Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 5
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
Síða 5
Byrgingin hevur steðgað streyminum í Hvannasundi, og sunnanfyri byrgingina
liava teir ti fingið eina avbera góða havn
Útróðrarbátar
í Hvannasundi
til Klaksvíkar
við fiskinum
Uppskot um at gera tvey
portur, so at siglast kann
uttan at nakar streymur
verður gjøgnum Sundið,
Fyri fyrstu ferð síðani
Hvannasund varð tipt
hendi tað mikudagin i hesi
vikuni, at sundabátar
sum høvdu verið á útróðri
ikki komu aftur á Sund
men fóru til Klaksvikar.
Tað vóru teir báðir út
róðrarbátarnir, Brøðra
berg og Brattanes, sum
høvdu verið norðanfyri, og
av tí at tað var ov illfýsið
at koma aftur suður um
Viðoynna fóru teir til
Klaksvíkar. Fiskurin hjá
teimum báðum bátunum
varð kortini avreiddur til
flakavirkið í Norðdepli og
varð koyrdur norður í last-
bili. Teir høvdu 7.000 og
6.500 pund.
Úr Hvannasundi verður
sagt, at skulu smábátarnir
rógva norðureftir í vár, so
mugu teir rógva út frá
Klaksvík, tí tað kann ofta
verða ov illfysið hjá teim-
um at sigla suðurum Við-
oynna, sjálvt um tað er út-
róðrarveður norðanfyri.
Bátaeigarar í Hvanna-
sundi siga eisini, at teir
longu hava mist fleiri út-
róðrardagar norðanfyri,
siðani Sundið varð tipt.
Havn norðan-
fyri
Landsstýrið hevur havt
eitt uppskot um at gera
eina havn norðanfyri byrg-
ingina, so at bátarnir
kunnu sleppa frá at sigla
suðurum Viðoynna. Tað
verður arbeitt við hesum
uppskotinum, og projektið
er komið væl ávtegis. '' '
Útróðrarmenn har norð-
uri siga, at tað verður ikki
nóg gott, fyrr enn tað
verður gjørt soleiðis, at tað
verður siglandi gjøgnum
Sundið aftur. Havnin, sum
skal gerast norðanfyri
byrgingina, skal eftir ætl-
an vera Hvannasundsmeg-
in, frá byrgingini og norð-
ur móti Sandoyranum, og
longur úti á Sundinum
skal so ein verjugarður
gerast suður ímóti byrg-
ingini, so at teir fáa ein
lítlan hyl innanfyri. Bygd-
aráðið har norðuri hevur
mælt til, at gjørt verða
tvey portur — eitt inn í
henda bátahylin og eitt
annað gjøgnum byrging-
ina. Við at lata bert annað
portrið verða opið i senn
slepst undan streymi í
Sundinum, og so fáa teir
eisini møguleika at lata
bæði portrini verða opin,
so at streymurin kann
reinsa Sundið.
Teir siga annars, at
havnin, sum teir nú hava
fingið sunnanfyri byrging-
ina, er ógvuliga góð, men
tað er ikki so reint í
Sundinum nú, sum tað
var, meðan streymurin
rann ígjøgnum. Enn er tó
nakað av sjógvi komið i-
gjøgnum, tí byrgingin er
so mikið lág, at tá illveður
er brýtur uppum hana.
Prísurin
á timbri
óbroyttur
Tað hevur verið vanligt, at
timburhandlarnir hava
gjørt sáttmálar um keyp
av timbri.fyri eitt ár í senn,
men enn hava teir ikki
gjørt nakran sáttmála, og
keypt verður bert í smá-
um, av ti at onki verður út-
boðið á tí opna marknaðin-
um.
Timbur plagar vanliga
at vera handlað i oktober,
november og desember.
Tað hevur fyrr verið sagt,
at væntandi fór prísurin at
falla eftir nýggjár, men
enn eru ongir stórir sátt-
málar gjørdir.
Hvør skal
gjalda?
Langt áðrenn Sundið var
tipt hava menn talað um
tann møguleika, at sunda-
bátar ikki altíð kunna
koma aftur á Hvannasund,
og kommunan og flaka-
virkið hava fyrr sett krav
um, at landið skal gjalda
flutningin av fiskinum
horður i Sund. Hjá hesum
bátunum mugu stampar so
koyrast yvir aftur til
Klaksvíkar í bili.
