Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Blaðsíða 41
isr
Nr. 61. 26. september
KUNNGERÐ
um friðing av haruni í Eysturoy
Eftir § 19 í løgtingslóg nr. 27
frá 9. september 1954 um fug-
laveiðu v. m. hevur landsstýrið
fyrisett:
Haran í allari Eysturoynni
skal verða friðað í eitt ár.
Mál um brot móti hesi reglu
fara fram eftir kap. 5 í somu
lóg.
Henda kunngerð fær gilđi 3.
november 1966.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, tann 26.
september 1966.
Karsten Hoydal,
1 andsstýr ismaður.
J. Ellendersen.
Nr. 62.
KUNNGERÐ
um flokkar og bókstavmerking
til løgtingsvalið 8. november
1966.
Við heimild í § 4, 4. stk. í lóg
nr. 124 frá 28. marts 1923
smbr. løgtingslóg nr. 4, 14. mai
1948 um val til Føroya Løgting
verður hervið gjørt kunnugt,
at á løgtingi eru hesir ting-
flokkar:
Hin føroyska fólkaflokkurin
(radikalt sjálvstýri),
Sambandsflokkurin,
J avnaðarf lokkurin,
S j álvstýrisf lokkur in,
Tjóðveldisflokkurin, og
Framburðsf lokkur in.
Við heimild í § 5, 8. stk. í
áðurnevndu lóg, smbr. løg-
tingslóg nr. 56 frá 5. september
1950 verður hervið eisini gjørt
kunnugt, at fylgjandi flokkar
ætla at luttaka í løgtingsvali-
num 8. november 1966, og at
valevnislistar, sum siga seg at
taka undir við hesum flokkum
til valið í øllum valdømum,
skulu merkjast við bókstavum,
sum standa út fyri hvørjum
flokki:
Hin føroyski
fólkaflokkurin
(radikalt sjálvstýri): ListiA.
Sambandsflokkurin: ListiB.
Javnaðarflokkurin: Listi C.
Sjálvstýrisflokkurin: Listi D.
Tjóðvelđisflokkurin: ListiE.
Framburðsflokkurin: ListiF.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya lanđsstýri, tann 5. ok-
tober 1966.
Hákun Djurhuus.
løgmaður.
J. Ellendersen.