Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Page 38

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Page 38
i 82 markaður við 1 oyra fyri liturin pr. km, tó ikki und- ir 5 oyru og ikki upp um 10 oyru fyri liturin. Umsóknir. Allar umsóknir og upp- gerð eftir hesi kunngerð verða í seinasta lagi 14 dagar eftir tað tíðarskeið, uppgerðin viðvíkur, at senda Føroya Jarðarráð, ið umsitur studningin. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, tann 23. august 1966. Hákun Djurhuus, løgmaður. J. Djurhuus. Nr. 56. 29 august. KUNNGERÐ um løgtingsval Eftir heimild í § 4 i lóg nr. 124 frá 28. mars 1923, smbr. løgtingslógirnar nr. 4 frá 14. mai 1948 og nr. 56 frá 5. sep- tember 1950 um Føroya løg- ting, verður val til Føroya løg- ting TÝSDAGIN 8. NOVEM- BER 1966. Seinast 5 vikur innan val- dagin, tað er seinast TÝSDAG- IN 4. OKTOBER 1966, kunnu í minsta lagi 600 veljarar boða løgmanni frá, at teir ætla at luttaka í valinum sum nýggj- ur flokkur. Um so er, kann flokkurin verða tikin við til býtis av eykamanđatum. VALEVNISLISTAR skulu vera formanninum fyri við- komandi valnevnd í hendi seinast kl. 18 á 3. vikudegnum innan valdagin, tað er SEIN- AST TÝSDAGIN 18. OKTO- BER 1966. Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 1 og hægst 10 veljarum sum stillarum, og við skal fylgja yvirlit yvir stillararnar, ið tilskilar nøvn, starv og bú- stað teirra gjølliga. Frásøgnir um valevnislistar skulu aftur- at innihalđa upplýsingar um, hvønn flokk listin tekur undir við, ella um hann stendur utt- anflokks. Ein valevnislisti má ikki innihalda fleiri nøvn enn tvær ferðir talið av løgtingsmonnum, ið veljast skulu í valdøminum. Ongin má stilla upp samstund- is til val í ymsum valdømum ella sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp utt- anfloks og samstundis taka undir við einum flokki. Teir stillarar, sum undir- skrivað hava ein valevnislista, kunnu siga valnevndini frá listaeyðkenni, sum listin skal eyðkennast við á atkvøðuseðl- unum, einstakir bókstavir (A, B, C o. s. fr.) kunnu ikki nýt- ast sum eyðkenni. Frásøgnirnar skulu vera skrivligar og gevast formanninum í valnevndini samstundis sum valevnislistin verður givin honum. 011 val- evni á listanum og stillararnir, sum undirskrivað hava listan, skulu við undirskrift síni sam- tykkja listaeyðkennið. Teir flokkar, sum ynskja at nýta somu bókstavamerking til valevnislistar sínar í øllum val- dømum, kunnu SEINAST TÝS- DAGIN 4. OKTOBER 1966 um felag sítt senda løgmanni um- sókn hesum viðvíkjanđi. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, tann 29. august 1966. Hákun Djurhuus, løgmaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.