Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 107

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 107
Føroysk fólkamentan 115 Staðfrøðiligar lýsingar. Eldri bókmentir. Tann fyrsta munagóða prentaða lýsingin av Føroyum er bókin hjá Lucas Jacobsøn Debes: »Færoa et Færoa reserata«, vanliga kallað »Færøernes beskrivelse«, sum kom út í 1673. Bókin er komin út fleiri ferðir síðani tá, m. a. í einum ljós- prenti av upprunahandritinum við viðmerkingum eftir Jørgen Rischel í 1963. Umframt »Færøernes beskrivelse« er eitt ser- ligt bind við inngangi og viðmerkingum. Lucas Debes, ið var dani, var prestur í Føroyum 1651—1675. 1 1699 skrivaði Thomas Tarnovius eina stutta lýsing av Føroyum, sum kortini ikki varð givin út. Flansara lýsing kom fyrstu ferð upp á prent í 1908 við viðmerkingum eftir Jákup Dahl. Men í 1950 kom hon út aftur av nýggjum við dyggum viðmerkingum og inngangi eftir Hákon Hamre. Tarnovius varð føddur í Rostock. Hann var 12 ára gamal, tá faðir hansara varð prestur í Føroyum. Tarnovius var í Føroyum, til hann var skrivaður inn við Københavns Universi- tet í 1660. Tað er óvist, um hann hevur verið aftur í Før- oyum. Hann varð seinni prestur á Bornholm. Verkini hjá Lucas Debes og Th. Tarnovius eru tær týdn- ingarmestu keldurnar um føroyska fólkamentan í tíðini undan 1700. Bókin hjá Lucas Debes er størri, men hetta hevur mest sína orsøk í, at hann vildi vísa, hvussu nógv hann hevði lisið. Næsta rættiliga lýsing av Føroyum kemur ikki fyrr enn í 1800. Aftur er tað ein prestur og dani, sum heldur um pennin. Tað er Jørgen Landt, sum gav út bókina: »Forsøg til en Be- skrivelse over Færøerne« (1800). Bókin er uppafturprentað av Einari Joensen í 1955. Umframt náttúrusøgu og landalæru viðger Jørgen Landt eisini føroyskt vinnulív og føroyska fólka- mentan. Landt kom sum prestur til Føroya í 1971 og var her í 7 ár. Bók Landts kom út í enskari týðing í 1810. Kortini hevði studenturin Jens Christian Svabo, prestasonur úr Jansagerði í Miðvági, longu frammanundan skrivað eitt handrit um føroysk viðurskifti. Svabo varð føddur í 1746 og
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.