Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 63

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 63
Forn búseting í Føroyum 71 at finna í jarðarbókini. í Árnafirði er bert ein 10 marka kongs- garður at finna, men ikki tær 6 ognarmerkurnar. 1 Haralds- sundi er ein 9 marka kongsgarður, men eingin konto fyri tær 7 ognarmerkurnar. 1 Ðepli finna vit IV2 marka festið, men onga skattakonto fyri tær 6V2 ognarmerkurnar í bygdini. Á Norðtoftum verður hálvmarkarfestið skattað, men ikki 3x/2 mørk í ogn, o. s. fr. Hesi dømini vísa okkum, at í jarðarbók- unum finna vit ikki allar teir menn, sum áttu ognarjørðina, og tað ber tí ikki til at góðtaka tey úrslit, Arnbjørn Morten- sen er komin fram til. Hvør er so kongsskatturin? Eg veit ikki at svara, men hann kann ikki vera nakar koppskattur. Hann kann heldur ikki vera nakar jarðarskattur, tí vit finna nógva jørð, sum ikki verður skattað, og eisini er skattaálíkningin uttan nakað sam- band við markatalið. Ein møguleiki er, at kongsskatturin upp- runaliga varð álíknaður gørðum, ið høvdu meira enn eitt ávíst markatal, eins og kongsskatturin í Islandi (Benediktsson 1970: 435—36), men síðani, so hvørt sum garðarnir eru sundur- skiftir, er vorðin eitt slag av bústaðarskatti, samanber skatta- grundirnar í Suðuroy, sum bæði Lunddahl (1911: 427) og Bjørk (1960: 48) nýta at styðja eina líknandi hugsan. Tað ber ikki til at gita seg fram, men tað ber til at granska. Tað ber til at samanbera jarðarbøkurnar við annað søguligt keldutilfar, eitt nú tingbøkurnar úr 17. øld, skiftibøkurnar úr 18. øld og fólkateljingina í 1801 og harvið kannað hvussu kongsskatturin verður álíknaður, samanborið við kend jarðar- og búsetingar- viðurskifti. Somuleiðis ber til at samanbera kongsskattin í Før- oyum við skattaviðurskiftini í grannalondum okkara. Hetta er ein stór granskingaruppgáva, men eg meti eina neyva keldu- greining av jarðarbókunum at vera eina ta týdningarmestu upp- gávuna innan føroyska søgugransking í dag. Arnbjørn Morten- sen gjørdi eina góða roynd, men vann ikki á mál, tí tað grund- leggjandi arbieiðið við keldugreiningini var ikki gjørt. Jarðarbýtið umleið 1600 og í 17. øld kann tó verða mett út frá øðrum keldutilfari enn jarðarbókunum. í teimum elstu skiftunum síðst í 17. øld finna vit ognarskrásetingar, ið vísa
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.