
arum, og festigarSurin hevur so veriS grundarlagiS undir
ognarbýtinum. Stovnsetanin av nýggjum bygdum hevur hildiS
fram í 10. øld og helst nakaS inn í miSøldina. Helst eru tær
flestu bygdirnar ikki bert settar á stovn um ár 1000, men
fleiri teirra eru longu tá sundurskiftar í býlingar. Stovnsetanin
av teimum fyrstu býlingunum, sum hevur veriS tíSarfest til
umleiS 1300 má tí verSa flutt eini 300—400 ár aftur í tíSina.
Stovnsetanin av býlingum hevur tó hildiS fram langt upp í
tíSina, men serstakliga síSst í víkingaøld og tíSliga í miSøld
tykjast menn hava sett nógv fleiri býlingar á stovn enn ráSi-
ligt var, bæSi innangarSs og har sum nú er uttangarSs. Nógvir
býlingar vórSu tí skjótt avtoftaSir aftur.