Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 111

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 111
Føroysk fólkamentan 119 Olov Isakson og Soren Hallgren: »Færobilder« (1976) at verða nevnd. At enda skal verða nevnt, at nr. 1, 1977 Jordens Folk, tíðarrit útgivið av Dansk Etnografisk Forening, er um Føroyar. Bygdasøgur. Sum tann fyrsta av sínum slag er bókin hjá Mikkjali á Ryggi: »Miðvinga søga«, sum kom út í 1940. Hetta er tann fyrsta bygdasøgan. Seinni eru komnar út fleiri bygdasøgur (Robert Joensen 1942, Jóan Chr. Poulsen 1947, Edw. Hjalt 1953, Ludvig Petersen 1963, Poul A. Petersen 1966, Símun Hansen 1971 ff, Poul Andreasen 1977, H. J. Sigvardsen 1978, N. J. Arge 1978). Tað vanliga er, at ættar- og húsasøga verður viðgjørd í bygdasøgunum, tað verður eisini greitt frá brøgdum og serligum hendingum. Eisini eru í bygdasøgum viðhvørt góðar fólkalívslýsingar og sagnir. Høvundarnir nýta tað tilfar, sum teir fáa fatur á, ofta skjalatilfar, men eisini frásagnir av manna munni. í hesum bólki kunnu vit eisini nevna tær bøkur, sum mest eru at meta sum endurminningar, har høvundurin greiðir frá tí, sum hann minnist úr heimbygd síni. Fyri fólka- lívsfrøðina eru hesar bøkur av alstórum virði. Her skulu ser- liga bøkurnar eftir Rasmus Rasmussen 1949, Jóannes Paturs- son 1966 og Sámal Johansen 1971 verða nevndar. Her skulu eisini endurminningarnar hjá Heðin Brú nevnast. Tær eru prentaðar í Varðanum síðani 1972 ff. Jóhanna Maria Skylv Hansen hevur skrivað nógv um før- oyskan lívshátt og siðvenju. Verk hennara er givið út í bók- unum »Gamlar gøtur« og fevnir um 4 bind. Hjá henni finna vit fleiri ofta sera stuttar lýsingar av fólkalívinum, men við hvørt eisini longri frágreiðingar, t. d. um matgerð. Hon skrivar fyri tað mesta við dømum úr Mykinesi og í Nólsoy (1950 ff). Maria Eide Petersen hevur skrivað tvær bøkur »Konglar« (1973) og »Rekar« (1977). Hesar eru ikki ólíkar bókunum hjá Jóhonnu Mariu Skylv Hansen. Hon skrivar serliga um Nólsoy og Funning. Verk teirra eru av stórum týdningi fyri fólkalívs- frøðina. Bókin hjá Janusi Mohr »Lív og lutir. Frásagnir úr Hoyvík
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.