Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Page 14
302
Nr. 80 23. mei
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um stuðul til feskfiskaflotan
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ L
I løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til
feskfiskaflotan við seinni broytingum verður gjørd
henda broyting:
I § 7 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað í serligum
førum, uttan at treytimar í stk. 1 eru loknar, at gjalda
lán ella part av láni, sum hava landskassaveðhald,
og umleggja goldnu upphæddina til eitt rentu- og
avdráttarfrítt lán, ið verður standandi í fiskifarinum
og tryggja við veðrætti, treytað av, at eginpeningurin
í fiskifarinum verður hækkaður við eini upphædd
ásett av landsstýrinum. Sama er galdandi, tá talan er
um eina av landsstýrinum goldna borgan. Rentu- og
avdráttarfría lánið verður niðurskrivað eftir einum
áramáli, ið verður ásett av landsstýrinum. Nevndin,
ið er sett sambært løgtingslóg um umlegging av lán-
um v.m. hjá fjarfiskiflotanum, letur landsstýrinum
ummæli av umsóknum sambært hesum stykki. Tað
er ein treyt fyri umlegging, at fiskifarið ikki hevur
rakstrarmøguleika at rinda skuldina, og at fiskifarið
við umlegging verður mett at fara at klára seg í
framtíðini.”
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd.
Tórshavn, 23. mei 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 81
28. mei
Kunngerð
um
avriksflutning í ávísum lærugreinum í miðnámsútbúgvingum v.m.
(Kunngerð um avriksflutning)
Við heimild í § 6, stk. 1 í løgtinglóg nr. 106 um
studentaskúlar v.m frá 29. juni 1995 við seinni
broytingum og í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 107 um
skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. frá 29.
juni 1995 við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1. Næmingar í einari miðnámsútbúgving v.m. hava
rætt til avriksflutning í ávísum lærugreinum sam-
bært reglunum í hesari kunngerð, um teir hava
gjøgnumført og lokið lærugreinina á sama ella hægri
stigi, smb. § 3. Avriksflutningur merkir, at næming-
ar verða frítiknir fyri undirvísing og próvtøku í
lærugreinunum.
Avriksflutningur við støði í pørtum av
einari miðnámútbúgving v.m.
§ 2. Næmingar fáa í ávísum miðnámsútbúgvingum
v.m., eftir umsókn til skúlan, avriksflutning í teim-
um lærugreinunum, sum eru partur av útbúgvingini,
og sum eru nevndar í fylgiskjali 1, smb. § 3.
Stk. 2. Tað snýr seg um hesar miðnámsútbúgvingar
v.m.:
1. Hægri fyrireikingarpróvtøka
2. Studentspróvtøkan
§ 3. I fylgiskjali 1 er tilskilað fyri hvørja lærugrein
og fyri hvørja av teimum útbúgvingum, har ein
lærugrein kann geva avriksflutning. Støðið er ásett
frá stigi A til G, har A er hægsta stigið.
Stk. 2. Lærugreinimar í Grønlands gymnasiale Ud-
dannelse verða settar inn sum lærugreinir til hægru
fyrireikingarpróvtøku ávikavist studentspróvtøku.
Lærugreinir í donskum útbúgvingum verða settar
inn sum lærugreinir í teimum samsvarandi føroysku
útbúgvingunum.
Stk. 3. Fyri at fáa avriksflutning við støði í læru-
greinum úr einari miðnámsútbúgving smb. § 2 skal
næmingurin skjalprógva, at hann annaðhvørt:
1) hevur verið til próvtøku í lærugreinini og fingið
í minsta lagi 6 til próvtøkuna, ella
2) um lærugreinin ikki er úttikin til próvtøkuna fyri
viðkomandi næmingi, í minsta lagi hevur fingið
6 í fluttum ársmeti, tá læmgreinin var lokin, ella
3) um næmingurin hevur valt læmgreinina á hægri
stigi og tí ikki hevur verið til próvtøku á hesum