Bergholið ger tað møguligt hjá sundamonnum at leggja
fiskin upp í Klaksvíh og koyra hann norður i Sund
Skaltil
Ný Foundlands
Rasmus Effersøe er á
beding á Tvøroyri.
Hann skal á saltfiska-
veiðu undir Ný Found-
landi og fer avstað so-
skjótt hann er klárur.
Síðani hann kom heim
av saltfiskaveiðu í fjør-
heyst hevur hann verið
ein túr á svartkalva-
veiðu við Labrador,
men hevur annars ligið.
Hann hevur m.a. reins-
að motor.
TÍÐINDI
ÚR
SUÐUROY
Útróður
Tað fóru fleiri bátar úr
Vági til útróðrar týs-
kvøldið, men nógvir
settu ikki fyri veður, og
aðrir settu stutt. Leyg-
ardagin og sunnudagin
kom væl av fiski upp á
land. Múlatangi av-
reiddi 65' sentnarar
leygardagin og 136
sunnudaginjf Annars
lógu teir úr 40 upp í 80
sentnarar. Á Polarfrost
arbeiddu- tvær vaktir
upp á fisk frá mána-
degnum til mikudagin.
Skiftir motor
Nim er í Fredericia og
skiftir motor. Hann fór
fyrr í hesum mánanum
og skal vera liðugur í
fyrru helvt av mars.
Hann skal hava ein
Callesen-diesel. Harin
hevur havt ein Gamma-
diesel.
Á beding
Gudmundur er á beding
á Tvøroyri. Hann fær
nakrar ábøtur gjørdar í
lastini. Lastin verður
innrættað av nýggjum.
Á Runavík
við maskinskaða
Grani kom fyri nokrum
døgum síðani á Runa-
vik, hagar hann varð
sleipaður við maskin-
skaða. Hann hevur
roynt við troli, og hevði
avreitt 6 tons á Vest-
manna. Tað var ein
ventilur i maskinuni,
sum 'gekk fyri. Grani
hevði 14.000 pund av
fiski, tá hann kom á
Runavik.
Nøkur høli
klár
Tey hølir, sum HF-
skeiðið í Suðuroy skal
hava i tí nýggja skúlan-
um, eru um at vera lið-
ug. Hesi hølini liggja í
ovaru hædd í skúlan-
um, og tey skulu vera
klár at taka í brúk um
mánaðarskiftið.
Annars er ætlanin, at
tann nýggi skúlin á
Tvøroyri skal vera lið-
ugur í apríl mánað.
Hevur skipað
seg
Tað nýggja býráðið á
Tvøroyri hevur skipað
seg. Sverri Midjord
heldur fram sum for-
maður og Petur Eli
Bærentsen er næstfor-
maður.
Við gørnum
Royndin Fríða ger klárt
at fara við gørnum und-
ir Føroyum. Teir fara
væntandi út um mán-
aðarskiftið.
Framsýning
í Suðuroy
Framsýningin um Nóls-
oyar Páll er nú komin
til Suðuroyar. Hon er
sett upp í Vági, og
hetta er seinasta bygd-
in, har framsýningin er.
Frámmanundári hevur
framsýningin verið í
Havn og i Klaksvík.
Hon er opin frá kl.
19 — 21.30 hvønn dag
uttan leygardag og
sunnudag, tá opið er frá
kl. 16—20.
Við gørnum
Petur á' -Gørðunum,
sum er farin niður til
Portugals við garna-
fiski, kom til Lissabon
týsdagin. Jógvan á
Gørðunum liggur og
ger klárt at fara við
gørnum undir Føroy-
um, men hann fer neyv-
an nakran veg, fyrr enn
tann góða fiskitíðin
kemur norðanfyri.
Fingu ikki
lossað
1 Vági skuldi eitt farm-
askip byrja at ferma
fiskapakkar í gjára-
morgunin, men tað
kavaði so illa, at tað var
ikki hugsningur um at
taka lúk irnar av last-
ini. Hai n fermir fisk til
Grikkalands og skuldi
taka 600 pakkar har
suðuri. Fiskapakkar
vórðu koyrdir bæði av
Hvalba og Tvøroyri til
Vágs at avskipast.