Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 5

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 5
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 Síða 5 Byrgingin hevur steðgað streyminum í Hvannasundi, og sunnanfyri byrgingina liava teir ti fingið eina avbera góða havn Útróðrarbátar í Hvannasundi til Klaksvíkar við fiskinum Uppskot um at gera tvey portur, so at siglast kann uttan at nakar streymur verður gjøgnum Sundið, Fyri fyrstu ferð síðani Hvannasund varð tipt hendi tað mikudagin i hesi vikuni, at sundabátar sum høvdu verið á útróðri ikki komu aftur á Sund men fóru til Klaksvikar. Tað vóru teir báðir út róðrarbátarnir, Brøðra berg og Brattanes, sum høvdu verið norðanfyri, og av tí at tað var ov illfýsið at koma aftur suður um Viðoynna fóru teir til Klaksvíkar. Fiskurin hjá teimum báðum bátunum varð kortini avreiddur til flakavirkið í Norðdepli og varð koyrdur norður í last- bili. Teir høvdu 7.000 og 6.500 pund. Úr Hvannasundi verður sagt, at skulu smábátarnir rógva norðureftir í vár, so mugu teir rógva út frá Klaksvík, tí tað kann ofta verða ov illfysið hjá teim- um at sigla suðurum Við- oynna, sjálvt um tað er út- róðrarveður norðanfyri. Bátaeigarar í Hvanna- sundi siga eisini, at teir longu hava mist fleiri út- róðrardagar norðanfyri, siðani Sundið varð tipt. Havn norðan- fyri Landsstýrið hevur havt eitt uppskot um at gera eina havn norðanfyri byrg- ingina, so at bátarnir kunnu sleppa frá at sigla suðurum Viðoynna. Tað verður arbeitt við hesum uppskotinum, og projektið er komið væl ávtegis. '' ' Útróðrarmenn har norð- uri siga, at tað verður ikki nóg gott, fyrr enn tað verður gjørt soleiðis, at tað verður siglandi gjøgnum Sundið aftur. Havnin, sum skal gerast norðanfyri byrgingina, skal eftir ætl- an vera Hvannasundsmeg- in, frá byrgingini og norð- ur móti Sandoyranum, og longur úti á Sundinum skal so ein verjugarður gerast suður ímóti byrg- ingini, so at teir fáa ein lítlan hyl innanfyri. Bygd- aráðið har norðuri hevur mælt til, at gjørt verða tvey portur — eitt inn í henda bátahylin og eitt annað gjøgnum byrging- ina. Við at lata bert annað portrið verða opið i senn slepst undan streymi í Sundinum, og so fáa teir eisini møguleika at lata bæði portrini verða opin, so at streymurin kann reinsa Sundið. Teir siga annars, at havnin, sum teir nú hava fingið sunnanfyri byrging- ina, er ógvuliga góð, men tað er ikki so reint í Sundinum nú, sum tað var, meðan streymurin rann ígjøgnum. Enn er tó nakað av sjógvi komið i- gjøgnum, tí byrgingin er so mikið lág, at tá illveður er brýtur uppum hana. Prísurin á timbri óbroyttur Tað hevur verið vanligt, at timburhandlarnir hava gjørt sáttmálar um keyp av timbri.fyri eitt ár í senn, men enn hava teir ikki gjørt nakran sáttmála, og keypt verður bert í smá- um, av ti at onki verður út- boðið á tí opna marknaðin- um. Timbur plagar vanliga at vera handlað i oktober, november og desember. Tað hevur fyrr verið sagt, at væntandi fór prísurin at falla eftir nýggjár, men enn eru ongir stórir sátt- málar gjørdir. Hvør skal gjalda? Langt áðrenn Sundið var tipt hava menn talað um tann møguleika, at sunda- bátar ikki altíð kunna koma aftur á