Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 15
303
støði, hevur fingið í minsta lagi 6 í ársmeti, tá
lærugreinin var lokin, ella
4) um eingin próvtøka verður hildin í lærugreinini,
hevur fingið í minsta lagi 6 í ársmeti, tá lærugre-
inin varð lokin.
Stk. 4. Næmingar í eini 3 ára undirvísingargongd til
studentspróvtøkuna kunnu bert fáa avriksflutning
við støði í lærugreinum, sum eru gjøgnumførdar á
einum øðrum útbúgvingstovni enn tí, næmingurin er
tikin inn á, um lærugreinin er lokin áðrenn upptøku
á studentaskúla. Tó kann næmingur eftir góðkenn-
ing rektarans gjøgnumføra lærugreinir, sum skúlin
ikki bjóðar fram, á øðrum gymnasialum útbúgving-
arstovni. I hesum føri verður § 3, stk. 3 ikki at nýta.
Stk. 5. í teimum lærugreinum, har bæði skrivlig og
munnlig próvtøka verður hildin, er avriksflutningur
bert møguligur um reglurnar í stk. 3 eru uppfyltar
bæði fyri tað skrivliga og munnliga próvtalið.
Stk. 6. Próvskjal kann fyri eina gymnasiala útbúgv-
ing ikki verða skrivað út við støði í ársmeti ella
próvtølum, sum einans eru fingin sum úrslit av und-
irvísing ella próvtøkum sambært ásetingunum um
eina aðra útbúgving.
Stk. 7. Frávik í stk. 3 kunnu í einstøkum førum
verða gjørd til eina samlaða próvtøku við ein stud-
entaskúla ella eitt HF-skeið sambært reglum, sum
eru ásettar í studentaskúla- og HF-próvtøkukunn-
gerðini.
§ 4. Próvtøl frá tí avriksflutningsgevandi lærugreini-
ni verða flutt á próvskjalið í tí nýggju útbúgvingini
sambært reglunum um hesa útbúgving. A próvskja-
linum verður tilskilað, at próvtalið er fingið við av-
riksflutningi - eisini skulu útbúgving og útbúgving-
arstovnur tilskilast.
Avriksflutningur við støði í
eini hægri framhaldsútbúgving og altjóða
ella útlendskum miðnámsútbúgvingum
§ 5. Sum partur av einstøkum miðnámsútbúgvingum
v.m. gevur skúlin eftir umsókn næmingum avriks-
flutning í teimum lærugreinum, har teir hava tikið
og staðið eina próvtøku í eini hægri framhaldsút-
búgving á sama ella hægri stigi.
Stk. 2. Tað snýr seg um hesar miðnámsútbúgvingar
v.m.:
1. Hægri fyrireikingarpróvtøka
2. Studentspróvtøka
Stk. 3. Avriksflutningur við støði í lærugreinum úr
donskum og grønlendskum miðnámsútbúgvingum,
European Baccalaureate (EB), Intemational Bac-
calaureate (IB), Option Intemational du Baccalaure-
at (OIB), Den Dansk/Franske Baccalaureat (DFB)
ella útlendskum miðnámsútbúgvingum hevur sum
fortreyt, at próvtøka (lærugreinini er staðin sambært
reglunum í viðkomandi útbúgving. Avísar lærugrei-
nir frá EB og IB em tiknar við í fylgiskjali 1.
Stk. 4. Við avriksflutning sambært stk. 2 og 3 skal
“avriksflutningur” tilskilast í próvtalsteiginum á
próvskjalinum í tí nýggju útbúgvingini, og próvtøk-
an/útbúgvingin, sum gevur avriksflutning, skal til-
skilast í teigin fyri undantaksloyvi ella samsvarandi.
Próvtøl kunnu ikki førast yvir á próvskjalið í tí
nýggju útbúgvingini.
Stk. 5. Fyri tær einstøku gymnasialu útbúgvingamar
kunnu reglur vera ásettar fyri, í hvønn mun avriks-
flutningur sambært stk. 1 og 3 kunnu vera partar av
einari samlaðari próvtøku. Avmarkingar kunnu tó
ikki setast fyri avriksflutning við støði í miðnám-
sútbúgvingum úr øðmm norðurlondum.
Kcera
§ 6. Kæmr um avgerðir skúlans eftir hesi kunngerð
kunnu leggjast fyri tann myndugleika, ið sambært
reglum um ta ávísu útbúgvingina, er kæmstovnur.
Gildi
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
Undirvísingar- og mentamálastýrið, 28. mei 1997
Eilif Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jákup Thorsteinsson (sign.)