Tíðindablaðið - 25.10.1974, Page 11
Fríløtan
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974 Síða 11
\ : i
.... " /' I ■ " .j .. ■' '■ " ■ ' "" »■■■ ' " . ' '■
Lagnudagurin, tá
virðisbrøvini
ruku niður á botn
Ein klænur sigarettroykjari situr á einum
bonki á høvuðsjarnbreytini í Stockholm
og er beint nú blivin 120.000 svenskar
krónur ríkari. Hann hevur fingið Nobel-
heiðurslønina í bókmentum. Møguliga
hevur hann kenning. Tá hann var deyður
varð sagt, at hann hevði verið alkohol-
ikari í mong harrans ár.
Hann æt Sinclair Lewis, var føddur í
einum lítlum býi á amerikansku fløtun-
um og gjørdist maðurin, sum í 20unum
skrivaði so rámandi um amerikanska
lívsháttin. Skaldsøgupersónurin
«Babbitt», sum hann avmyndaði í
søguni um ognarhandilsmannin George
F. Babbitt, verður enn í dag roknaður
sum ein eyðkendur amerikanari.
Hesin miðalamerikanarin
frá 20unum gjørdist ein
heimssøguligur persónur,
tí hann hevði so avgerandi
og nógv at siga í tí krepp-
uni, sum førdi til húsa-
gangin á sølumarknaði-
num í New York, og sum
skakaði allan heimin.
løgdu seg út í figgjarviður-
skiftini, var av sonnum ein
ruðuleiki, søgdu amerikan-
arar. Tann háttur, amerik-
anarar brúktu til at stýra
vinnulívinum og pengun-
um, mátti avgjørt vera
tann rætti.
Vaksandi
inntøkurnar
1 hesum
døgum
fyri
45
árum
síðani
Fyri valið i 1928 segði
republikanska forsetaval-
evnið Herbert Hoover, at
«vit fara skjótt í hesum
landinum við Guðs hjálp
og framhaldandi republik-
anskari umsiting at kunna
beina fyri fátækdømi-
num».
Sjálvandi fór Hoover at
verða valdur, og fólk
kundu tá siga, hvat tey
vildu. Men hann var ongin
skemtari. Hann trúði sum
Babbitt og allir amerik-
anarar, at tað bar til at
beina fyri fátækadømi-
num, at teir skilagóðu
amerikansku handils-
menninir nú dugdu at
stýra teimum skiftandi
konjunkturunum, so at
ringar tíðir — t.v.s. fá-
tækdømi — kundi fyri-
byrgjast og ævig vælferð
koma í staðin.
Fyri at halda lív í tí
stóru spekulasjónini tóku
meglaramir stór lán, so at
teir altíð skuldu hava
kapital til transaktiónir á
sølumarknaðinum. Hesi
lán gjørdust ófatuliga høg
— fýra miljardir dollars.
Lagnudagurin
Hesi lán komu at hava
ringar avleiðingar, tá bløð-
ran brast — tá alt bjart-
skygnið knappliga broytt-
ist til iva um, hvat hesi
pappírini í roynd og vem
umboðaðu og vóru verd.
Kursfallið var líka so ør-
kymlandi, sum kurshækk-
ingin hevði verið framman-
undan.
Ongin veit við vissu, hví
bløðran brast júst á heysti
í 1929. Hví Babbitt misti
álitið á tey vaksandi fram-
leiðslutøhni og tann góða
konjunkturin júst frá 24.
oktober til eina ferð í
november 1929.
Tað eru liðin 45 ár siðani
miðalamerikanarin og teir
stóm spekulantprnir skap-
tu ta álvarsligu kreppuna.
Kursfallið
Sølumarknaðurin hevði
ikki meira erm latið upp
24. oktober, fyrr enn sølu-
ordrarnir floymdu inn.
Bert eftir einum tíma fullu
øll partabrøv, og kurseftir-
Utið kundi ómøguliga
fylgja við. Tíðindini um
kursfallið breiddu seg sum
rótasúpan, og við tíðind-
unum kom ræðslan. 011
vildu selja. Meglararnir
við teimum stóm lánunum
høvdu ongan frið á sær, og
fyri at klára seg noyddust
teir at selja øll tey parta-
brøv, teir kundu sleppa av
við. Hesi lán og prisfallið
yvirhøvur rakti eisini teir
stóm bankarnar. Húsið
Morgan sendi seinnapartin
ein meglara á sølumarkn-
aðin. Hann skuldi royna at
fyribyrgja vanlukkuni við
at bjóða uppá partabrøvini
í Morgan United State
Steel. Eftir 10 minuttum
keypti hann fyri 30 miljón-.
ir. Hetita steðgaði óttanum
í einar tveir dagar. Men nú
vildu øll selja, meðan tíð
var. Týsdagin 29. oktober
raplaði sølumarknaðurin
saman. 16 1/2 miljón part-
abrøv vórðu tveitt út til
sølu.
Morgunin eftir stóð
Babbitt á bemm. Ein
nýggj tíð rann upp. Teir
fáu og sterku ríkmenninir
vóru rendir um koll. Fólk
trúðu ikki uppá teir long-
ur. Staturin noyddist at
leggja uppí. í 1930 fekk
Sinclair Lewis Nobel-heið-
urslønina. Hann var ein av
teimum fáu Babbittunum,
sum tjenti nakað tað árið.
Amerikanska
trúgvin
Tann trúgv, amerikanarar
høvdu uppá, at vælferðin
fór at koma so við og við
av sær sjálvari, minti um
miðaldarmannin við síni
tryggu Gudstrúgv undir
veingjunum á tí katólsku
kirkjuni. I USA i 1920un-
um varð pávadømið í mið-
øldini umboðað av teimum
riku. Framleiðslan vaks
uttan íhald, vømmar blivu
betri og betri. Hetta fekk
amerikanarar at trúgva, at
tað var best, um nakrir út-
valdir fáir menn høvdu
einkarrætt til framleiðslu
og sølu og soleiðis ásettu
prísin á vømnum. Teir
komu sostatt at ráða yvir
tí búskaparligu gongdini.
Hin parturin av heimi-
num, har menn tosaðu um
sosialismu, og stjómirnar
Inntøkurnar hjá Babbitt
— miðalamerikanaranum
— vuksu og vuksu, uttan
mun til um hann var van-
ligur lønmóttakari ella
hevði sítt egna virki. Hann
hevði eisini góðan kjans at
fáa uppaftur meira burtur-
úr ti vaksandi amerikansk-
u ognini: hann kundi spek-
ulera á sølumarknaðinum.
Bjartskygnið øktist ár
undan ári, og tað var tí
natúrligt fyri fólk at keypa
partabrøv. Tað var tað
sama sum at keypa sær
ríkidømi í framtíðini, søgd-
u tey.
011 pappír vuksu í virði í
20unum — ongi partabrøv
em nakrantíð í søguni
hækkað so nógv sum t.d.
bil- og radiopartabrøv á
sølumarknaðinum í New
York síðst í 20unum. Tað
gjørdist ein stuttleiki at
spekulera á sølumarknaði-
num.
Sinclair Lewis, sum skrivaði skaldsøguna um Babbitt