Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Qupperneq 11

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Qupperneq 11
Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974 Síða 11 \ : i .... " /' I ■ " .j .. ■' '■ " ■ ' "" »■■■ ' " . ' '■ Lagnudagurin, tá virðisbrøvini ruku niður á botn Ein klænur sigarettroykjari situr á einum bonki á høvuðsjarnbreytini í Stockholm og er beint nú blivin 120.000 svenskar krónur ríkari. Hann hevur fingið Nobel- heiðurslønina í bókmentum. Møguliga hevur hann kenning. Tá hann var deyður varð sagt, at hann hevði verið alkohol- ikari í mong harrans ár. Hann æt Sinclair Lewis, var føddur í einum lítlum býi á amerikansku fløtun- um og gjørdist maðurin, sum í 20unum skrivaði so rámandi um amerikanska lívsháttin. Skaldsøgupersónurin «Babbitt», sum hann avmyndaði í søguni um ognarhandilsmannin George F. Babbitt, verður enn í dag roknaður sum ein eyðkendur amerikanari. Hesin miðalamerikanarin frá 20unum gjørdist ein heimssøguligur persónur, tí hann hevði so avgerandi og nógv at siga í tí krepp- uni, sum førdi til húsa- gangin á sølumarknaði- num í New York, og sum skakaði allan heimin. løgdu seg út í figgjarviður- skiftini, var av sonnum ein ruðuleiki, søgdu amerikan- arar. Tann háttur, amerik- anarar brúktu til at stýra vinnulívinum og pengun- um, mátti avgjørt vera tann rætti. Vaksandi inntøkurnar 1 hesum døgum fyri 45 árum síðani Fyri valið i 1928 segði republikanska forsetaval- evnið Herbert Hoover, at «vit fara skjótt í hesum landinum við Guðs hjálp og framhaldandi republik- anskari umsiting at kunna beina fyri fátækdømi- num». Sjálvandi fór Hoover at verða valdur, og fólk kundu tá siga, hvat tey vildu. Men hann var ongin skemtari. Hann trúði sum Babbitt og allir amerik- anarar, at tað bar til at beina fyri fátækadømi- num, at teir skilagóðu amerikansku handils- menninir nú dugdu at stýra teimum skiftandi konjunkturunum, so at ringar tíðir — t.v.s. fá- tækdømi — kundi fyri- byrgjast og ævig vælferð koma í staðin. Fyri at halda lív í tí stóru spekulasjónini tóku meglaramir stór lán, so at teir altíð skuldu hava kapital til transaktiónir á sølumarknaðinum. Hesi lán gjørdust ófatuliga høg — fýra miljardir dollars. Lagnudagurin Hesi lán komu at hava ringar avleiðingar, tá bløð- ran brast — tá alt bjart- skygnið knappliga broytt- ist til iva um, hvat hesi pappírini í roynd og vem umboðaðu og vóru verd. Kursfallið var líka so ør- kymlandi, sum kurshækk- ingin hevði verið framman- undan. Ongin veit við vissu, hví bløðran brast júst á heysti í 1929. Hví Babbitt misti álitið á tey vaksandi fram- leiðslutøhni og tann góða konjunkturin júst frá 24. oktober til eina ferð í november 1929. Tað eru liðin 45 ár siðani miðalamerikanarin og teir stóm spekulantprnir skap- tu ta álvarsligu kreppuna. Kursfallið Sølumarknaðurin hevði ikki meira erm latið upp 24. oktober, fyrr enn sølu- ordrarnir floymdu inn. Bert eftir einum tíma fullu øll partabrøv, og kurseftir- Utið kundi ómøguliga fylgja við. Tíðindini um kursfallið breiddu seg sum rótasúpan, og við tíðind- unum kom ræðslan. 011 vildu selja. Meglararnir við teimum stóm lánunum høvdu ongan frið á sær, og fyri at klára seg noyddust teir at selja øll tey parta- brøv, teir kundu sleppa av við. Hesi lán og prisfallið yvirhøvur rakti eisini teir stóm bankarnar. Húsið Morgan sendi seinnapartin ein meglara á sølumarkn- aðin. Hann skuldi royna at fyribyrgja vanlukkuni við at bjóða uppá partabrøvini í Morgan United State Steel. Eftir 10 minuttum keypti hann fyri 30 miljón-. ir. Hetita steðgaði óttanum í einar tveir dagar. Men nú vildu øll selja, meðan tíð var. Týsdagin 29. oktober raplaði sølumarknaðurin saman. 16 1/2 miljón part- abrøv vórðu tveitt út til sølu. Morgunin eftir stóð Babbitt á bemm. Ein nýggj tíð rann upp. Teir fáu og sterku ríkmenninir vóru rendir um koll. Fólk trúðu ikki uppá teir long- ur. Staturin noyddist at leggja uppí. í 1930 fekk Sinclair Lewis Nobel-heið- urslønina. Hann var ein av teimum fáu Babbittunum, sum tjenti nakað tað árið. Amerikanska trúgvin Tann trúgv, amerikanarar høvdu uppá, at vælferðin fór at koma so við og við av sær sjálvari, minti um miðaldarmannin við síni tryggu Gudstrúgv undir veingjunum á tí katólsku kirkjuni. I USA i 1920un- um varð pávadømið í mið- øldini umboðað av teimum riku. Framleiðslan vaks uttan íhald, vømmar blivu betri og betri. Hetta fekk amerikanarar at trúgva, at tað var best, um nakrir út- valdir fáir menn høvdu einkarrætt til framleiðslu og sølu og soleiðis ásettu prísin á vømnum. Teir komu sostatt at ráða yvir tí búskaparligu gongdini. Hin parturin av heimi- num, har menn tosaðu um sosialismu, og stjómirnar Inntøkurnar hjá Babbitt — miðalamerikanaranum — vuksu og vuksu, uttan mun til um hann var van- ligur lønmóttakari ella hevði sítt egna virki. Hann hevði eisini góðan kjans at fáa uppaftur meira burtur- úr ti vaksandi amerikansk- u ognini: hann kundi spek- ulera á sølumarknaðinum. Bjartskygnið øktist ár undan ári, og tað var tí natúrligt fyri fólk at keypa partabrøv. Tað var tað sama sum at keypa sær ríkidømi í framtíðini, søgd- u tey. 011 pappír vuksu í virði í 20unum — ongi partabrøv em nakrantíð í søguni hækkað so nógv sum t.d. bil- og radiopartabrøv á sølumarknaðinum í New York síðst í 20unum. Tað gjørdist ein stuttleiki at spekulera á sølumarknaði- num. Sinclair Lewis, sum skrivaði skaldsøguna um Babbitt

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.