Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 4
Síða 4
TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
Fyrstadags-
konvoluttar
Havnar hornorkestur
hevur fingið fatur á
nøkrum fyrstadagskon-
voluttum til nýggju før-
oysku frímerkini.
Konvoluttarnir hava
sera snotiligar myndir,
ið samsvara við frí-
merkini. Har eru tveir
konvoluttar við mynd-
um eftir Ásmund Poul-
sen, tríggir við máln-
ingum eftir Eyvind
Mohr, Ruth Smith og
Samuel Joensen-Miki-
nes, og tríggir við kort-
um eftir Abraham Or-
telius og úr bókini
«Faroæ et Faroa reser-
ata» eftir Lucas Debes.
Hesir konvoluttar
verða seldir frá í dag og
kosta 6 krónur fyri sett-
ið við átta konvolutt-
um. Fólk kunnu so
sjálvi seta frímerkir á
og fáa tey stemplað á
posthúsinum í Havn
30. januar.
Við tað at tað eru
fleiri frimerkir enn kon-
voluttar verður mælt
til, at frankerað verður
soleiðis: merkini við
málningum verða sett
eitt á hvønn konvolutt,
merkini við myndum
hjá Ásmund Poulsen
verða sett tvey og tvey,
50 og 90 oyra merkini
verða sett á konvoluttin
við kortinum frá 1595,
meðan 10, 60, 80 og 120
oyra merkini verða sett
tvey og tvey á konvo-
luttin við mynd av
kortinum frá 1684.
Fyrstadagskonvo-
luttar hava stóran
samlaraáhuga. Bílegg-
ingar av teimum eru
komnar úr øllum herð-
aðshomum, og s^rliga
stómr er áhugin í USA.
Orsøkin er tann, at
samlarar nú hava møg-
uleika at samla merkir
frá einum landi líka frá
fyrsta frímerkinum av',
og eisini møguleika at
eiga fyrstadagskonvol-
uttar við øllum frí-
merkjunum frá hesum
landi. Hetta er so at
siga ikki møguligt við
nøkrum øðrum landi.
Konvoluttarnir em
prentaðir hjá Frits Nev-
e í Odense, sum prentar
fyrstadagskonvoluttar
til øll nýggj donsk frí-
merki og annars konvo-
luttar til frímerki úr
norðurlondum.
Ebenezer
Bíbliuflokkur er í kvøld
kl. 20.30. Evangeliskt
møti sunnudagin kl. 18
og sunnudagsskúli kl.
12.
NÝTT
ÍDAG
Gudstænastur
Eivind Vilhelm vara-
biskuppur hevur guds-
tænastu í Havnar kirkj-
u sunnudagin kl. 11.
T. Beder hevur guds-
tænastu i Fuglafirði
sunnudagin, J. Follend
hevur gudstænastu á
Glyvmm. K.O. Viderø
verður í Øravík kl. 12
og í Fámjin kl. 18.
Kjartan Mørkøre hevur
gudstænastu í Kaldbak
Salomon Joensen verð-
ur í Hvannasundi, Mar-
tin Restorff Jacobsen
verður í Vági kl. 12 og í
Hovi kl. 18. Høgni
Poulsen hevur guds-
tænastu í Miðvági og
Petur Martin Rasmus-
sen hevur gudstænastu
við Gjógv kl. 12 og á
Eiði kl. 18.
Frelsunar-
herurin
Seinasta møti í hesi
møtirøðini verður í
kvøld kl. 20. Loytn
Oskarson og frú syngja
og tala.
Kl. 19.30 verður bøn-
armøti og kl. 21.45 møti
á Vaglinum.
Evangeliihúsið
Evangelisk møtir verða
i kvøld og leygarkvøld-
ið kl. 20. Sunnudagin
verða evangelisk møtir
kl. 11 og 18. Egil
Eberson trúboðari úr
Noreg talar. Sunnu-
dagsskúli verður kl. 14.
Missiónshúsið
við Landavegin
Sunnudagin verður
sunnudagsskúli kl. 14
og møti kl. 19.
Hættisligt
at fara út
Bretski skiparin George
Sandercock hevur mælt
myndugleikunum til at
lata allar sjómenn vita,
at teir eiga ikki at fara í
býin í amerikanskum
havnum um kvøldið ella
á náttartíð. Orsøkin til
hesa áheitan er, at ein av
manningini á skipi hans-
ara varð myrdur í Nor-
folk í Virginia. George
Sandercock sigur, at tað
er altíð hættisligt at fara
út'um kvøldið í amerik-
anskum havnabýum, og
at tað átti at verið for-
boðið sjómonnum at far-
ið í land í myrkri.
