Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Blaðsíða 38
i 82
markaður við 1 oyra fyri
liturin pr. km, tó ikki und-
ir 5 oyru og ikki upp um
10 oyru fyri liturin.
Umsóknir.
Allar umsóknir og upp-
gerð eftir hesi kunngerð
verða í seinasta lagi 14
dagar eftir tað tíðarskeið,
uppgerðin viðvíkur, at
senda Føroya Jarðarráð,
ið umsitur studningin.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, tann 23.
august 1966.
Hákun Djurhuus,
løgmaður.
J. Djurhuus.
Nr. 56. 29 august.
KUNNGERÐ
um løgtingsval
Eftir heimild í § 4 i lóg nr.
124 frá 28. mars 1923, smbr.
løgtingslógirnar nr. 4 frá 14.
mai 1948 og nr. 56 frá 5. sep-
tember 1950 um Føroya løg-
ting, verður val til Føroya løg-
ting TÝSDAGIN 8. NOVEM-
BER 1966.
Seinast 5 vikur innan val-
dagin, tað er seinast TÝSDAG-
IN 4. OKTOBER 1966, kunnu
í minsta lagi 600 veljarar boða
løgmanni frá, at teir ætla at
luttaka í valinum sum nýggj-
ur flokkur. Um so er, kann
flokkurin verða tikin við til
býtis av eykamanđatum.
VALEVNISLISTAR skulu
vera formanninum fyri við-
komandi valnevnd í hendi
seinast kl. 18 á 3. vikudegnum
innan valdagin, tað er SEIN-
AST TÝSDAGIN 18. OKTO-
BER 1966. Listin skal vera
undirskrivaður av í minsta
lagi 1 og hægst 10 veljarum
sum stillarum, og við skal
fylgja yvirlit yvir stillararnar,
ið tilskilar nøvn, starv og bú-
stað teirra gjølliga. Frásøgnir
um valevnislistar skulu aftur-
at innihalđa upplýsingar um,
hvønn flokk listin tekur undir
við, ella um hann stendur utt-
anflokks.
Ein valevnislisti má ikki
innihalda fleiri nøvn enn tvær
ferðir talið av løgtingsmonnum,
ið veljast skulu í valdøminum.
Ongin má stilla upp samstund-
is til val í ymsum valdømum
ella sum valevni hjá meira enn
einum flokki ella stilla upp utt-
anfloks og samstundis taka
undir við einum flokki.
Teir stillarar, sum undir-
skrivað hava ein valevnislista,
kunnu siga valnevndini frá
listaeyðkenni, sum listin skal
eyðkennast við á atkvøðuseðl-
unum, einstakir bókstavir (A,
B, C o. s. fr.) kunnu ikki nýt-
ast sum eyðkenni. Frásøgnirnar
skulu vera skrivligar og gevast
formanninum í valnevndini
samstundis sum valevnislistin
verður givin honum. 011 val-
evni á listanum og stillararnir,
sum undirskrivað hava listan,
skulu við undirskrift síni sam-
tykkja listaeyðkennið.
Teir flokkar, sum ynskja at
nýta somu bókstavamerking til
valevnislistar sínar í øllum val-
dømum, kunnu SEINAST TÝS-
DAGIN 4. OKTOBER 1966 um
felag sítt senda løgmanni um-
sókn hesum viðvíkjanđi.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, tann 29.
august 1966.
Hákun Djurhuus,
løgmaður.
J. Djurhuus.