Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Blaðsíða 35
179
skilað undir stk. 2, litra b),
gevur rætt til vinnuligan per-
sónsflutning við persónmotor-
vogni bæði við hægst 8 sessum
sum yvir 8 sessum umframt
førarasessin (stórur persónmo-
torvognur).
§ 3.
Eftir at hava tikið royndina
verður førarabræv givið til
mot.orakfør, sum viðkomandi
hevur rætt at føra, og til vin-
nuligan persónsflutning við ak-
fari av tí ella teim sløgunum,
sum royndin er tikin til. Gjald-
ið fyri førarabræv er 10 kr.
§ 4.
Motorakfar má onki nytast
til royndarakstur fyrr enn tað
eftir frásøgn til politivaldið og
fyrivísing hjá bileftirlitsmann-
inum hevur fingið góðkenning
t.il tílíka nýtslu.
Stk. 2. Verður motorakfar
nýtt, sum er serstakliga gjørt
til royndarakstur, til annað enn
royndarakstur ella førararoynd,
skulu tey serstøku nýtslutólini
vera tikin burtur, lagt oman-
yvir ella læst á forsvarligan
hátt, uttan so, ongin er á tí
plássinum, sum tey verða nýtt
í. Verður akfarið lænt út, nýtt
til vinnuligan persónsflutning
ella leigað burtur uttan førara,
skulu hernevndu nýtslutól tak-
ast av og beinast burtur frá
akfarinum.
§ 5.
Motorakfør í nýtslu til royn-
darakstur skulu bæði aftan og
framman hava eitt av politi-
valdinum góðkent hvítt skelti
við orðinum »SKÚLAVOGN-
UR« í minst 8 cm høgum svørt •
um bókstavum, ella orðið
»SKÚLACYKLA« í minst 3 cm
høgum bókstavum. Skeltið má
bert verða nýtt undir royndar-
akstri. Undir førararoynd má
akfarið ikki hava hesi skeltini,
reklamur ella annað, sum eyð-
kennir akfarið sum skúlaakfar.
§ 6.
Henda kunngerð kemur í
gildi beinanvegin.
Stk. 2. Førarabræv, sum giv-
ið er fyri hesa kunngerð, galda
framvegis óbroytt.
Stk. 3. Landfútanum er
heimilt í spurningum um end-
urnýgging av førarabrøvum,
sum givin eru fyri hesi kimn-
gerðini, eftir áheitan uttan
roynd at broyta ella víðka um
gildisumráð hjá førarabrævi
samsvarandi reglunum í hesi
kunngerðini, um so er, at fyrr
givin førarabrøv góvu rætt-
indir at føra akfør, sum koma
ikki undir nýtt førarabræv, og
umsøkjarin trúliga innanfyri
tey seinastu 5 árini í nakað
longum skeiðum hevur ført tí-
líkt akfar.
Stk. 4. Landfútin kann við
samtykki frá bileftirlitsmann-
inum geva undantaksloyvi frá
reglunum í hesi kunngerð, tá
ið tað í einstøkum førum ætl-
ast rímiligt og forsvarligt, o§
at avvik verða ikki gjørd fra
reglunum sum fyrisett í sjálv-
ari ferðslulógini.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, tann 5. au-
gust 1966.
Erlendur Patursson,
landsstýrismaður.
J. Djurhuus.
Nr. 53. 8. august.
KUNNGERÐ
um afturlatingartíðir fyri
krambúðir v. m. í
Kollfjarðar kommunu.
Eftir heimild í § 3 í løgtings-
lóg nr. 16 frá 13. apríl 1955 um
broyting í anordning nr. 442
frá 21. november 1923 um aft-
urlatingartíðir fyri krambúðir
v. m. hevur landsstýrið fyri-
sett, at nevnda løgtingslóg fær
gildi fyri Kollfjarðar kommunu
frá og við 13. í hesum.
Føroya landsstýri, tann 8. au-
gust 1966.
Karsten Hoydal,
landsstýrismaður.
J. Djurhuus.