Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 65

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 65
Forn búseting í Føroyum 73 jarðarskifti umtalað. Eftir míni hugsan hevur arvaskiftisskip- anin virkað gjøgnum alla miðøldina, og eftir at hon í víkinga- øld hevur skift bygdirnar sundur í býlingar, heldur hon í miðøldini áfram við at skifta býlingarnar sundur í smærri eindir, hús. Vit finna hesa skipan heimilaða í miðaldarlóggáv- uni. Ta elstu føroysku lógbókina kenna vit ikki, men í Gula- tingslógini, sum sett varð í gildi í Føroyum í 1273 og seinri lógum, finna vit reglur um arv og jarðarskifti, sum heimila fólki at skifta ognarjørð sínámillum næstan sum teimum lystir. Gulatingslógin hevur nágreiniligar reglur fyri, hvussu fólk skulu bera seg at, tá tey ætla at skifta jørð sínámillum — skifta óðalsskifti (GL. V 16, í Robberstad 1952: 115—15). Eru øll samd, kunnu tey skifta, sum tey vilja. Annars verða ávísar reglur settar fyri, hvussu skiftið skal fara fram, og nýggir marknasteinar verða settir. 1 landslóg Magnus Lagabøtara, sum varð samtykt í 1274 og stutt eftir man vera komin í gildi í Føroyum, finna vit somu reglur aftur: Skiftið, sum tit vilja, um tit eru samd, men skiftið eftir ávísum reglum, um tit ikki kunnu semjast (ML. VI 3 í Taranger 1915: 98—99). Landslógin hevur verið í gildi í Før- oyum fram til 1604, tá Norska lóg Chr. IV varð givin. Henda er tó mest sum ein umseting av landslógini til danskt, men í Norsku lóg Chr. V, sum varð sett í gildi í Føroyum í 1688, fingu vit somu reglu aftur (NL. Chr. V, 5—2—68 í Boppen- hausen 1768: 742—44), tó í nakað broyttum líki, m. a. er tann fyrri partur horvin, sum segði, at fólk kundu skifta sum tey vildu, bert tey vóru samd, men heimildin at skifta jørðina sínámillum er framvegis í lógini. 1 Føroyum kunnu vit sostatt fylgja lógarreglunum fyri teirri jarðarskipan, sum Føroyingar í yngri tíð nýttu út í æsir, heilt aftur til 1273. At vit í Før- oyum ikki sleppa longri aftur enn til 1273 er tí at elsta før- oyska lógbókin ikki er varðveitt, men vit hava loyvi at gita, at reglurnar um jarðarskifti í henni ikki hava verið nógv øðr- vísi enn í Gulatingslógini. Jarðarskifti hevur kunnað farið fram annaðhvørt í sam- bandi við arv ella tá menn vildu skifta jarðarogn, teir áttu 6 — Fróðskaparrit
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.