Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Page 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Page 15
303 støði, hevur fingið í minsta lagi 6 í ársmeti, tá lærugreinin var lokin, ella 4) um eingin próvtøka verður hildin í lærugreinini, hevur fingið í minsta lagi 6 í ársmeti, tá lærugre- inin varð lokin. Stk. 4. Næmingar í eini 3 ára undirvísingargongd til studentspróvtøkuna kunnu bert fáa avriksflutning við støði í lærugreinum, sum eru gjøgnumførdar á einum øðrum útbúgvingstovni enn tí, næmingurin er tikin inn á, um lærugreinin er lokin áðrenn upptøku á studentaskúla. Tó kann næmingur eftir góðkenn- ing rektarans gjøgnumføra lærugreinir, sum skúlin ikki bjóðar fram, á øðrum gymnasialum útbúgving- arstovni. I hesum føri verður § 3, stk. 3 ikki at nýta. Stk. 5. í teimum lærugreinum, har bæði skrivlig og munnlig próvtøka verður hildin, er avriksflutningur bert møguligur um reglurnar í stk. 3 eru uppfyltar bæði fyri tað skrivliga og munnliga próvtalið. Stk. 6. Próvskjal kann fyri eina gymnasiala útbúgv- ing ikki verða skrivað út við støði í ársmeti ella próvtølum, sum einans eru fingin sum úrslit av und- irvísing ella próvtøkum sambært ásetingunum um eina aðra útbúgving. Stk. 7. Frávik í stk. 3 kunnu í einstøkum førum verða gjørd til eina samlaða próvtøku við ein stud- entaskúla ella eitt HF-skeið sambært reglum, sum eru ásettar í studentaskúla- og HF-próvtøkukunn- gerðini. § 4. Próvtøl frá tí avriksflutningsgevandi lærugreini- ni verða flutt á próvskjalið í tí nýggju útbúgvingini sambært reglunum um hesa útbúgving. A próvskja- linum verður tilskilað, at próvtalið er fingið við av- riksflutningi - eisini skulu útbúgving og útbúgving- arstovnur tilskilast. Avriksflutningur við støði í eini hægri framhaldsútbúgving og altjóða ella útlendskum miðnámsútbúgvingum § 5. Sum partur av einstøkum miðnámsútbúgvingum v.m. gevur skúlin eftir umsókn næmingum avriks- flutning í teimum lærugreinum, har teir hava tikið og staðið eina próvtøku í eini hægri framhaldsút- búgving á sama ella hægri stigi. Stk. 2. Tað snýr seg um hesar miðnámsútbúgvingar v.m.: 1. Hægri fyrireikingarpróvtøka 2. Studentspróvtøka Stk. 3. Avriksflutningur við støði í lærugreinum úr donskum og grønlendskum miðnámsútbúgvingum, European Baccalaureate (EB), Intemational Bac- calaureate (IB), Option Intemational du Baccalaure- at (OIB), Den Dansk/Franske Baccalaureat (DFB) ella útlendskum miðnámsútbúgvingum hevur sum fortreyt, at próvtøka (lærugreinini er staðin sambært reglunum í viðkomandi útbúgving. Avísar lærugrei- nir frá EB og IB em tiknar við í fylgiskjali 1. Stk. 4. Við avriksflutning sambært stk. 2 og 3 skal “avriksflutningur” tilskilast í próvtalsteiginum á próvskjalinum í tí nýggju útbúgvingini, og próvtøk- an/útbúgvingin, sum gevur avriksflutning, skal til- skilast í teigin fyri undantaksloyvi ella samsvarandi. Próvtøl kunnu ikki førast yvir á próvskjalið í tí nýggju útbúgvingini. Stk. 5. Fyri tær einstøku gymnasialu útbúgvingamar kunnu reglur vera ásettar fyri, í hvønn mun avriks- flutningur sambært stk. 1 og 3 kunnu vera partar av einari samlaðari próvtøku. Avmarkingar kunnu tó ikki setast fyri avriksflutning við støði í miðnám- sútbúgvingum úr øðmm norðurlondum. Kcera § 6. Kæmr um avgerðir skúlans eftir hesi kunngerð kunnu leggjast fyri tann myndugleika, ið sambært reglum um ta ávísu útbúgvingina, er kæmstovnur. Gildi § 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Undirvísingar- og mentamálastýrið, 28. mei 1997 Eilif Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Jákup Thorsteinsson (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.