Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 107
Føroysk fólkamentan
115
Staðfrøðiligar lýsingar.
Eldri bókmentir.
Tann fyrsta munagóða prentaða lýsingin av Føroyum er
bókin hjá Lucas Jacobsøn Debes: »Færoa et Færoa reserata«,
vanliga kallað »Færøernes beskrivelse«, sum kom út í 1673.
Bókin er komin út fleiri ferðir síðani tá, m. a. í einum ljós-
prenti av upprunahandritinum við viðmerkingum eftir Jørgen
Rischel í 1963. Umframt »Færøernes beskrivelse« er eitt ser-
ligt bind við inngangi og viðmerkingum. Lucas Debes, ið var
dani, var prestur í Føroyum 1651—1675.
1 1699 skrivaði Thomas Tarnovius eina stutta lýsing av
Føroyum, sum kortini ikki varð givin út. Flansara lýsing kom
fyrstu ferð upp á prent í 1908 við viðmerkingum eftir Jákup
Dahl. Men í 1950 kom hon út aftur av nýggjum við dyggum
viðmerkingum og inngangi eftir Hákon Hamre.
Tarnovius varð føddur í Rostock. Hann var 12 ára gamal,
tá faðir hansara varð prestur í Føroyum. Tarnovius var í
Føroyum, til hann var skrivaður inn við Københavns Universi-
tet í 1660. Tað er óvist, um hann hevur verið aftur í Før-
oyum. Hann varð seinni prestur á Bornholm.
Verkini hjá Lucas Debes og Th. Tarnovius eru tær týdn-
ingarmestu keldurnar um føroyska fólkamentan í tíðini undan
1700. Bókin hjá Lucas Debes er størri, men hetta hevur mest
sína orsøk í, at hann vildi vísa, hvussu nógv hann hevði lisið.
Næsta rættiliga lýsing av Føroyum kemur ikki fyrr enn í
1800. Aftur er tað ein prestur og dani, sum heldur um pennin.
Tað er Jørgen Landt, sum gav út bókina: »Forsøg til en Be-
skrivelse over Færøerne« (1800). Bókin er uppafturprentað av
Einari Joensen í 1955. Umframt náttúrusøgu og landalæru
viðger Jørgen Landt eisini føroyskt vinnulív og føroyska fólka-
mentan. Landt kom sum prestur til Føroya í 1971 og var her
í 7 ár. Bók Landts kom út í enskari týðing í 1810.
Kortini hevði studenturin Jens Christian Svabo, prestasonur
úr Jansagerði í Miðvági, longu frammanundan skrivað eitt
handrit um føroysk viðurskifti. Svabo varð føddur í 1746 og