Føroyskur sjónleikur
arbeiðir undir
trongum umstøðum
- Men vit hava fitt av góðum leikarum
at velja í, sigur Eyðun Johannesen
- Teir báðir leikirnir, sum
Havnar sjónleikarfelag í
næstu viku byrjar at fram-
íøra eru á mangan hátt
tveir ólíkir leikir, men
kortini líkjast teir í vissar
mátar, sigur Eyðun Joh-
annesen.
- Meðan Jákup Sibbi
eftir Hans Dalsgaard er ein
leikur, sum fer fram á
bygd, fer Ánanias eftir ís-
lendingin Jøkull Jacobsen
fram í einum býi. Teir eru
eisini ólíkir á annan hátt,
men báðir hava teir eini
gomul hjún til høvuðs-
persónar, sum standa
meira og minni uttanfyri
samfelagið, og sum ikki
duga at vera sær sjálvum
nóg mikið. I Ánanias livir
maðurin í dreymum um
eina farna tíð, meðan
mikstururin frá læknanum
er tað einasta, sum kann'
geva .konuni nakað lívs-
innihald.
Velur mest
eftir útsjónd
I Jákup Sibba eru 11 leik-
arar og í hinum fýra.
- Hevur tú nógv fólk i at
velja til at spæla sjónleik?
- Her í Havn hava vit
altíð eini 20 fólk í at velja,
sigur Eyðun Johannesen,
sum er leikstjóri.
- Verða møguleikamir
við hesum fólkum ikki
nógv avmarkaðir, av tí at
tað er eitt mark fyri,
hvørjar leiklutir tey kunnu
hava?
- Tað er natúrligt, at
hvør hevur síni mark. Ein
kann t.d. finna ein skemt-
ileikara, sum bert kann
hava skemtiligar leiklutir,
men eg haldi, at tað ber illa
til at siga, at okkara leik-
arar ikki spenna vítt. Tó
hava amatørar sjálvandi
ikki tann sama møguleika
at umskapa seg sum pro-
fessionellir sjónleikarar.
Við amatørleikarum er tað
meira soleiðis, at ein velur
leikarar eftir útsjónd fyri
at seta teir í teir leiklutir,
sum teir hóska best til.
- Av teimum eldru leik-
arunum, sum bert hava
lært við at spæla sjónleik,
hava vit fitt av góðum
fólki at velja burturúr.
Men tað eru fleiri av teim-
um eitt sindur eldru, sum
halda seg aftur og meina,
at teir eiga at lata tey
yngru sleppa framat.
Hetta ger, at tað er eitt hol
í aldursbólkinum frá 40 ár
og nakað uppeftir. í hesum
aldursbólkinum vantar
okkum serliga kvinnuligar
leikarar.
- Koma vit til tað yngra
ættarliðið, eru tað harí-
móti kvinnurnar, sum eru
við yvirlutan. Av yngri
fólki taka vit bara tey við,
sum hava verið á sjónleik-
araskeiði, tí tey eru tá
betri før fyri at arbeiða
meira sjálvstøðugt.
Má velja
og vraka
- Tekur tað langa tíð at
velja fólk til leiklutirnar?
- Tú lesur ein leik fleiri
ferðir ígjøgnum og metir
um, hvørjir møguleikar ið
eru. Tú hugsar alla tíðina
um teir leikarar, sum tú
hevur at velja ímillum. Vi-
Jákup Sibba hugsaði eg
mær í fyrstuni ein annan
persón til at leika Jákup
Sibbi, men hann bar seg
undan. So valdi eg Óla
Kurt, sum eg eisini hevði
hugsað um, men tað er
greitt, at leikurin hevði
verið ein annar við einum
øðrum høvuðsleikara. Tað
er neyðugt at instruera
leikin og leggja hann til
rættis eftir leikarunum.
