Búnaðarbløð - 01.01.1903, Page 2
Almanna mál til jarðabrúksins frama.
H^að hevur so ofta verið sagt, men tað skaðar ikki,
um tað verður sagt eina ferð enn, at okkara jarða-
brúk liggur langt aftanfyri okkara tíð. Um vit leita
væl og leingi, so finna vit ikki fyri tiðina nakra muna-
liga fyritøku til okkara jarðabrúks frama, uttan hvat
stakmaður hevur gjørt hjá sjálvum sær.
Hetta kann ikki annað sigast enn at vera eitt hitt
syrgjuligasta dømið uppá, hvussi lands okkaras skipan
er røkt gjøgnum tíðirnar, tí jarðabrúkið er annar
okkara høvuðsvinnuvegur og væl tann, sum føðir-
størsta partin av okkum førjafólki, og vit vita so
ógvuliga væl, at jarðabrúkið treingir stuđning av tí
almenna, mest eina leiðbeining og ávísing til kunnug-
leika og nýggja rásir.
Búnaðarráðið (Landbrugsministeriet) í Danmørk
hevur væl 2J/2 mill. kr. at ráða yvir, og tann allar-
størsti partur fer til jarðabrúkið. Noregs búnaðarráð
hevur vældi á ca. 2y4 mill., harav fer væl helmingur
til jarðarøktina og krýatúrhald landið runnt.
Hesin peningur fer mest til búnaðarskúlar, ferð-
andi ráðgevarir fyri jarða- og hagabrúk, til búnaðar-
feløg, krýatúrframsýningar og aðrar framsýningar,
ferðastyrk til bøndir og tænastamenn í jarðabrúkinum,
til royndir og ymisligt annað.
Yit hava sum sagt einki av slíkum, men hvat
tørvar okkum?
Fyrst er at nevna eitt væl skipað royndarbrúk
við einari fastari royndarstøðu og smærri royndar-
støðum í teim bygdum, hvar hugur var til at fáa tær,
har sýndar blivu tær royndir, sum á høvuðsroyndar-
støðuni høvdu víst seg at vera tjenligar fyri okkara
jarðabrúk.
Saman við royndarstøðuni skal nevnast búnaðar-
skúli, bæði fyri dreingir og gentur.