Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 115
Føroysk fólkamentan
123
nal Ways and Means for Land Transport in the Faroe Islands«
er saman vi5 tí hjá John R. Baldwin: »Land Transport in
Gásadalur and Mykines, Faroe Islands« tann frægasta frá-
greiðingin um flutning á landi, sum vit hava. Báðar ritgerð-
irnar eru útgivnar í 1973. Eisini eiga verkini hjá Jirlow frá
1931, 1935 og 1937 at verða umrødd, í sambandi við flutning
á landi. Eisini eigur greinin hjá Heina Olsen (1976) at verða
nevnd.
Leypurin er serliga væl viðgjørdur av Jóhannesi av Skarði
í Fróðskaparriti 1955 og 1956. Eitt sera hent og gott verk.
Eisini hevur Jóhannes av Skarði skrivað um hakan í 1969.
Svenski etnologurin Anders Nyman man vera tann einasti, sum
hevur skrivað um hoygging í grein síni í Folk-Liv (1957-1958).
Um torv og torvskurð finst eingin heildarframløga, men evnið
er viðgjørt í fleiri bygdasøgum og endurminningum t. d. hjá
Rasmusi Rasmussen 1949, Mariu Eide Petersen 1973 og Sámali
Johansen 1971.
Neyta og seyðahald.
Neytahald er viðgjørt hjá Bruun 1929, men er annars eitt
lítið viðgjørt evni í etnologiskum bókmentum um Føroyar.
Harafturímóti eru seyðurin og seyðarøktin sera væl viðgjørd
av Roberti Joensen. Robert Joensen hevur sjálvur savnað eitt
stórt heimildartilfar, sum hann partvíst hevur viðgjørt og givið
út í sínum bókum um seyðarøkt (1958 A, 1960, 1968 og 1972).
Eitt stutt yvirlit finst eisini í tíðarritinum Jordens Folk 1971.
Robert Joensen er sera fjølbroyttur í sínum áhugamálum og
hevur sera góðan kunnleika til føroyska bónda- og fólkamentan
í síni heild. Robert Joensen er ein av teimum frægastu fólka-
lívsfrøðingunum vit hava. Aðrir hava eisini skrivað um seyð,
t. d. Chr. Matras (1956) hevur skrivað eina stutta ritgerð um
»at køkja«, har hann vísir á samband við keltiskt mentanar-
øki í háttinum at binda tveir seyðir saman uppá. Lýsingar hjá
Jesper Brandt av seyðarøktini í Sandoy er sera áhugaverd
(1976). Hann lýsir seyðarøktina vistfrøðiliga. Hetta gransk-
ingarevni er millum tey mest áhugaverdu í føroyskari fólka-