Búnaðarbløð - 01.01.1903, Page 7

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Page 7
7 vit, at hvør kúgv gevur 2000 pt. av landi, so røkkur hettar til at tøða 800 kúfóður av bønum í Førjum. Vit hava ikki nevnt eina fóðururt sum hevur eitt hitt størsta virði í útlandinum, men sum enn einki lanđ hevur vunnið hjá okkum. Tað er fóðurrøtur! Turnips, kaalrabi og gularøtur veksa væl í Førjum; eftir teim royndum sum gjørdar eru, kann ársikkur frukt fáast av rótum, og líka nógv í rúgvi og virði á somu vídd, sum teir kunnu fáa nakra aðra staðnis, í útlandinum. Við tað, at rótavelting er lítið kend hjá okkum, skal eg her geva eitt lítið yvurlit. Moldjørð ella moldsandjørð er tann besta til røtur; jørðin má vera moyr og løtt at arbeiða og er tí best at velta røtur aftaná korn. Tað má tøðast væl til røtur og helst við gomlum væl bruknaðum mikjutøðum; tæri er góður í blanđ, helst har jørðin er vátlig. Velt, ella betri pløg, jørðina, tú ætlar til røtur, djúpt um heystið, lat hana liggja til várið, saksa hana fína ovaná, so illgrasið kann spíra betur, lat hana liggja nakað til korn og eplaveltingin er liðug, saksa hana so væl og djúpt og so fínt sum tilber, legg so hesa leysu, fínt saksaðu jørðina upp í beinar ryggir við plógvi ella haka, góða alin millum hvørja foyru, breið tøð í foyruna, so nógv sum tú heldur teg hava ráð til, rótin kann takað mót nógvari tøðu og trívist væl við tað. Klúgv ryggin og legg moldina yvir tøðini, soleiðis, at ryggur verður har, sum foyra var fyrr, slætta ryggin við eini kláru ella betri við einari rulrn (tromlu). Rist eina grunna foyru við einum rívuskafti, ellá tílíkt, í tann slættaða ryggin, sáa í hesa foyrina og slættu út yvir, so at fræið kemur l/4—Vs** un(iir yvir- flatan, sáa ikki uttan í regni ella uppundir regn. At sáa tjukt er altíð best. Fræið spírar skjótt, men verður tað ov turt, so gongur heldur trekari. Tá tær smáu urtirnar eru 2 tummar høgar, skal takast burtur ímillum. Til hettar er best at hava eitt smalt hyppujarn, torvskeragrev er passaligt. Lúka fyrst alt illgrasið millum ryggirnar burtur, tak so við *

x

Búnaðarbløð

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.