Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Síða 35

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Síða 35
179 skilað undir stk. 2, litra b), gevur rætt til vinnuligan per- sónsflutning við persónmotor- vogni bæði við hægst 8 sessum sum yvir 8 sessum umframt førarasessin (stórur persónmo- torvognur). § 3. Eftir at hava tikið royndina verður førarabræv givið til mot.orakfør, sum viðkomandi hevur rætt at føra, og til vin- nuligan persónsflutning við ak- fari av tí ella teim sløgunum, sum royndin er tikin til. Gjald- ið fyri førarabræv er 10 kr. § 4. Motorakfar má onki nytast til royndarakstur fyrr enn tað eftir frásøgn til politivaldið og fyrivísing hjá bileftirlitsmann- inum hevur fingið góðkenning t.il tílíka nýtslu. Stk. 2. Verður motorakfar nýtt, sum er serstakliga gjørt til royndarakstur, til annað enn royndarakstur ella førararoynd, skulu tey serstøku nýtslutólini vera tikin burtur, lagt oman- yvir ella læst á forsvarligan hátt, uttan so, ongin er á tí plássinum, sum tey verða nýtt í. Verður akfarið lænt út, nýtt til vinnuligan persónsflutning ella leigað burtur uttan førara, skulu hernevndu nýtslutól tak- ast av og beinast burtur frá akfarinum. § 5. Motorakfør í nýtslu til royn- darakstur skulu bæði aftan og framman hava eitt av politi- valdinum góðkent hvítt skelti við orðinum »SKÚLAVOGN- UR« í minst 8 cm høgum svørt • um bókstavum, ella orðið »SKÚLACYKLA« í minst 3 cm høgum bókstavum. Skeltið má bert verða nýtt undir royndar- akstri. Undir førararoynd má akfarið ikki hava hesi skeltini, reklamur ella annað, sum eyð- kennir akfarið sum skúlaakfar. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Stk. 2. Førarabræv, sum giv- ið er fyri hesa kunngerð, galda framvegis óbroytt. Stk. 3. Landfútanum er heimilt í spurningum um end- urnýgging av førarabrøvum, sum givin eru fyri hesi kimn- gerðini, eftir áheitan uttan roynd at broyta ella víðka um gildisumráð hjá førarabrævi samsvarandi reglunum í hesi kunngerðini, um so er, at fyrr givin førarabrøv góvu rætt- indir at føra akfør, sum koma ikki undir nýtt førarabræv, og umsøkjarin trúliga innanfyri tey seinastu 5 árini í nakað longum skeiðum hevur ført tí- líkt akfar. Stk. 4. Landfútin kann við samtykki frá bileftirlitsmann- inum geva undantaksloyvi frá reglunum í hesi kunngerð, tá ið tað í einstøkum førum ætl- ast rímiligt og forsvarligt, o§ at avvik verða ikki gjørd fra reglunum sum fyrisett í sjálv- ari ferðslulógini. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, tann 5. au- gust 1966. Erlendur Patursson, landsstýrismaður. J. Djurhuus. Nr. 53. 8. august. KUNNGERÐ um afturlatingartíðir fyri krambúðir v. m. í Kollfjarðar kommunu. Eftir heimild í § 3 í løgtings- lóg nr. 16 frá 13. apríl 1955 um broyting í anordning nr. 442 frá 21. november 1923 um aft- urlatingartíðir fyri krambúðir v. m. hevur landsstýrið fyri- sett, at nevnda løgtingslóg fær gildi fyri Kollfjarðar kommunu frá og við 13. í hesum. Føroya landsstýri, tann 8. au- gust 1966. Karsten Hoydal, landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.