Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 11
TÍÐINPABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
Síða 11
Láturligur
keisari
á ferð
í Marokko
Skjótt eftir, at preussiski prinsurin Wil-
helm var føddur 27. januar 1859, ansaðu
tey eftir, at vinstri armur hansara var
lamin. Hann fekk læknaviðgerð øll barn-
aárini, men varð ikki grøddur. Armurin
var krypil. 28 ára gamal gjørdist hesin
veiki og vakri drongur týskur keisari og
stýrdi landið út í seinna heimsbardaga.
Men longu 9 ár frammanundan, í 1905 —
nú fyri 70 árum síðani gjørdi Wilhelm II
eina láturliga herferð til Norðurafrika.
Hann var óegnaður at
verða hermaður, men siður
og skikkur kravdu, at
hann skuldi gerast tað
kortini. Meginpartin av
ungdóminum nýtti hann at
læra seg at ríða og at halda
teyminum við tí kryplu
hondini.
Øll mandómsárini gjørdi
hann sítt besta — uttan
úrslit — fyri at dylja, at
armurin var lamin. Vinstri_
armur var stytri enn høgri,
og tað sást beinanvegin.
Tá hann var til skrúð-
gongu og á almennum
veitslum brúkti hann tað
mesta av tíðini til at
krógva sítt brek.
Stálsettur
nevi
Tann sjúki armurin fær
okkum kanska at skilja
tann áleypandi, erpna og
skrøggandi keisaran betur.
Tað var hesin maður, sum
kallaði týska flotan og sitt
egna vald «Týsklands stál-
setta neva». Síni ellisár —
tá hann livdi í útlegd —
gleddist hann um, at hann
var so dugnaligur at saga
brenni.
Wilhelm II var evnarík-
ur, hevði skil fyri teknikki
og nýmótans handilslívi,
men Lann preussiska sið-
menningin gekk fram um
alt annað í lívi hansara. Á
hvørjum ári var hann við i
hermannavenjingum og
stóð á odda í einari her-
deild, meðan teir spældu
kríggj — og honum dámdi
lítið at tapa. Herleiðslan
legði doyin á at skipa so
fyri, at keisarin vann.
Allastaðni í Týsklandi
varð hann stórliga fagnað-
ur, og tey, sum komu
saman við honum, gjørd-
ustofta illa við av, at hann
gloypti øllum smikrinum,
tá sendinevndir vitjaðu
hann ella heryvirmenn
kystu handskan á hond
hansara. Summar dagar
skifti hann búna níggju
ferðir.
Reypaði
Wilhelm II líktist lítið øð-
rum monarkum í teimum
stóru evropeisku londun-
um um hesa tíðina. Ed-
ward í Bretlandi dugdi at
tiga, tá ráðharrarnir ikki
høvdu greitt honum frá,
hvat hann skuldi siga.
Franz Josef í Eysturríki
var tigandi og óatkomulig-
ur. Nikolaj í Ruslandi var
smæðin og tigandi. Men
Wilhelm tosaði alla tíðina,
avdúkaði loynidómar, var
stundum óhøviskur og
stundum smikrandi.
Menn vilja vera við, at
tey 30 árini hann ráddi —
frá 1888 til 1918 - helt
hann eina stóra talu ellinda
hvønn dag. Hann dugdi
ikki at liva uttan at reisa
seg og siggja eyguni á
trúgvum borgarum lýsa
ímóti sær.
Hann bleiv ongantíð
vaksin. Hugurin at gera
vart við seg og tala, at
verða fagnaður og smikr-
aður, at vera rættur maður
og djarvur við tí krypla
Wilhelm II (longst til vinstru) og Edward VII (við sigar) til borðs i 1906
arminum nørdist fyri hvørt
ár.
Lýsandi*
mistak
Edward VII í Bretlandi
segði einaferð um systir-
sonin Wilhelm II:
- Hann er tað mest lýs-
andi mistakið í søguni.
Tað var óreint sagt, men
beinrakið. Keisaranum
dámdi at vísa seg sum ser-
frøðing í politiskum, her-
naðarligum og diplomat-
iskum spurningum.
