Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Blaðsíða 34

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Blaðsíða 34
17» Nr. 52. 5. august. KUNNGERÐ um førararoyndir, førarabrøv v. m. hja førarum av motorakførum Eftir §§ 18, 18a og 19 í løg- tingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu sum broytt í løgtingslóg nr. 44 frá 3. august 1965 hevur landsstýrið fyrisett fylgjandi um førararoyndir og førarabrøv v. m. § 1. Førarabræv kann bert gyld- ugt av landfútanum gevast per- sonum, sum hava heimstað í Føroyum eftir at hava tikið roynd hjá bileftirlitsmanninum ella hjálparmanni hansara, Undir serstøkum umstøðum kann landfútin tó loyva, at roynd verður tikin í Føroyum, hóast persónur bert hevur fyri- bils tilhald her. Stk. 2. Roynd kann verða tikin at fáa førarabræv til fyl- gjandi sløg av motorakførum: 1) motorcyklu, 2) motorcyklu 'uð síðuvogni, 3) 3-hjólað motorcykla, 4) persónvogn við hægst 8 sess- um umframt førarasessin og lassmotorvogn, hjá báðum hesum við totalvekt til og við 3.500 kg (í hesi greinini eyðkenđir sum vanligur mo- torvognur), 5) lassmotorvogn við størst loyvdu totalvekt yvir 3.500 kg (í hesi greinini eyðkend- ur sum stórur lassmotor- vognur), 6) persónmotorvogn við yvir 8 sessum umframt førarasess- in (í hesi greinini eyðkend- ur sum stórur persónvogn- ur), 7) motorvogn við viðfestum ella leguvogni við størstu to- talvekt yvir 750 kg (í hesi greinini eyðkendur sum mo- torvognur við stórum við- festum vogni), 8) traktor. Stk. 3. a) Førarabræv til motorcyklu ella motorcyklu við síðu- vogni gevur rætt til at føra 3-hjólað motorcyklu. b) Førarabræv til motorvogn hóast slag gevur rætt til at føra traktor og 3-hjólað mo- torcyklu. c) Eftir at hava tikið roynd við stórum lassmotorvogni ella stórum persónmotorvogni, verður førarabræv givið til bæði hesi sløgini av akførum og til vanligan motorvogn. d) Førarabræv til stóran lass- motorvogn við viðfestum vogni gevur eisini rætt til at føra vanligan motorvogn við stórum viðfestum vogni. e) Hóast regluna í stk. 2, nr. 7, gevur førarabræv til vanlig- an motorvogn rætt til at føra tílíkt akfar við tilkoplaðum viðfestum ella leguvogni ella skrásetingarskyldugum við- festum amboð, um so er, at størst loyvda totalvektin hjá øllum tyssinum fer ikki upp- um 3.500 kg. f) Førarabræv til motorvogn við stórum viðfestum vogni gevur eisini rætt at føra mo- torvogn við tilkoplaðum, viðfestum amboð, sum hevur totalvekt omanfyri 750 kg og eisini motorvogn við bul- vogni. Stk. 4. Til tess at taka roynd eftir stk. 2, nr. 1—8, hevur um- søkjarin skyldu at hava akfar við, sum bileftirlitsmaðurin góðtekur til nýtslu undir roynd- ini. § 2. Til vinnuligan flutning av persónum tørvar førarabræv, sum bert má gevast persónum, sum fylt hava 22 ár, og sum javnan eftir minst 1 ár hava ført motorvogn, hava tikið ser- staka roynd hjá bileftirlits- manninum og undir royndini sýnt serstakan dugnaskap. Stk. 2. Royndin verður tikin við: a) persónmotorvogni við egin- vekt ikki undir 850 kg ella b) persónmotorvogni við meira enn 8 sessum umframt før- arasessin. Verður royndin tikin av aspiranti, sum bert hevur før- arabræv til vanligan motor- vogn, skal motorvognur nýtast til royndina, sum bileftirlits- maðurin góðtekur. Stk. 3. Roynd, sunr tikin er við akfari, sum tilskilað undir stk. 2, litra a), gevur rætt til vinnuligan persónsflutning við persónmotorvogni við hægst 8 sessum umframt førarasessin. Roynd tikin við akfari, sum til-
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.