Búnaðarbløð - 01.01.1903, Side 7
7
vit, at hvør kúgv gevur 2000 pt. av landi, so røkkur
hettar til at tøða 800 kúfóður av bønum í Førjum.
Vit hava ikki nevnt eina fóðururt sum hevur eitt
hitt størsta virði í útlandinum, men sum enn einki
lanđ hevur vunnið hjá okkum. Tað er fóðurrøtur!
Turnips, kaalrabi og gularøtur veksa væl í Førjum;
eftir teim royndum sum gjørdar eru, kann ársikkur
frukt fáast av rótum, og líka nógv í rúgvi og virði
á somu vídd, sum teir kunnu fáa nakra aðra staðnis,
í útlandinum.
Við tað, at rótavelting er lítið kend hjá okkum,
skal eg her geva eitt lítið yvurlit.
Moldjørð ella moldsandjørð er tann besta til røtur;
jørðin má vera moyr og løtt at arbeiða og er tí best
at velta røtur aftaná korn.
Tað má tøðast væl til røtur og helst við gomlum
væl bruknaðum mikjutøðum; tæri er góður í blanđ,
helst har jørðin er vátlig.
Velt, ella betri pløg, jørðina, tú ætlar til røtur,
djúpt um heystið, lat hana liggja til várið, saksa hana
fína ovaná, so illgrasið kann spíra betur, lat hana
liggja nakað til korn og eplaveltingin er liðug, saksa
hana so væl og djúpt og so fínt sum tilber, legg so
hesa leysu, fínt saksaðu jørðina upp í beinar ryggir
við plógvi ella haka, góða alin millum hvørja foyru,
breið tøð í foyruna, so nógv sum tú heldur teg hava
ráð til, rótin kann takað mót nógvari tøðu og trívist
væl við tað. Klúgv ryggin og legg moldina yvir tøðini,
soleiðis, at ryggur verður har, sum foyra var fyrr,
slætta ryggin við eini kláru ella betri við einari rulrn
(tromlu).
Rist eina grunna foyru við einum rívuskafti, ellá
tílíkt, í tann slættaða ryggin, sáa í hesa foyrina og
slættu út yvir, so at fræið kemur l/4—Vs** un(iir yvir-
flatan, sáa ikki uttan í regni ella uppundir regn.
At sáa tjukt er altíð best.
Fræið spírar skjótt, men verður tað ov turt, so
gongur heldur trekari.
Tá tær smáu urtirnar eru 2 tummar høgar, skal
takast burtur ímillum. Til hettar er best at hava
eitt smalt hyppujarn, torvskeragrev er passaligt. Lúka
fyrst alt illgrasið millum ryggirnar burtur, tak so við
*