Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 11

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 11
TÍÐINPABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 Síða 11 Láturligur keisari á ferð í Marokko Skjótt eftir, at preussiski prinsurin Wil- helm var føddur 27. januar 1859, ansaðu tey eftir, at vinstri armur hansara var lamin. Hann fekk læknaviðgerð øll barn- aárini, men varð ikki grøddur. Armurin var krypil. 28 ára gamal gjørdist hesin veiki og vakri drongur týskur keisari og stýrdi landið út í seinna heimsbardaga. Men longu 9 ár frammanundan, í 1905 — nú fyri 70 árum síðani gjørdi Wilhelm II eina láturliga herferð til Norðurafrika. Hann var óegnaður at verða hermaður, men siður og skikkur kravdu, at hann skuldi gerast tað kortini. Meginpartin av ungdóminum nýtti hann at læra seg at ríða og at halda teyminum við tí kryplu hondini. Øll mandómsárini gjørdi hann sítt besta — uttan úrslit — fyri at dylja, at armurin var lamin. Vinstri_ armur var stytri enn høgri, og tað sást beinanvegin. Tá hann var til skrúð- gongu og á almennum veitslum brúkti hann tað mesta av tíðini til at krógva sítt brek. Stálsettur nevi Tann sjúki armurin fær okkum kanska at skilja tann áleypandi, erpna og skrøggandi keisaran betur. Tað var hesin maður, sum kallaði týska flotan og sitt egna vald «Týsklands stál- setta neva». Síni ellisár — tá hann livdi í útlegd — gleddist hann um, at hann var so dugnaligur at saga brenni. Wilhelm II var evnarík- ur, hevði skil fyri teknikki og nýmótans handilslívi, men Lann preussiska sið- menningin gekk fram um alt annað í lívi hansara. Á hvørjum ári var hann við i hermannavenjingum og stóð á odda í einari her- deild, meðan teir spældu kríggj — og honum dámdi lítið at tapa. Herleiðslan legði doyin á at skipa so fyri, at keisarin vann. Allastaðni í Týsklandi varð hann stórliga fagnað- ur, og tey, sum komu saman við honum, gjørd- ustofta illa við av, at hann gloypti øllum smikrinum, tá sendinevndir vitjaðu hann ella heryvirmenn kystu handskan á hond hansara. Summar dagar skifti hann búna níggju ferðir. Reypaði Wilhelm II líktist lítið øð- rum monarkum í teimum stóru evropeisku londun- um um hesa tíðina. Ed- ward í Bretlandi dugdi at tiga, tá ráðharrarnir ikki høvdu greitt honum frá, hvat hann skuldi siga. Franz Josef í Eysturríki var tigandi og óatkomulig- ur. Nikolaj í Ruslandi var smæðin og tigandi. Men Wilhelm tosaði alla tíðina, avdúkaði loynidómar, var stundum óhøviskur og stundum smikrandi. Menn vilja vera við, at tey 30 árini hann ráddi — frá 1888 til 1918 - helt hann eina stóra talu ellinda hvønn dag. Hann dugdi ikki at liva uttan at reisa seg og siggja eyguni á trúgvum borgarum lýsa ímóti sær. Hann bleiv ongantíð vaksin. Hugurin at gera vart við seg og tala, at verða fagnaður og smikr- aður, at vera rættur maður og djarvur við tí krypla Wilhelm II (longst til vinstru) og Edward VII (við sigar) til borðs i 1906 arminum nørdist fyri hvørt ár. Lýsandi* mistak Edward VII í Bretlandi segði einaferð um systir- sonin Wilhelm II: - Hann er tað mest lýs- andi mistakið í søguni. Tað var óreint sagt, men beinrakið. Keisaranum dámdi at vísa seg sum ser- frøðing í politiskum, her- naðarligum og diplomat- iskum spurningum. Hvønn dag sat hann í fleiri tímar og las frásagnir frá sínum sendiharrum úti í 1 hesum døgum fyri 70 arum síðani verðini — og skrivaði við- merkingar við síðuna av, sum við tíðini gjørdust víðagitnar. Tær gjørdust ikki viðagitnar fyri vís- dóm, men av tí at hann misskilti og metti næstan alt skeivt. Mammubeiggin var ein heilt annar maður. Hann skilti starv sítt soleiðis, at hann skuldi vera tøkur, tá stjórnin hevði brúk fyri honum. Bað stjórnin hann fara til keisaran í Týsk- landi, tsarin í Ruslandi ella forsetan í Fraklandi at hjálpa til at greiða onkran spurning, so fór hann bein- anvegin. Sum sendiboð fyri stjórnina avrikaði hann mangan gagnligt verk, bæði við at vitja Paris í 1903 og við at vitja tsarin í Riga í 1900. Næstan alt, sum Wil- helm tókst við, miseydn- aðist. Hann var næstan altíð í búna og livdi eitt sámuligt lív. Mammu- bei^gin var harafturímóti tiltikin revur, honum dámdi væl at eta, roykja sterkar sigarir og at spæla um pengar hvørt kvøld — ella annaðhvørt. Ferðin til Tanger Tað uttanríkispolitiska til- takið hjá Wilhelm, sum mundi vekja størstan ans, var ferðin til Tanger í Marokkoí 1905. Rætt skal vera rætt — sjálvur var hann ímóti hesum tiltaki. Tað hendi seg av og á, at hann dugdi at síggja klárt. 011 tey evropeisku stór- veldini høvdu fíggjarlig á- hugamál — ídnað og hand- il — í Marokko, ið varð stýrt av einum sultani, sum í heilum mátti stríðast við uppreistrarmenn. Stór- veldini høvdu avtalað ein «politikk við opnari hurð», t.v.s. handilsmenn úr øll- um londum skuldu fáa gagn av ti friu kappingini í Marokko. Frakland hevði serligan áhuga fyri hesum. Eisini týskarar høvdu stór virki og brúktu nógv- an pening til íløgur i Mar- okko. Týska uttanríkis- ráðið fekk tá tað hugskot at eyðmýkja Frakland við at lata keisaran vitja sult- anin og soleiðis vísa, at Týskland vildi ikki hava Fraklanđ at leggja seg út i viðurskiftini har. Tað var týski konsulin í Tanger, sum fyrst fekk hetta hug- skot. Alt hetta gjørdist heilt láturligt, tá týski rík- iskanslarin von Búlow sendi eitt serligt fjarrit um, at menn máttu syrgja fyri at fáa fatur á einum friðarligum rossi til keisar- an. Týskland tapti í politisku deildini í týska uttanríkisráðnum sat ein maður, sum kallaðist Fritz von Holstein. Hann stýrdi uttanríkispolitikkinum —. uttan at vera ráðharri — og tók mangar týðandi og skeivar, avgerðir. Hann spáddi Týsklandi stóran sigur eftir tann láturliga ríðingartúrin hjá keisaran- um í Tanger. Hildið varð, at Týskland kundi ikki verða hann fyri uttan — til tað stóra mis- takið i Marokko var gjørt. Tá varð hann frákoyrdur. í Týsklandi var veitsla og s^órur fagnaður í einar fjúrtan dagar um ferð keis- arans, av tí at tann franski ráðharrin, sum hevði kravt franskt ræði yvir Marokk- o, noyddist at fara frá. Men so varð ein altjóða- fundur hildin um Marokk- o-málið, og har tóku hini stórveldini undir við Frak- landi móti Týsklandi, ið noyddist at slaka. Wilhelm keisari á veiðuverð — altíð ein brandur

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.