Tíðindablaðið - 24.01.1975, Page 8

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Page 8
Síða 8 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 Missur hár Eg eri ein tjúgu ára gomul genta, og eg missi nógv hár, so eg vænti, at skjótt verður einki eftir. Eg vaski hárið eina ferð um vik- una, og tá ið eg vaski tað, fái eg hendumar fullar av hári. Eg eigi eitt barn, sum er fimm mánaðir. Kann hetta hava havt ávirkan til hármissin? Finst nakað evni fyri hárvøkst? Skjótt skallut Hármissur tygara hev- ur ein lítlan møguleika at standa í samband við barnsburðin. Hármiss- ur kann eisini standast av sjúku í evnisbroyt- anini, tí eiga tygum surh skjótast at fara til læknan og tosa við hann um hetta. Onki á- víst evni finst, sum økir hárvøksturin. MS Orkar ikki meira Fyri 2 ámm síðani var eg fyri hending, sum sló meg hart sálarliga. Fyri at vinna á tonkun- um havi eg arbeitt ógv- uliga nógv og hartil nýtt nokkso nógv av brennivíni. Nú orki eg ikki meir, kann ikki samla tankar- nar og havi lítlan áhuga fyri nøkrum meir. Er nakar møguleiki fyri at koma burtur úr hesi ræðuligu støðu? Eg eri bert 36 ár. Takk um tygum svara. Troyttur Tygum eiga at fara til læknan og tosa við hann um trupulleikar- nar hjá tygum, so eri eg fullvísur í, at tygum kunnu fáa hjálp, tí tyg- um mugu burtur úr hasi støðuni, tygum eru í. Hon førir ikki til nakað gott. Kanska kundu tygum eisini 'tosa við ein sálarlækna fyri at finna eina loysn á trup- ulleikum tygara. MS Høvuðpína Eg havi fingið nógv góð ráð úr Tiðindablaðnum ígjøgnum tygum og æt- li mær tí at spyrja Marner Simonsen, yvir- lækni svarar tygum um høvuðpínu mína. Eg eri sekstan ár og havi i longri tið havt nógva pínu í høvdinum næstan hvørt kvøld. Tað er ein kronisk pina, sum fer upp ígjøgnum nakkan, og sum aðrar tíðir eisini fer frá eyg- unum og uppeftir. Eg havi roynt at tikið mag- nyl-tablettir, men onki hjálpir. Kann tað vera talan um migrene ella okkurt líknandi? Eg havi tosað við fólk, ið hevur sett sær hol í oyruni, og siga tey, at tað hjálpir. Kann tað vera í hesum føri? Bygdagenta Orsøkirnar til høvuð- pínu eru margfaldar, og fyri at koma fram til eina viðgerð, so má or- søkin finnast. Eitt tað fyrsta, ein hugsar um í tygara aldri, er, um eygunum bilar nahað, Tað kann eisini vera okkurt í tonnunum, kjálkaholunum ella í vøddunum i nakkanum. Tí mugu tygum fara til læknan og fáa hetta kannað, tí tygum eru so ung, at tað ber ikki til hvønn dag at taka pínudoyvandi evni. Møguliga kann tað vera migrena, men vanliga kemur hon í anføllum, og kanska bert í einum parti av høvdinum. At seta hol í oyrini og ganga við gulloyraring- um haldi eg ikki er nøkur góð loysn. MS Við barn? Eg eri 21 ár og gift. Eg vil vita, um eg eri upp á vegin. Tað eru 40 dag- ar, síðan eg hevði sam- legu, og 14 dagar aftan- á fekk eg mánasjúkuna. Ella nær fær man mán- asjúkuna, tá ið man er * við barn? Ein, sum bíðar eftir svari Um tygum hava havt eina normala mána- sjúku 14 dagar aftaná at tygum hava havt samlegu, so kunnu tyg- um ikki vera við barn, um ikki møguleikar fyri at verða við barn hava verið síðani. Tá ein er vorðin við barn, fær ein ikki normala mánasjúk- u aftaná. MS Royndin til koyrikort verður strangari 15 doyðu av ferðsluvanlukku í fjør. Ofta ov nógv ferð eftir umstøðunum í fjør doyðu óvanliga nógv fólk av ferðsluóhappum í Føroyum. Tað var iongu tíðliga á árinum, at talað var um, at ferðsluóhappini kravđu óvanliga nógv mannalív, og talið kom heilt upp á 15 áðrenn árið var av. Umframt hetta hevur eitt nógv størri tal av fólki fingið smærri og størri