Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 16
Síða 16
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
MÍNMEINING
Hvat heldur tú at bý-
ráðið í Havn eigur at
gera fyri at bøta urn veg-
irnarl
Karsten Clementsen,
timburmaður:
Vegimir í býnum em
ræðuligir og í mongum
førum reinar deyðsfellur.
Tað, sum hevur mest at
siga, er unđirlagið, og
tað sær út til at vera
vánaligt. Dygdin á as-
faltinum er heldur ikki
tann besta, og skervurin
er nærmast ónýtiligur.
Ivan Simonsen, skriv-
stovumaður:,
Tilfarið, sum verður
koyrt á vegirnar, má
vera ónýtiligt, tá veg-
irnir ikki halda longur
enn teir gera. Besta
loysnin hevði ivaleyst
verið at stoypt vegirnar
og siðani at lagt eina
slitbreyt av asfalti om-
aná.
maður:
Tað má vera undirlag-
ið, sum ger, at vegirnir
eru í so ringum standi,
men skal nýtt undirlag
gerast allastaðni, verður
hetta dýrt. Vegimir tola
heldur ikki teir tungu
lastbilarnar, men tað ber
heldur ikki til at steðga
hesi koyring. Eg vænti,
at ringvegurin fer at
minka um ferðsluna inni
í Havnini.
SPEGILS-
MYNDIN
Trojanski hesturin
Kissinger hevur dúgliga roynt at fáa semju í Miðeystri,
men hann er eisini komin við hóttanum um arabararnir
skrúva oljukránan fyri.
Eitt 100 ára minni
Ein av teimum kendastu
og sjáldsamastu monnun-
um í okkara tíð er Albert
Schweitzer, sum vígdi
meginpartin av lívi sinum
til at virka sum lækni í
Afrika. Hóast tað stóra
arbeiðið, hann gjørdi, var
hann ikki ein maður, sum
virkaði fyri javnrættind-
um millum fólkið í Afrika,
og tey seinnu árini harð-
naðu atfinningarnar at
honum. T.d. skrivaði eitt
blað í Vesturafrika eina
grein um hann, tá hann
var vorðin gamal, undir
yvirskriftini «Gamli hviti
maður, far heimaftur».
Hann var kendur teolog-
ur, ein frálíkur urguspæl-
ari, og kortini endaði hánn
sum lækni í Gabon, sum
var ein partur av tí franska
Ekvatorial-Afrika.
Hann var føddur í El-
sass, sum er ein landslut-
ur, ið hevur liðið nógv
undir kríggi millum Frak-
land og Týskland. Faðir
hansara var prestur, og
đrongurin kom á universi-
tetið i Strasbourg, har
hann las gudfrøði og søgu.
Tað er sagt um Albert
Schweitzer, at tá hann var
21 ár, lovaði hann, at hann
skuldi víga sítt lív til list
og vísind, til hann var 30,
og so skulđi hann brúka
restina av lívinum til at
lætta um líðingarnar hjá
fólki.
Hann fekk útbúgving
sum lækni og í 1913 giftist
hann við eini sjúkrasystur
og fór til Afrika. Hann bú-
settist nakað inni í land-
inum við Ogowe-ánna, og
fyri sínar egnu pengar
gjørdi hann eitt sjúkrahús.
Staðið, har hann setti
sjúkrahúsið, kallaðist
Lambarene. Hetta stigið
hjá honum at fara til
Afrika fekk nógva umtalu,
og hann gjørdist ein ógvu-
liga kendur maður.
Tað er sagt um hann, at
hann helt ikki júst so
ógvuliga nógv um teir inn-
Framhald frá bls. 7
' ' ^
frá 1961 vóru árgangimir
vánaligir, men mønusting-
in fekk stovnurin av tí, at
norðmenn fiskaðu so nógv
av smásild og feitsild í
1963 og 1964. Hetta gjørd-
i, at teir báðir árgangimir
so at siga ongantíð komu
út av teimum norsku firð-
unum. Gýtingarstovnurin
á víðum havi, sum m.a.
var grundarlagið fyri fiski-
skapinum í Norskahavi,
minkaði tí so. nógv, at
fiskiskapurin mátti halda
uppat.