- Tað kann eisini verða
avgerandi fyri, hvussu ein
leikur verður, hvør tað er
sum instruerar hann. Am-
atørar hava aloftast eina
ógvuliga stóra virðing fyri
manuskriptinum, meðan
tann professionelli brúkar
manuskriptið sum eina
beinagrind, ið hann byggir
leikin á. Tað kann sigast
soleiðis, at sjálvt manu-
skriptið er tann parturin
av ísfjallinum, sum sting-
ur uppundan, men har er
nógv undir vatnskorpuni,
sum ikki sæst. Ein væl-
skrivaður sjónleikur hevur
ein hóp av møguleikum,
men allir kunnu teir ikki
fáast við, tú mást velja og
vraka.
- Jákup Sibbi er ein
skemtiligur leikur, og høv-
uðspersónurin er ein látur-
ligur persónur, men hetta
er ein leikur við nógvum
møguleikum, og tað er
nógvastaðni, at ein kann
fara longur niður í evnið og
leita nakað fram, sum ligg-
ur aftanfyri.
- Vit spæla leikin sum
ein skemtileik, men tað er
nakað syrgiligt yvir hon-
Eyðun Johannesen: - Ein
vælskrivaður sjónleikur
hevur nógvar møguleikar,
men allir kunnu ikki fáast
við
um, og vit hava roynt at
geva leikinum ein brodd.
Savna alt
tilfar
Eftir at hava virkað í
Føroyum í fleiri ár, fór
Eyðun J ohannesen til
Danmarkar í 1970 og kom
aftur fyri hálvumøðrum ári
síðani. Hann er settur í
starv lutvís av landsstýr-
inum sum ráðgevandi við-
víkjandi sjónleiki, og lut-
vís av sjónleikarfelagnum
sum leikhúsleiðari.
- Hetta er ov nógv
arbeiði til ein mann, um
nakað munagott skal kom-
a burturúr. Eg kann illa
sjálvur vera leingi úti á
bygd og leggja fólki har
lag á. Eg fái ofta fyri-
spurningar frá feløgum,
sum ætla at framføra sjón-
leik, um hvat tilfar, ið
finst. Mítt arbeiði er eisini
at fáa til vega nýtt tilfar og
fáa útlendskar leikir um-
settar.
- Landsbókasavnið ar-
beiðir við at gera eitt savn
við øllum tí tilfari, sum
finst á føroyskum, og eg
geri eitt yvirlit, sum eisini
i stuttum greiðir frá inni-
haldinum í teimum ymsu
leikunum.
- Finst nógv tilfar á
føroyskum?
- Nakað finst, men nógv
av tí er nokkso krevjandi.
Eg haldi, at tað er mest
tørvur á slíkum tilfari,
sum óroyndir sjónleikarar
kunnu fara undir. Nógv av
ti gamla føroyska tilfar-
inum er so nógv spælt.
- Tað eru nógvir leikar-
ar, sum ikki vilja spæla
sjónleik, tí teir fáa onki
burturúr, sjálvt um hetta
er sera tíðarkrevjandi.
Føroyingar hava goldið
nógv til danir, sum koma
henda vegin at framføra
sjónleik. Nú hendi tað fyri
stuttum, at føroyskir
stovnar hava goldið fyri
framleiðsluna av eini
danskari tourne, sum eftir
at hava verið her, eisini
skal ferðast kring Dan-
mark og harvið stuðla
danskan sjónleik, meðan
okkara egnu leikarar onga
samsýning fáa.
Seks uppskot
komu inn
- Er tað annars nakað
annað tú arbeiðir við?
- Eg havi nú í eina tíð
arbeitt við at dramatisera
tvær føroyskar skaldsøg-
ur: Feðgar á Ferð eftir
Heðin Brú, og Degnings-
vindar (Blæsende Gry) eft-
ir William Heinesen.
- Hvat verður tað næst-
a, tit fara at framføra?
- Vit kundu spælt ein
hóp av útlendskum tilfari,
men eg haldi, at høv-
uðsdenturin eigur at leggj-
ast á føroyskt tilfar. Tað
føroyska tilfarið nýtist ikki
at umarbeiðast fyri at
kunna framførast her hjá
okkum, og tað var fyri at
fáa slíkt tilfar til vega, at
Varðin útskrivaði eina
kapping um sjónleikir.
Henda kapping hevur giv-
ið tað úrslit, at seks manu-
skript eru innkómin. Tíð-
arfrestin er úti 1. februar.
Tann næsti leikurin, sum
vit fara at framføra, verður
ein av teimum, sum komu
inn til hesa kapping, men
enn verður onki upplýst
um, hvør hevur skrivað
ella hvat leikurin snýr seg
um, sigur Eyðun Johanne-
sen.