Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 115

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 115
Føroysk fólkamentan 123 nal Ways and Means for Land Transport in the Faroe Islands« er saman vi5 tí hjá John R. Baldwin: »Land Transport in Gásadalur and Mykines, Faroe Islands« tann frægasta frá- greiðingin um flutning á landi, sum vit hava. Báðar ritgerð- irnar eru útgivnar í 1973. Eisini eiga verkini hjá Jirlow frá 1931, 1935 og 1937 at verða umrødd, í sambandi við flutning á landi. Eisini eigur greinin hjá Heina Olsen (1976) at verða nevnd. Leypurin er serliga væl viðgjørdur av Jóhannesi av Skarði í Fróðskaparriti 1955 og 1956. Eitt sera hent og gott verk. Eisini hevur Jóhannes av Skarði skrivað um hakan í 1969. Svenski etnologurin Anders Nyman man vera tann einasti, sum hevur skrivað um hoygging í grein síni í Folk-Liv (1957-1958). Um torv og torvskurð finst eingin heildarframløga, men evnið er viðgjørt í fleiri bygdasøgum og endurminningum t. d. hjá Rasmusi Rasmussen 1949, Mariu Eide Petersen 1973 og Sámali Johansen 1971. Neyta og seyðahald. Neytahald er viðgjørt hjá Bruun 1929, men er annars eitt lítið viðgjørt evni í etnologiskum bókmentum um Føroyar. Harafturímóti eru seyðurin og seyðarøktin sera væl viðgjørd av Roberti Joensen. Robert Joensen hevur sjálvur savnað eitt stórt heimildartilfar, sum hann partvíst hevur viðgjørt og givið út í sínum bókum um seyðarøkt (1958 A, 1960, 1968 og 1972). Eitt stutt yvirlit finst eisini í tíðarritinum Jordens Folk 1971. Robert Joensen er sera fjølbroyttur í sínum áhugamálum og hevur sera góðan kunnleika til føroyska bónda- og fólkamentan í síni heild. Robert Joensen er ein av teimum frægastu fólka- lívsfrøðingunum vit hava. Aðrir hava eisini skrivað um seyð, t. d. Chr. Matras (1956) hevur skrivað eina stutta ritgerð um »at køkja«, har hann vísir á samband við keltiskt mentanar- øki í háttinum at binda tveir seyðir saman uppá. Lýsingar hjá Jesper Brandt av seyðarøktini í Sandoy er sera áhugaverd (1976). Hann lýsir seyðarøktina vistfrøðiliga. Hetta gransk- ingarevni er millum tey mest áhugaverdu í føroyskari fólka-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.