Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 64

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 64
72 Forn búseting í Føroyum eina fullkomna sundurpetting av ognarjørðini niður í fáar gyllin og fá skinn við. Lucas Debes gremur seg eisini um skilið: teir fátæku óðalseigararnir skifta jørðina sundur í smá petti, heilt niður í 5 skinn (Debes 1673. 235—36), og í øðrum stað sigur hann, at óðalsjørðina hava arvingarnir pettað sundur sínámillum, soleiðis at óðalsmenn, sum í fyrstani hava verið teir ríkastu og mætastu, nú eru fátækir og týdningarleysir, meðan kongsbøndurnir eru ríkir og mætir (Debes 1673: 181 —82). Hyggja vit at teirri elstu tingbókini (Joensen 1953), er skilið næstan tað sama, men tó finna vit 1 mørk ella báðar tvær umrøddar í sakarmálum, men eisini smærri eindir 12 gyllin, 4 gl og 2 gl. Yvirlitið yvir pantijørð í jarðabókini 1584 vísir tað sama. Vanliga støddin er 1, IV2 ella 2 merkur, men 8 gl og 4 gl eru eisini at finna. Eitt undantak er tað at finna 6 mk í pantijørð í Øravík og 5 mk í Hvanndalshúsi suðuri í Vági. Hesar 5 mk umframt 2 mk sama stað vórðu settar í veð so seint sum í 1583. Samantikið vil eg meta, at ognarjørðin um 1600 longu er ógvuliga sundurpettað. Sama er við kongsjørðini. Arnbjørn Mortenssen hevur víst á, at V3 av kongsfestunum í 1584 er yvir 4 mk til støddar, annar triðingurin er millum 1 mk og 4 mk og síðsti triðingurin er bert 1 mørk og minni (Mortensen 1954. 52—53). Nógv festi eru heilt smá, einar 4 gl er vanligt, og miðalstøddin í hesum bólkinum er bert stívliga ein hálv- mørk. Líta vit at jarðabýtinum um 1600, mugu vit viðganga, at tað eru fáar jarðareindir, ið tola at bera navnið garður. Sundur- pettingin er væl á leið komin, og heildarmyndin er heilt ein onnur enn tann, vit gjørdu okkum av óskiftum býlingagørðum í vlkingaøld. Her eru hendar stórbroytingar, og tær eru hendar i miðøldini. Orsøkina til hesar broytingar havi eg fleiri ferðir peikað á. Lucas Debes gramdi seg í 1673 um føroysku arva- skiftisskipanina, og í 1617 síggja vit, hvussu arvagóðsið eftir Jógvan Heinason, sum í sjálvum sær liggur spjatt, verður sundurskift millum arvingarnar (Joensen 1953: 56—59), og longu í Føroyingasøgu, sum er skrivað í 12. øld, finna vit
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.