Fróðskaparrit - 01.01.1978, Qupperneq 64
72
Forn búseting í Føroyum
eina fullkomna sundurpetting av ognarjørðini niður í fáar
gyllin og fá skinn við. Lucas Debes gremur seg eisini um skilið:
teir fátæku óðalseigararnir skifta jørðina sundur í smá petti,
heilt niður í 5 skinn (Debes 1673. 235—36), og í øðrum stað
sigur hann, at óðalsjørðina hava arvingarnir pettað sundur
sínámillum, soleiðis at óðalsmenn, sum í fyrstani hava verið
teir ríkastu og mætastu, nú eru fátækir og týdningarleysir,
meðan kongsbøndurnir eru ríkir og mætir (Debes 1673: 181
—82). Hyggja vit at teirri elstu tingbókini (Joensen 1953), er
skilið næstan tað sama, men tó finna vit 1 mørk ella báðar
tvær umrøddar í sakarmálum, men eisini smærri eindir 12
gyllin, 4 gl og 2 gl. Yvirlitið yvir pantijørð í jarðabókini 1584
vísir tað sama. Vanliga støddin er 1, IV2 ella 2 merkur, men
8 gl og 4 gl eru eisini at finna. Eitt undantak er tað at finna
6 mk í pantijørð í Øravík og 5 mk í Hvanndalshúsi suðuri í
Vági. Hesar 5 mk umframt 2 mk sama stað vórðu settar í veð
so seint sum í 1583.
Samantikið vil eg meta, at ognarjørðin um 1600 longu er
ógvuliga sundurpettað. Sama er við kongsjørðini. Arnbjørn
Mortenssen hevur víst á, at V3 av kongsfestunum í 1584 er
yvir 4 mk til støddar, annar triðingurin er millum 1 mk og 4
mk og síðsti triðingurin er bert 1 mørk og minni (Mortensen
1954. 52—53). Nógv festi eru heilt smá, einar 4 gl er vanligt,
og miðalstøddin í hesum bólkinum er bert stívliga ein hálv-
mørk.
Líta vit at jarðabýtinum um 1600, mugu vit viðganga, at tað
eru fáar jarðareindir, ið tola at bera navnið garður. Sundur-
pettingin er væl á leið komin, og heildarmyndin er heilt ein
onnur enn tann, vit gjørdu okkum av óskiftum býlingagørðum
í vlkingaøld. Her eru hendar stórbroytingar, og tær eru hendar
i miðøldini. Orsøkina til hesar broytingar havi eg fleiri ferðir
peikað á. Lucas Debes gramdi seg í 1673 um føroysku arva-
skiftisskipanina, og í 1617 síggja vit, hvussu arvagóðsið eftir
Jógvan Heinason, sum í sjálvum sær liggur spjatt, verður
sundurskift millum arvingarnar (Joensen 1953: 56—59), og
longu í Føroyingasøgu, sum er skrivað í 12. øld, finna vit