Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 62

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 62
70 Forn búseting í Føroyum 1 eini kanning av fólkatali og jarðarbýti um 1600 er søgu- maðurin Arnbjørn Mortensen komin til tað úrslit, at miðal- støddin á kongsfestum í 1584 hevur verið góðar 3 mk, meðan óðalsbøndur hava havt heilar 7,4 mk hvør í miðal. Eg skal ikki umrøða kongsjørðina her, men bert knýta nakrar við- merkingar aftur at tí úrslitinum, sum gevur hesar stóru óðals- garðar um 1600. Støddin á teimum einstøku ognareindunum sæst ikki í jarðarbókini, men Arnbjørn Mortensen nýtir skattalistarar sum grundarlag undir eini útrokning, sum vísir, at í 1584 vóru 154 óðalsbøndur, og býta vit alla ognarjørð í Føroyum teirra mill- um koma vit fram til miðaltalið 7,4 mk til hvønn (Mortensen 1954: 56). Viðvíkjandi kongsskattinum metir Arnbjørn Mortensen, at hann er ein koppskattur, ein persónsskattur, sum verður álíkn- aður øllum jarðareigarum og jarðarleigarum, og at teir sostatt allir eru nevndir í jarðarbókini. Henda meting er í veruleik- anum høvuðsgrundarlagið undir greinargerð Arnbjørn Morten- sens. Tað finst eingin vissa fyri at kongsskatturin er ein kopp- skattur, tvørturímóti. 1 jarðarbókini 1584 eru 532 skattakonti, men hetta talið noyðist Arnbjørn Mortensen at lækka til 384 navngivnar menn, tí í 148 førum stendur sami maður fyri 2 ella fleiri skattakonti. Tað ber annars lættliga til, at ávísa aðrar veikleikar í hesi kanning, t. d. kunnu vit finna stórar jarðareigarar, sum als ikki eru nevndir í jarðarbókini, t. d. Jógvan Heinason, sum var frákoyrdur sum løgmaður í 1583. Úr arvastríðinum eftir hann, vita vit, at hann átti jørð í Húsa- vík, Skálavík, á Sandi, í Depli, á Skála og á Skálatoftum, men henda ognarjørð hansara er ikki at finna í jarðarbók- unum, bert tey nógvu kongsfesti, hann eisini hevði. Taka vit bygd fyri bygd, ber til at vísa á, at hetta er ikki nakað sum er komið skeivt fyri av einihvørji orsøk. Úti á Oyri í Borðoy finna vit 3 kongsbøndur, sum tilsamans hava 5 mk 12 gl kongs; men teir, sum sótu við teimum 12 mørkunum av kleysturjørð og áttu tær 6 ognarmerkurnar í bygdini, eru ikki
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.