Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 62
70
Forn búseting í Føroyum
1 eini kanning av fólkatali og jarðarbýti um 1600 er søgu-
maðurin Arnbjørn Mortensen komin til tað úrslit, at miðal-
støddin á kongsfestum í 1584 hevur verið góðar 3 mk, meðan
óðalsbøndur hava havt heilar 7,4 mk hvør í miðal. Eg skal
ikki umrøða kongsjørðina her, men bert knýta nakrar við-
merkingar aftur at tí úrslitinum, sum gevur hesar stóru óðals-
garðar um 1600.
Støddin á teimum einstøku ognareindunum sæst ikki í
jarðarbókini, men Arnbjørn Mortensen nýtir skattalistarar sum
grundarlag undir eini útrokning, sum vísir, at í 1584 vóru 154
óðalsbøndur, og býta vit alla ognarjørð í Føroyum teirra mill-
um koma vit fram til miðaltalið 7,4 mk til hvønn (Mortensen
1954: 56).
Viðvíkjandi kongsskattinum metir Arnbjørn Mortensen, at
hann er ein koppskattur, ein persónsskattur, sum verður álíkn-
aður øllum jarðareigarum og jarðarleigarum, og at teir sostatt
allir eru nevndir í jarðarbókini. Henda meting er í veruleik-
anum høvuðsgrundarlagið undir greinargerð Arnbjørn Morten-
sens.
Tað finst eingin vissa fyri at kongsskatturin er ein kopp-
skattur, tvørturímóti. 1 jarðarbókini 1584 eru 532 skattakonti,
men hetta talið noyðist Arnbjørn Mortensen at lækka til 384
navngivnar menn, tí í 148 førum stendur sami maður fyri 2
ella fleiri skattakonti. Tað ber annars lættliga til, at ávísa
aðrar veikleikar í hesi kanning, t. d. kunnu vit finna stórar
jarðareigarar, sum als ikki eru nevndir í jarðarbókini, t. d.
Jógvan Heinason, sum var frákoyrdur sum løgmaður í 1583.
Úr arvastríðinum eftir hann, vita vit, at hann átti jørð í Húsa-
vík, Skálavík, á Sandi, í Depli, á Skála og á Skálatoftum,
men henda ognarjørð hansara er ikki at finna í jarðarbók-
unum, bert tey nógvu kongsfesti, hann eisini hevði. Taka vit
bygd fyri bygd, ber til at vísa á, at hetta er ikki nakað sum
er komið skeivt fyri av einihvørji orsøk. Úti á Oyri í Borðoy
finna vit 3 kongsbøndur, sum tilsamans hava 5 mk 12 gl
kongs; men teir, sum sótu við teimum 12 mørkunum av
kleysturjørð og áttu tær 6 ognarmerkurnar í bygdini, eru ikki