skaðar, og tað kemur ofta fyri, at fólk verða send niður til læknaviðgerð eftir ferðsluóhapp. Politiið hev- ur ikki enn gjørt nakað fullfíggjað yvirlit yvir ferðsluóhappini, men tey hava havt lyndi til at vaksa, og tað er ikki so løgið, tá hugsað verður um tað vaksandi biltalið. Onki ávíst eyðkenni Vit hava spurt leiðaran fyri bileftirlitinum, Atla Jensen, um tað eru tey somu eyðkennini, sum ganga aftur fyri tey ymsu ferðsluóhappini. - Ofta kunnu vit siga, at tað er ov nógv ferð eftir umstøðunum, men nakað ávíst eyðkenni haldi eg ikki gongur aftur, sigur H O % o* TLF. 14849 Atli Jensen. í fjør høvdu vit tó dømi um, at sama óhapp hendi tvær ferðir. Tað vóru børn, sum runnu út á vegin fyri bilar, har sum sýnið var so ringt, at hvørki barnið ella bilfør- arin høvdu høvi til at síggja hvørtannað. - Tá talað verður um, hvat ið skal gerast fyri at fyribyrgja ferðsluóhappum eru tað tvey ting, sum stórur dentur eigur at leggjast á. Tað er: uppal- ing av børnunum til at duga at bera seg at í ferðsl- uni og miljøplanlegging. Aðrastaðni leggja arki- tektar ógvuliga stóran dent á, at býirnir verða útbygdir soleiðis, at børn sleppa undan at fara tvørt- ur um ein høvuðsveg, tá tey fara í skúla. Eiga at læra børnini Børn eru í størri vanda fyri at verða yvirkoyrd, av tí at tey eru lítil og síggjast stutt, men tað sum bilfør- arar eisini eiga at hava í huga er, atbørn síggja ikki væl. Sjónin hjá teimum er ikki fult útviklað, fyrr enn tey eru eini 12 ár. Tey duga ikki at meta avstand- ir. - Børn hava eisini størri trupulleikar enn vaksin at avgera, hvaðani ljóðið kemur, og tey hava eisini ilt við at hugsa um fleiri ting í senn. Tað er eisini neyðugt, at foreldur greiða børnunum frá, hvussu tey skulu fara tvørtur um gøtuna, og at tey eisini vissa seg um, at børnini hava skilt tað, sum sagt verður við tey. - Eg sakni eina reaktión frá fólki ímóti hesum nógv- u ferðsluóhappunum, sigur Atli Jensen. Eg havi ofta fyrr sagt, at vit mugu ong- antíð koma so langt, at vit bara góðkenna tað sum eina sjálvfylgju, at fólk doyr av ferðsluóhappum. Kanningin strangari - Hvat gera tit fyri at forða fyri, at slík óhapp henda? - Vit hava arbeitt við eipi ætlan um at fáa reglu- liga undirvísing í skúlar- nar um ferðslu. Vit hava avtalað við Ludvík Pet- ersen landsskúlaráðgev- ara um at ferðslubólkar skulu gerast við skúlarnar i samarbeiði við lærarar, og tað er komið so mikið langt við hesum, at' tað verður byrjað heilt skjótt. - Vit ætla eisini at gera royndina til koyrikort meira umfatandi, og tann tekniska kanningin av ak- førunum verður meira ná- greinilig, sigur Atli Jen- sen. Bileftirlitið fer at gera teknisku kanningina av akførum strangari R Æ N D U R Sakførarin Rankeillor hevði fing- ið illgruna til Ebenezer Balfour fyri at hava borið seg skeivt og ljótt at móti David, men ongi prógv vóru. David varð noyddur til at greiða gjølla frá øllum tí, sum hevði hent honum, síðani skipið fór á land. Tað endaði við, at sakførarin bjóðaði honum til døgurða; hann gav honum høvi at vaska sær og onnur klæði at lata seg í. Eisini slapp David fyri fyrstu ferð í longri tið at hvíla seg i einari góðari song. Tá Rankeillor einar tveir tímar seinni fór til borðs við David, líktist drongurin ikki nógv tí l)iddaranum, hann hevði tikið inn við sær. David helt, at nú var tann rætta løtan at siga honum frá vinmanninum Alan, men sakfør- arin tóktist ikki at hava hug til at vita nakað um tann friðleysa mannin av hálendinum — Alan var jú eftirlýstur fyri at hava myrt fútan. » 0

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.