Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 2

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 2
Almanna mál til jarðabrúksins frama. H^að hevur so ofta verið sagt, men tað skaðar ikki, um tað verður sagt eina ferð enn, at okkara jarða- brúk liggur langt aftanfyri okkara tíð. Um vit leita væl og leingi, so finna vit ikki fyri tiðina nakra muna- liga fyritøku til okkara jarðabrúks frama, uttan hvat stakmaður hevur gjørt hjá sjálvum sær. Hetta kann ikki annað sigast enn at vera eitt hitt syrgjuligasta dømið uppá, hvussi lands okkaras skipan er røkt gjøgnum tíðirnar, tí jarðabrúkið er annar okkara høvuðsvinnuvegur og væl tann, sum føðir- størsta partin av okkum førjafólki, og vit vita so ógvuliga væl, at jarðabrúkið treingir stuđning av tí almenna, mest eina leiðbeining og ávísing til kunnug- leika og nýggja rásir. Búnaðarráðið (Landbrugsministeriet) í Danmørk hevur væl 2J/2 mill. kr. at ráða yvir, og tann allar- størsti partur fer til jarðabrúkið. Noregs búnaðarráð hevur vældi á ca. 2y4 mill., harav fer væl helmingur til jarðarøktina og krýatúrhald landið runnt. Hesin peningur fer mest til búnaðarskúlar, ferð- andi ráðgevarir fyri jarða- og hagabrúk, til búnaðar- feløg, krýatúrframsýningar og aðrar framsýningar, ferðastyrk til bøndir og tænastamenn í jarðabrúkinum, til royndir og ymisligt annað. Yit hava sum sagt einki av slíkum, men hvat tørvar okkum? Fyrst er at nevna eitt væl skipað royndarbrúk við einari fastari royndarstøðu og smærri royndar- støðum í teim bygdum, hvar hugur var til at fáa tær, har sýndar blivu tær royndir, sum á høvuðsroyndar- støðuni høvdu víst seg at vera tjenligar fyri okkara jarðabrúk. Saman við royndarstøðuni skal nevnast búnaðar- skúli, bæði fyri dreingir og gentur.

x

Búnaðarbløð

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.