Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið
Telefon 1 48 49
Tað verður
torførari
at fáa
koyrikort
Síða 8
Nr. 6 - 2. árg. - leysasøla 2,00
Ikki heimild
at taka støðu
í málinum
Fríggjadagur 24. januar 1975
Samráðingarnevndin
fyri Meginfelag Útróðr-
armanna hevði mikudag-
in aftur ein fund við
landsstýrið, og ein limur
í nevndini, Adolf V.
Hansen, sigur, at lands-
stýrið fløkir alt málið
upp í ein ellubita.
Mánadagin legði sam-
ráðingarnevndin eitt
uppskot fyri landsstýr-
ismannin í fiskivinnu-
málum, har mælt var til
at landsstýrið saman við
fíggjarnevndini ásetti
nýggjar hægri avreið-
ingarprísir. Har varð
m.a. mælt til, at prísurin
á stórum toski verður
settur til 3,80 (nú er
prísurin við studningi
3,50). Nevndin skjeyt
m.a. upp, at prísurin á
millumfiski og hýsu skal
verða 3 krónur. Eftir
veiðutølunum fyri tey
tvey undanfarnu árini
metti samráðingar-
nevndin, at hesin prís-
munur fyri februar og
mars fór at vera millum
5 og 8 miljónir.
Á fundinum við lands-
stýrið mikudagin skjeyt
landsstýrið upp at av-
marka eina møguliga
fyribils hjálp til bátar og
manning undir eina á-
vísa stødd, ella bara til
línu- og snelluveiðu, men
hetta vildi samráðing-
arnevndin hjá útróðrar-
monnunum ikki góð-
taka. Landsstýrið lovaði
at leggja málið fyri
tingið, og nevndin hjá
útróðrarmonnunum
kravdi, at tingið varð
samankallað í seinasta
lagi í dag. Men hetta
vildi landsstýrið ikki.
Samráðingarnevndin
sigur, at harvið hevur
landsstýrið havnað upp-
skotinum um eina brá-
feingishjálp.
Løgmaður sigur, at
landsstýrið má hava tíð
til at fáa til vega hag-
frøðisligt tilfar og at fáa
tøl til vega, sum lýsa
støðuna hjá bátunum.
Landsstýrið er ikki lið-
ugt at viðgera uppskotið
um hægri avreiðingar-
prísir, sum eru væl
hægri enn teir galdandi
prísirnir, sigur hann.
Landsstýrið hevði
fund seinnapartin í gjár,
og tá var málið møguliga
til viðgerðar.
Takrennur
innandura
í Vestur-
kirkjuni
Frá venjingini av Jákup Sibba
Fara nú undir
ein nýggjan
føroyskan leik
6 sjónleikamanuskript komin
inn til kapping Varðans
í næstu viku fer Havnar
sjónleikarfelag at hava fyrstu
framførslu av tveimum leik-
um. Ætlanin var, at fyrsta-
framførsla skuldi vera í ann-
aðkvøld, men hetta var út-
sett av tí at ein av leikarunum
var sjúkur.
Tá hesin leikurin er liðugt-
spældur, verður' farið undir
venjingar av einum nýggjum
føroyskum leiki. Hetta er ein
av teimum leikunum, sum
inn eru komnir til kapping-
ina, sum Varðin hevur út-
skrivað.
Lesið samrøðu við Eyðun
Johannesen ásíðu4
Innan líkist Vesturkirkjan mest einum bambus-
| skógi
Arbeiðið uppá Vestur-
kirkjuna hevur mestsum
ligið stilt hesar seinastu
mánaðarnar, orsakað av
lekum í takinum. Nú eru
arbeiðsløg sett upp inn-
andura, og arbeitt verð-
ur við at tætta lekarnar
innanífrá. Eitt lag av ar-
meraðum plastikki verð-
ur sett upp undir tróðrið,
við einum tómum rúmi
ímillum tróðrið og plas-
tikkarmeringina uppá
einar fimm sentimetrar.
Vatnið, sum kemur inn.
skal so renna eftir hesum
plastikklagi, inn undir
væðingina, haðani tað
verður leitt burtur. Utt-
aná hesa plastikkarmer-
ing skal so isolerings-
tilfar leggjast tvær ferð-
ir, áðrenn loft verður
sett upp undir tróðrið.
Lekarnir eru størstir í
torninum, men annars
lekur í støðum um alt
takið. Tað er enn óvist,
nær hetta arbeiði verður
liðugt, so snikkaraar-
beiðið kann byrja.