Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 7
• TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
Síða 7
Nótin rennur út_og mangan gevur hon góðan fong enn, hóast
sildaveiðan verður avmarkað
Veiðan av sild
á okkara leið
kemur møguliga
fyri seg aftur
tað er ein minking uppá
meira enn 30 %.
í Skagerak vórðu til-
samans fiskað 280.000
tons í 1968. Bert fýra ár
seinni var tann samlaða
veiðan minkað til minni
enn fjórðingin. Føroyingar
fingu 14.500 tons í Skager-
ak í 1973.
Kynsbúgvin sild úr
Norðsjónum er í Skagerak
um veturin. og ungsild úr
Tað kann roknast við, at møguleikar
okkara at veiða sild sunnanfyri eisini
fara at verða skerdir tey komandi árini,
men fiskifrøðingar halda ein møguleika
vera fyri, at veiðan av sild í Norskahavin-
um kann byrja aftur um nøkur ár. Hesin
stovnurin er við at koma fyri seg aftur.
Tað eru bert liðin gott 10
ár, síðani føroyingar fóru
at veiða silđ í Norðsjónum,
og uppá hesa stuttu tíð er
Norðsjógvurin blivin tann
leið, sum hevur størstan
týdning fyri føroyska fisk-
ivinnu, sigur Kjartan Hoy-
dal fiskifrøðingur um veiðu
okkara og framtíðarmøgu-
leikarnar.
1 tonsum veiða vit meira
av sild enn nøkrum øðrum
fiskaslag, og alt verður
veitt í Norðsjónum, Skag-
erakk og vestan fyri
bretsku oyggjarnar.
Illa farin
stovnur
í 1968 vórðu veidd tilsam-
ans 717.000 tons av sild í
Norðsjónum, og føroying-
ar fingu 49.416 tons. Tey
komandi árini minkaði
tann samlaða veiðan hjá
øllum londum munandi (til
491.000 tons í 1972), men
føroyingar øktu um sína
veiðu við teimum stivliga
20 nótaskipunum.
Teir tríggir sildastovn-
arnir í Norðsjónum eru
ikki væl fyri, og hetta
hevur ført til tær avmark-
ingar, sum NEAFC-sam-
gongan hevur gjørt. í ár
hava føroyingar loyvi at
veiða gott 40.000 tons, og
Norðsjónum veksur eisini
upp á hesi leið. Haraftrat
eru fleiri aðrir sildastovn-
ar, sum hoyra heima í
Skagerak, og sum gýta
antin um várið ella um
heystið. Tað er torført at
meta um, hvussu hesir
stovnar fara at roynast,
men teir kunnu fáa týdn-
ing fyri fiskiskapin.
Vestan fyri
Bretland
Vestan fyri bretsku oyggj-
arnar verður mest roynt
eftir gýtandi sild. Tað eru
skotsk skip, sum fiska
hesa sild innan fyri fiski-
markið. Millum St. Kilda
og irsku norðurstrondina
royna vesturtýskir, holl-
endskir og polskir trolarar
eftir sild, og føroysk, ís-
lendsk og norsk nótaskip
taka nakað av hesum
stovni við Hetland.
Tann samlaða veiðan
vestanfyri bretsku oyggj-
arnar øktist úr 100.000
upp í 189.000 tons frá 1968
til 1972. Fyri tveimum
árum síðani veiddu føroy-
ingar 9.000 tons har. Eis-
ini á hesi leið er fiskiskap-
urin avmarkaður nú.
Kjartan Hoydal sigur,
at alt samantikið sær tað
ikki ljóst út fyri sildaveið-
uni í Norðsjónum og vest-
an fyri bretsku oyggjarnar
tey komandi árini. Antin
verður veiða okkara av-
markað av millumlandaav-
talum, ella kunnu vit
vænta — um ongar av-
markingar verða — at fisk-
iskapurin dettur burtur í
onki.
VEIflfl DKKARfl
OG MOGULEIKAR
Tað er nú greitt, hvørjar
grundirnar vóru til, at
norska sildin, sum m.a.
føroyingar royndu eftir við
gørnum, næstan hvarv.
Ein av grundunum var, at
Framhald á aftastu síðu
Kortið vísir, hvar norskasildin helt til
30.000 pund
Brimnes kom á Runa-
vík mikudagin við
30.000 pundum av línu-
veiðu undir Føroyum.
Tað var okkurt í ólagi
við róðurgreiðunum, tá
teir komu inn.
Fær um-
vælingar
Mórgunroðin liggur á
Runavík og fær ymsar
umvælingar. Morgun-
roðin hevur framman-
undan verið á beding á
Skálá.
Royndartúr
Havaldan, sum hevur
skift motor í Arhus,
skuldi royndartúr í hesi
vikuni. Teir roknaðu
við, at tað fór at ganga
ein vika frá tí, at skipið
hevur verið royndartúr,
til tað var leyst av
skipasmiðjuni.
Á saltfiskaveiðu
undir íslandi
Morgunstjørnan er á
saltfiskaveiðu undir Is-
landi við línu. Teir fóru
fyri eini 10 døgum síð-
ani.
Við upsagørnum
Kallur roynir við upsa-
gørnum undir Føroy-
um. Teir vóru inni fyri
veður og fóru útaftur
týskvøldið. Tá teir
komu inn, høvdu teir
havt tvær setur og
høvdu fiskað 9 tons.
Upsin verður saltaður
umborð.
125 tons
Nesbúgvin liggur á
Runavík við lastini.
TÍÐINDI
ÚR
EYSTUROY
Teir komu av garna-
veiðu undan Grønlandi
um miðjan henda mán-
an og høvdu fiskað 125
tons. Nesbúgvin fór yv-
ir til Grønlands fyrst í
oktober mánað, og fisk-
iskapurin var nakað
frægari uppundir jól og
millum jól og nýggjár.
Nýggjan túr
Oknin, sum nýliga hev-
ur skift motor, liggur á
Runavík og ger klárt til
nýggjan túr.
Nykur
Seinasta fríggjadag av-
reiddu 3 bátar til Nyk á
Toftum. Teir lógu úr
3.300 upp í 8.100 pund.
Leygardagin avreiddu 7
bátar. Ein hevði 1.600
og hinir lógu úr 4.600
upp í 8.100 pund.
Henda dagin tóku teir á
Nyki ímóti tilsamans
38.400 pundum. Miku-
dagin avreiddu 7 bátar
aftur úr 1.200 upp í
5.600 pund. Triggir av
bátunum vóru eystan-
fyri og teir fiskaðu lítið,.
meðan hinir, sum vóru
vestanfyri, fingu meira.
Stapin roynir undir
Føroyum, og hann
kemur væntandi at av-
reiða mánadagin. Jógv-
an Norði er undir Is-
landi.