Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 8
Síða 8
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
Missur hár
Eg eri ein tjúgu ára
gomul genta, og eg
missi nógv hár, so eg
vænti, at skjótt verður
einki eftir. Eg vaski
hárið eina ferð um vik-
una, og tá ið eg vaski
tað, fái eg hendumar
fullar av hári.
Eg eigi eitt barn,
sum er fimm mánaðir.
Kann hetta hava havt
ávirkan til hármissin?
Finst nakað evni fyri
hárvøkst?
Skjótt skallut
Hármissur tygara hev-
ur ein lítlan møguleika
at standa í samband við
barnsburðin. Hármiss-
ur kann eisini standast
av sjúku í evnisbroyt-
anini, tí eiga tygum
surh skjótast at fara til
læknan og tosa við
hann um hetta. Onki á-
víst evni finst, sum økir
hárvøksturin.
MS
Orkar ikki
meira
Fyri 2 ámm síðani var
eg fyri hending, sum
sló meg hart sálarliga.
Fyri at vinna á tonkun-
um havi eg arbeitt ógv-
uliga nógv og hartil
nýtt nokkso nógv av
brennivíni.
Nú orki eg ikki meir,
kann ikki samla tankar-
nar og havi lítlan áhuga
fyri nøkrum meir. Er
nakar møguleiki fyri at
koma burtur úr hesi
ræðuligu støðu?
Eg eri bert 36 ár.
Takk um tygum svara.
Troyttur
Tygum eiga at fara til
læknan og tosa við
hann um trupulleikar-
nar hjá tygum, so eri eg
fullvísur í, at tygum
kunnu fáa hjálp, tí tyg-
um mugu burtur úr hasi
støðuni, tygum eru í.
Hon førir ikki til nakað
gott. Kanska kundu
tygum eisini 'tosa við
ein sálarlækna fyri at
finna eina loysn á trup-
ulleikum tygara.
MS
Høvuðpína
Eg havi fingið nógv góð
ráð úr Tiðindablaðnum
ígjøgnum tygum og æt-
li mær tí at spyrja
Marner Simonsen, yvir-
lækni svarar
tygum um høvuðpínu
mína.
Eg eri sekstan ár og
havi i longri tið havt
nógva pínu í høvdinum
næstan hvørt kvøld.
Tað er ein kronisk pina,
sum fer upp ígjøgnum
nakkan, og sum aðrar
tíðir eisini fer frá eyg-
unum og uppeftir. Eg
havi roynt at tikið mag-
nyl-tablettir, men onki
hjálpir. Kann tað vera
talan um migrene ella
okkurt líknandi?
Eg havi tosað við
fólk, ið hevur sett sær
hol í oyruni, og siga
tey, at tað hjálpir.
Kann tað vera í hesum
føri?
Bygdagenta
Orsøkirnar til høvuð-
pínu eru margfaldar, og
fyri at koma fram til
eina viðgerð, so má or-
søkin finnast. Eitt tað
fyrsta, ein hugsar um í
tygara aldri, er, um
eygunum bilar nahað,
Tað kann eisini vera
okkurt í tonnunum,
kjálkaholunum ella í
vøddunum i nakkanum.
Tí mugu tygum fara til
læknan og fáa hetta
kannað, tí tygum eru so
ung, at tað ber ikki til
hvønn dag at taka
pínudoyvandi evni.
Møguliga kann tað vera
migrena, men vanliga
kemur hon í anføllum,
og kanska bert í einum
parti av høvdinum.
At seta hol í oyrini og
ganga við gulloyraring-
um haldi eg ikki er
nøkur góð loysn.
MS
Við barn?
Eg eri 21 ár og gift. Eg
vil vita, um eg eri upp á
vegin. Tað eru 40 dag-
ar, síðan eg hevði sam-
legu, og 14 dagar aftan-
á fekk eg mánasjúkuna.
Ella nær fær man mán-
asjúkuna, tá ið man er *
við barn?
Ein, sum bíðar
eftir svari
Um tygum hava havt
eina normala mána-
sjúku 14 dagar aftaná
at tygum hava havt
samlegu, so kunnu tyg-
um ikki vera við barn,
um ikki møguleikar fyri
at verða við barn hava
verið síðani. Tá ein er
vorðin við barn, fær ein
ikki normala mánasjúk-
u aftaná.
MS
Royndin til koyrikort
verður strangari
15 doyðu av ferðsluvanlukku
í fjør. Ofta ov nógv ferð
eftir umstøðunum
í fjør doyðu óvanliga nógv
fólk av ferðsluóhappum í
Føroyum. Tað var iongu
tíðliga á árinum, at talað
var um, at ferðsluóhappini
kravđu óvanliga nógv
mannalív, og talið kom
heilt upp á 15 áðrenn árið
var av.