Hvannasund, og kommunan og flaka- virkið hava fyrr sett krav um, at landið skal gjalda flutningin av fiskinum horður i Sund. Hjá hesum bátunum mugu stampar so koyrast yvir aftur til Klaksvíkar í bili. Bergholið ger tað møguligt hjá sundamonnum at leggja fiskin upp í Klaksvíh og koyra hann norður i Sund Skaltil Ný Foundlands Rasmus Effersøe er á beding á Tvøroyri. Hann skal á saltfiska- veiðu undir Ný Found- landi og fer avstað so- skjótt hann er klárur. Síðani hann kom heim av saltfiskaveiðu í fjør- heyst hevur hann verið ein túr á svartkalva- veiðu við Labrador, men hevur annars ligið. Hann hevur m.a. reins- að motor. TÍÐINDI ÚR SUÐUROY Útróður Tað fóru fleiri bátar úr Vági til útróðrar týs- kvøldið, men nógvir settu ikki fyri veður, og aðrir settu stutt. Leyg- ardagin og sunnudagin kom væl av fiski upp á land. Múlatangi av- reiddi 65' sentnarar leygardagin og 136 sunnudaginjf Annars lógu teir úr 40 upp í 80 sentnarar. Á Polarfrost arbeiddu- tvær vaktir upp á fisk frá mána- degnum til mikudagin. Skiftir motor Nim er í Fredericia og skiftir motor. Hann fór fyrr í hesum mánanum og skal vera liðugur í fyrru helvt av mars. Hann skal hava ein Callesen-diesel. Harin hevur havt ein Gamma- diesel. Á beding Gudmundur er á beding á Tvøroyri. Hann fær nakrar ábøtur gjørdar í lastini. Lastin verður innrættað av nýggjum. Á Runavík við maskinskaða Grani kom fyri nokrum døgum síðani á Runa- vik, hagar hann varð sleipaður við maskin- skaða. Hann hevur roynt við troli, og hevði avreitt 6 tons á Vest- manna. Tað var ein ventilur i maskinuni, sum 'gekk fyri. Grani hevði 14.000 pund av fiski, tá hann kom á Runavik. Nøkur høli klár Tey hølir, sum HF- skeiðið í Suðuroy skal hava i tí nýggja skúlan- um, eru um at vera lið- ug. Hesi hølini liggja í ovaru hædd í skúlan- um, og tey skulu vera klár at taka í brúk um mánaðarskiftið. Annars er ætlanin, at tann nýggi skúlin á Tvøroyri skal vera lið- ugur í apríl mánað. Hevur skipað seg Tað nýggja býráðið á Tvøroyri hevur skipað seg. Sverri Midjord heldur fram sum for- maður og Petur Eli Bærentsen er næstfor- maður. Við gørnum Royndin Fríða ger klárt at fara við gørnum und- ir Føroyum. Teir fara væntandi út um mán- aðarskiftið. Framsýning í Suðuroy Framsýningin um Nóls- oyar Páll er nú komin til Suðuroyar. Hon er sett upp í Vági, og hetta er seinasta bygd- in, har framsýningin er. Frámmanundári hevur framsýningin verið í Havn og i Klaksvík. Hon er opin frá kl. 19 — 21.30 hvønn dag uttan leygardag og sunnudag, tá opið er frá kl. 16—20. Við gørnum Petur á' -Gørðunum, sum er farin niður til Portugals við garna- fiski, kom til Lissabon týsdagin. Jógvan á Gørðunum liggur og ger klárt at fara við gørnum undir Føroy- um, men hann fer neyv- an nakran veg, fyrr enn tann góða fiskitíðin kemur norðanfyri. Fingu ikki lossað 1 Vági skuldi eitt farm- askip byrja at ferma fiskapakkar í gjára- morgunin, men tað kavaði so illa, at tað var ikki hugsningur um at taka lúk irnar av last- ini. Hai n fermir fisk til Grikkalands og skuldi taka 600 pakkar har suðuri. Fiskapakkar vórðu koyrdir bæði av Hvalba og Tvøroyri til Vágs at avskipast.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.