Hvønn dag sat hann í fleiri
tímar og las frásagnir frá
sínum sendiharrum úti í
1 hesum
døgum
fyri
70
arum
síðani
verðini — og skrivaði við-
merkingar við síðuna av,
sum við tíðini gjørdust
víðagitnar. Tær gjørdust
ikki viðagitnar fyri vís-
dóm, men av tí at hann
misskilti og metti næstan
alt skeivt.
Mammubeiggin var ein
heilt annar maður. Hann
skilti starv sítt soleiðis, at
hann skuldi vera tøkur, tá
stjórnin hevði brúk fyri
honum. Bað stjórnin hann
fara til keisaran í Týsk-
landi, tsarin í Ruslandi ella
forsetan í Fraklandi at
hjálpa til at greiða onkran
spurning, so fór hann bein-
anvegin. Sum sendiboð
fyri stjórnina avrikaði
hann mangan gagnligt
verk, bæði við at vitja
Paris í 1903 og við at vitja
tsarin í Riga í 1900.
Næstan alt, sum Wil-
helm tókst við, miseydn-
aðist. Hann var næstan
altíð í búna og livdi eitt
sámuligt lív. Mammu-
bei^gin var harafturímóti
tiltikin revur, honum
dámdi væl at eta, roykja
sterkar sigarir og at spæla
um pengar hvørt kvøld —
ella annaðhvørt.
Ferðin til
Tanger
Tað uttanríkispolitiska til-
takið hjá Wilhelm, sum
mundi vekja størstan ans,
var ferðin til Tanger í
Marokkoí 1905. Rætt skal
vera rætt — sjálvur var
hann ímóti hesum tiltaki.
Tað hendi seg av og á, at
hann dugdi at síggja klárt.
011 tey evropeisku stór-
veldini høvdu fíggjarlig á-
hugamál — ídnað og hand-
il — í Marokko, ið varð
stýrt av einum sultani,
sum í heilum mátti stríðast
við uppreistrarmenn. Stór-
veldini høvdu avtalað ein
«politikk við opnari hurð»,
t.v.s. handilsmenn úr øll-
um londum skuldu fáa
gagn av ti friu kappingini í
Marokko. Frakland hevði
serligan áhuga fyri hesum.
Eisini týskarar høvdu
stór virki og brúktu nógv-
an pening til íløgur i Mar-
okko. Týska uttanríkis-
ráðið fekk tá tað hugskot
at eyðmýkja Frakland við
at lata keisaran vitja sult-
anin og soleiðis vísa, at
Týskland vildi ikki hava
Fraklanđ at leggja seg út i
viðurskiftini har. Tað var
týski konsulin í Tanger,
sum fyrst fekk hetta hug-
skot. Alt hetta gjørdist
heilt láturligt, tá týski rík-
iskanslarin von Búlow
sendi eitt serligt fjarrit
um, at menn máttu syrgja
fyri at fáa fatur á einum
friðarligum rossi til keisar-
an.
Týskland
tapti
í politisku deildini í týska
uttanríkisráðnum sat ein
maður, sum kallaðist Fritz
von Holstein. Hann stýrdi
uttanríkispolitikkinum —.
uttan at vera ráðharri —
og tók mangar týðandi og
skeivar, avgerðir. Hann
spáddi Týsklandi stóran
sigur eftir tann láturliga
ríðingartúrin hjá keisaran-
um í Tanger.
Hildið varð, at Týskland
kundi ikki verða hann fyri
uttan — til tað stóra mis-
takið i Marokko var gjørt.
Tá varð hann frákoyrdur.
í Týsklandi var veitsla
og s^órur fagnaður í einar
fjúrtan dagar um ferð keis-
arans, av tí at tann franski
ráðharrin, sum hevði kravt
franskt ræði yvir Marokk-
o, noyddist at fara frá.
Men so varð ein altjóða-
fundur hildin um Marokk-
o-málið, og har tóku hini
stórveldini undir við Frak-
landi móti Týsklandi, ið
noyddist at slaka.
Wilhelm keisari á veiðuverð — altíð ein brandur