Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 111
Føroysk fólkamentan
119
Olov Isakson og Soren Hallgren: »Færobilder« (1976) at verða
nevnd. At enda skal verða nevnt, at nr. 1, 1977 Jordens Folk,
tíðarrit útgivið av Dansk Etnografisk Forening, er um Føroyar.
Bygdasøgur.
Sum tann fyrsta av sínum slag er bókin hjá Mikkjali á
Ryggi: »Miðvinga søga«, sum kom út í 1940. Hetta er tann
fyrsta bygdasøgan. Seinni eru komnar út fleiri bygdasøgur
(Robert Joensen 1942, Jóan Chr. Poulsen 1947, Edw. Hjalt
1953, Ludvig Petersen 1963, Poul A. Petersen 1966, Símun
Hansen 1971 ff, Poul Andreasen 1977, H. J. Sigvardsen 1978,
N. J. Arge 1978). Tað vanliga er, at ættar- og húsasøga verður
viðgjørd í bygdasøgunum, tað verður eisini greitt frá brøgdum
og serligum hendingum. Eisini eru í bygdasøgum viðhvørt
góðar fólkalívslýsingar og sagnir. Høvundarnir nýta tað tilfar,
sum teir fáa fatur á, ofta skjalatilfar, men eisini frásagnir av
manna munni. í hesum bólki kunnu vit eisini nevna tær bøkur,
sum mest eru at meta sum endurminningar, har høvundurin
greiðir frá tí, sum hann minnist úr heimbygd síni. Fyri fólka-
lívsfrøðina eru hesar bøkur av alstórum virði. Her skulu ser-
liga bøkurnar eftir Rasmus Rasmussen 1949, Jóannes Paturs-
son 1966 og Sámal Johansen 1971 verða nevndar. Her skulu
eisini endurminningarnar hjá Heðin Brú nevnast. Tær eru
prentaðar í Varðanum síðani 1972 ff.
Jóhanna Maria Skylv Hansen hevur skrivað nógv um før-
oyskan lívshátt og siðvenju. Verk hennara er givið út í bók-
unum »Gamlar gøtur« og fevnir um 4 bind. Hjá henni finna
vit fleiri ofta sera stuttar lýsingar av fólkalívinum, men við
hvørt eisini longri frágreiðingar, t. d. um matgerð. Hon skrivar
fyri tað mesta við dømum úr Mykinesi og í Nólsoy (1950 ff).
Maria Eide Petersen hevur skrivað tvær bøkur »Konglar«
(1973) og »Rekar« (1977). Hesar eru ikki ólíkar bókunum hjá
Jóhonnu Mariu Skylv Hansen. Hon skrivar serliga um Nólsoy
og Funning. Verk teirra eru av stórum týdningi fyri fólkalívs-
frøðina.
Bókin hjá Janusi Mohr »Lív og lutir. Frásagnir úr Hoyvík