Nú er stovnurin við at
koma fyri seg aftur. Fiski-
føddu, tað var ongantíð
nakar littur lækni ella
sjúkrasystur, sum ar-
beiddi á sjúkrahúsinum
hjá honum, men fólk løgdu
ofta nógv fyri og ferðaðust
langar leiðir fyri at fáa
viðger fyri sínar sjúkur hjá
honum. Hann helt heldur
ikki nógv um ta nýggju
tíðina og nýmótans út-
gerð, men hann bleiv meira
og meira umtalaður, og
fekk fleiri heiðurslønir, í
1952 nobelfriðarheiðurs-
lønina.
1 síðstu viku vóru liðin
100 ár, síðani hann var
føddur, og tað em nú 10 ár
síðani hann doyði.
frøðingar hava fylgt við
1969-árganginum, sum
gýtti á teimum vanligu
sildaleiðunum í fjør. Teir
hava eisini fyri fyrstu ferð í
nógv ár sæð sildayngul í
Barentshavinum.
Nøkur ár
aftrat
Men enn er tann norski
sildastovnurin veikur.
Um so er at árgangurin
frá 1974 er góður, kann
fiskiskapurin eftir hesi sild
byrja aftur um eini 4—5 ár
— ella síðst í sjeytiárun-
um.
LEYST
OG
FAST
Koyrdir út
Konservativi flokkurin
í Danmark er nú blivin
ov lítil til at hava eitt
stórt floksrúm. í meira
enn ein mansaldur hev-
ur flokkurin havt sama
høliá 2. sali i fólkating-
inum við útsýni yvir
slotsplássið og Holm-
ens kirke.
Longu eftir valið í
desember 1973 varð
nevnt, at rúmið var ov
stórt til teir 16 fólka-
tingsmenninar, men
onki hendi. Nú hevur
flokkurin bert 10 limir
og er koyrdur út. Floks-
rúmið skal nýtast sum
fundarhøli.
Tikararnir
nørast
Talið á tikarum og
pantarum í indiska
landslutinum Uttar
Pradesh er næstan tvi-
faldað eftir fáum árum.
Verjumálaráðharrin í
Uttar Pradesh sigur, at
tað eru umfatandi verj-
utiltøk, sum hava fing-
ið tikararnar og pantar-
arnar at nørast aftur.
Bæði hesi djórasløg
vóru við at doyggja út í
Uttar Pradesh.
Pappír til
Portugal
Svøríki hevur givið 90
tons av pappíri til at
nýta í sambandi við tað
fyrsta fría valið i Port-
ugal í næstan eina
hálva øld. Pappírið skal
brúkast til atkvøðuseðl-
ar.
Gávan er ætlað sum
ein svenskur stuðul til
at styrkja tað nýggja
demokratiið i Portugal.
Verjir seg
sjálvan
Amerikanski varafor-
setin Nelson Rockefell-
er hevur avgjørt, at
hann skal sjálvur — við
teimum nógvu miljón-
unum, hann eigur —
gjalda kostnaðin av
verjuni av húsum hans-
ara í Maine, í West-
chester County, í New
York og í Washington.
Rockefeller vil við
hesum fyribyrgja, at al-
menningurin fer at finn-
ast at honum fyri at
brúka almennan pening
til verju av privatum
ognum. Tað varð ikki
væl dámt, at Nixon læt
FBI — fyri ríkisins
rokning halda vakt utt-
an fyri hús hansara í
Key Biscane og San
Clemente.
Funnu tjúgu
biskupar
Vesturtýskir fornfrøð-
ingar hava funnið grav-
irnar av 20 erkabiskup-
um undir gólvinum í St.
Petri kirkjuni í Bremen.
Gravirnar eru frá 9. ti!
13. øld og allir bisparnii
eru ilatnir bispabúnar,
sum eru væl varðveitt-
ir. Tað var av tilvild, at
fornfrøðingamir komc
fram á gravirnar. Teii
leitaðu eftir gmndini a\
tí elstu kirkjuni har á
staðnum, tá teir funnt
gravirnar.
Tingast um
sáttmála
Tann kendi bretski fót
bóltsleikarin, Georg<
Best, sum fyri tveimun
ámm síðani fór burtur
úr Manchester United
hevur nú samráðinga)
við eitt amerikanski
felag um ein sáttmála
Semja er um allai
spumingamar uttai
prísin. George Best vi
hava 100.000 dollara;
fyri eitt kappingarár.
wmmmi
mmmmmmmmaKa
9