Umframt hetta hevur
eitt nógv størri tal av fólki
fingið smærri og størri
skaðar, og tað kemur ofta
fyri, at fólk verða send
niður til læknaviðgerð eftir
ferðsluóhapp. Politiið hev-
ur ikki enn gjørt nakað
fullfíggjað yvirlit yvir
ferðsluóhappini, men tey
hava havt lyndi til at
vaksa, og tað er ikki so
løgið, tá hugsað verður um
tað vaksandi biltalið.
Onki ávíst
eyðkenni
Vit hava spurt leiðaran
fyri bileftirlitinum, Atla
Jensen, um tað eru tey
somu eyðkennini, sum
ganga aftur fyri tey ymsu
ferðsluóhappini.
- Ofta kunnu vit siga, at
tað er ov nógv ferð eftir
umstøðunum, men nakað
ávíst eyðkenni haldi eg
ikki gongur aftur, sigur
H O
% o*
TLF. 14849
Atli Jensen. í fjør høvdu
vit tó dømi um, at sama
óhapp hendi tvær ferðir.
Tað vóru børn, sum runnu
út á vegin fyri bilar, har
sum sýnið var so ringt, at
hvørki barnið ella bilfør-
arin høvdu høvi til at
síggja hvørtannað.
- Tá talað verður um,
hvat ið skal gerast fyri at
fyribyrgja ferðsluóhappum
eru tað tvey ting, sum
stórur dentur eigur at
leggjast á. Tað er: uppal-
ing av børnunum til at
duga at bera seg at í ferðsl-
uni og miljøplanlegging.
Aðrastaðni leggja arki-
tektar ógvuliga stóran
dent á, at býirnir verða
útbygdir soleiðis, at børn
sleppa undan at fara tvørt-
ur um ein høvuðsveg, tá
tey fara í skúla.
Eiga at læra
børnini
Børn eru í størri vanda fyri
at verða yvirkoyrd, av tí at
tey eru lítil og síggjast
stutt, men tað sum bilfør-
arar eisini eiga at hava í
huga er, atbørn síggja ikki
væl. Sjónin hjá teimum er
ikki fult útviklað, fyrr enn
tey eru eini 12 ár. Tey
duga ikki at meta avstand-
ir.
- Børn hava eisini størri
trupulleikar enn vaksin at
avgera, hvaðani ljóðið
kemur, og tey hava eisini
ilt við at hugsa um fleiri
ting í senn.
Tað er eisini neyðugt, at
foreldur greiða børnunum
frá, hvussu tey skulu fara
tvørtur um gøtuna, og at
tey eisini vissa seg um, at
børnini hava skilt tað, sum
sagt verður við tey.
- Eg sakni eina reaktión
frá fólki ímóti hesum nógv-
u ferðsluóhappunum, sigur
Atli Jensen. Eg havi ofta
fyrr sagt, at vit mugu ong-
antíð koma so langt, at vit
bara góðkenna tað sum
eina sjálvfylgju, at fólk
doyr av ferðsluóhappum.
Kanningin
strangari
- Hvat gera tit fyri at forða
fyri, at slík óhapp henda?
- Vit hava arbeitt við
eipi ætlan um at fáa reglu-
liga undirvísing í skúlar-
nar um ferðslu. Vit hava
avtalað við Ludvík Pet-
ersen landsskúlaráðgev-
ara um at ferðslubólkar
skulu gerast við skúlarnar
i samarbeiði við lærarar,
og tað er komið so mikið
langt við hesum, at' tað
verður byrjað heilt skjótt.
- Vit ætla eisini at gera
royndina til koyrikort
meira umfatandi, og tann
tekniska kanningin av ak-
førunum verður meira ná-
greinilig, sigur Atli Jen-
sen.
Bileftirlitið fer at gera teknisku kanningina av akførum
strangari
R
Æ
N
D
U
R
Sakførarin Rankeillor hevði fing-
ið illgruna til Ebenezer Balfour
fyri at hava borið seg skeivt og
ljótt at móti David, men ongi
prógv vóru. David varð noyddur
til at greiða gjølla frá øllum tí,
sum hevði hent honum, síðani
skipið fór á land. Tað endaði við,
at sakførarin bjóðaði honum til
døgurða; hann gav honum høvi
at vaska sær og onnur klæði at
lata seg í. Eisini slapp David fyri
fyrstu ferð í longri tið at hvíla
seg i einari góðari song.
Tá Rankeillor einar tveir tímar
seinni fór til borðs við David,
líktist drongurin ikki nógv tí
l)iddaranum, hann hevði tikið
inn við sær.
David helt, at nú var tann
rætta løtan at siga honum frá
vinmanninum Alan, men sakfør-
arin tóktist ikki at hava hug til
at vita nakað um tann friðleysa
mannin av hálendinum — Alan
var jú eftirlýstur fyri at hava
myrt fútan.
»
0