Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 10
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
Síða 10
Einaferð, tá ein limur í
hansara egnu stammu var
deyður av einum óhappi,
kom einkjan at geva Utah
ein grís. Hon vildi ikki
hava Utah at eta mannin,
og tí gav hon honum grísin
í vón um, at hann var nøg-
dur við hetta. Men Utah át
fyrst grísin og mannin aft-
aná.
Móðir Tei var ofta óð og
bæði deildi og bønaði
mann sín um at eta fisk og
annan mat, sum ikki lukt-
aði so illa. Eina tíð nart
hann ikki mannakjøt, men
tá bleiv hann sjúkur og fór
at síggja so illa út, so hann
aftur mátti fara at eta tann
kost, sum hann var vanur
við.
Liv var forfard, og Ta-
hia sat við stórum eygum
og opnum munni og lýddi
á, meðan tann gamli still-
føri maðurin sat og fortaldi
púra natúrliga um, hvussu
faðir hansara hevði etið
mannakjøt. Sjálvur hevði
Tei sum ungur bert eina-
ferð luttikið í eini kanni-
bal-seremoni. Vanliga var
mannakjøt etið undir eini
religiøsari hevndarsere-
moni.
Meira fólk
Seint ein seinnapart, með-
an eg lá og hvíldi meg á
pálmabløðum í okkara lítlu
smáttu, hoyrdi eg hunda-
goyggj langt uppi í dalin-
um,- Tað mátti vera fólk,
sum kom, tí vit høvdu
ongatíð verið var við villar
hundar her.
Stutt eftir komu nakrir
hunđar rennandi og nakað
aftanfyri komu fólk, menn,
kvinnur og børn. Tey
komu frá hini bygdini á
vestursíðuni, og í ferðalag-
num kendu vit ein mann,
tað var Veo, ið var vin-
maður Tioti, sum hevði
víst okkum vegin higar til
dalin.
Tað var týðuligt, at hesi
fólk vóru ikki flýdd undan
flugunum vestanfyri, men
tey vóru| send eysturum at
forvitnast, hvat vit høvd-
ust at. Okkum hevði dámt
nógv betur, at tey høvdu
gloymt okkum. Tei royndi
at fáa hesi fólkini at blíva
verandi har í dalinum hjá
sær. Her var gott at vera,
hví skuldu tey fara avstað
aftur?
Tey tóku av tilboðnum
og avgjørdu ikki at fara av
stað aftur. Hetta sóu eisini
út til at vera fitt og vinar-
lig fólk í allar mátar, og
tey sóu øll somul frísk og
røsk út.
Veo bar orð fyri at vera
besti veiðumaður á allari
oynni. Hesi fólkini vóru
hugalig at útvega mat, tey
vóru dúglig at veiða fisk,
og tað barst mær fyri, at
soleiðis mundi lívið hava
verið her á staðnum í
gomlum døgum. Børnini
róptu, og kvinnurnar læð-
u. Tei var lukkuligur. Vit
vóru øll lukkulig, og
hjálptu hvørjumøðrum og
býttu alt ímillum okkum."
011 máttu
drekka
Men nakrar vikur seinni
komu uppaftur fleiri fólk
higar til dalin. Tá tey
fyrstu, sum komu higar,
ikki vendu heimaftur, vóru
tað onnur, sum gjørdu sær
ein túr eysturum fjøllini,
og nú byrjaðu trupulleik-
arnir. Tann gamli beyð
øllum at verða. Ongin
bygdi fleiri hús, men øll
hildu tey til í teimum báð-
um smáttunum hjá Tei.
011 ótu tey hjá honum, og
Tei stríddist framvegis
einsamallur í køkinum.
Teir seinnu gestirnir, sum
komu, tóku heldur ikki so
mikið sum eina hond í við
at útvega føði, men í stað-
in vóru tað nøkur, sum
fóru at bryggja eitt slag av
øli av appelsinum.
Tey lógu og letaðust all-
an dagin og ótu frá Tei,
meðan bíðað var eftir, at
ølið skuldi verða nóg
sterkt.
í smáttu okkara hinu-
megin ánna sótu Liv og eg
og vóru í døpurhuga. Vit
vistu, at blivu hesir menn
fuUir, kundu teir fullkomi-
liga missa tamarhaldið á
sær sjálvum. Nøkur av
teimum mest óhugnaligu
blóðbaðunum á Marques-
as-oyggjunum høvdu ver-
ið, tá íbúgvarnir har fyri
fyrstu ferð fingu alkohol
fyri ikki so ógvuliga nógv-
um árum síðani.
Tei stríddist einsamallur
í køkinum, men hann fekk
ikki frið og mátti eisini
smakka. Sjálvt ikki tey
smáu børnini sluppu und-
an, men skuldu eisini
drekka, til tey gingu og
sløðraðu.
Flýddu
Eitt kvøldið vóru fleiri fólk
yviri hjá okkum og royndu
at koma upp gjøgnum
stigan, men. øll vóru tey so
mikið full, at tað var lætt
hjá okkum at forða teim-
um at sleppa upp. Gangur-
in var ræðuligur, og tað
var greitt, at skuldi hetta
lívið halda fram, so máttu
vit rýma.
Og nakrar fáar dagar
seinni pakkaðu vit tað
sindrið, vit høvđu, og
rýmdu á nátt.
Tá vit komu vestur um
aftur, hittu vit Tioti, sum
vísti okkum á eitt gott
stað at búgva — eina turra
holu. Her sótu vit so og
høvdu góða tíð at hugsa
um okkara støðu, og um ta
sivilisatión, sum vit vóru
flýdd undan. Men hvat
nú? Hvat skuldu vit nú
gera?
Tað bleiv ikki nógv tos-
að í fleiri dagar. Men so ein
dagin helt Liv fýri: - Hvat
skulu vit gera, um vit
síggja eitt skip?
- So skunda vit okkum
Tei Tetua búði leingi einsamallur. Faðir hansara hevði
verið mannaátari, og sjálvur hevði Tei eisini smakkað
mannakjøt
avstað, segði eg.
- Hví? spurdi hon.
Eg visti ikki, hvat eg
skuldi svara. Eg hevði ikki
viljað viðurkent fyri mær
sjálvum, at henda royndin
at koma aftur til náttúruna
var miseydnað.
- Ja, segði hon. Vit
mugu bara sleppa okkum
burtur, tí hetta var ikki
tað, sum vit’ ætlaðu at
koma higar til.
Vit viðurkendu, at hetta
var ikki júst tað, sum vit
væntaðu, men kortini
segði Liv, at tað, sum hon
hevði upplivað og lært her
á oynni, vildi hon ikki á
nakran hátt verið fyriutt-
an.
- Men, segði eg við Liv,
er tú greið yvir, at um
ferðin higar hevði roynst
øðrvísi, so høvdu vit kort-
ini verið farin av aftur
oynni? Høvdu vit havt
uppdagað her, at menn-
iskja við at venda aftur til
náttúruna kann frígera seg
fyri allar teir trupulleikar,
sum nútíðin hevur skapt,
so høvdu vit eisini noyðst
at rýmt hiðani fyri at siga
øðrum frá tí.
Av aftur
oynni
Troytt av 20. øld og tí,
sum hon hevði skapt, vóru
vit komin til Fatu-Hiva.
Vit vóru komin higar fyri
at kunna sita uttanfyri og
síggja, hvussu fólk livdu í
heiminum í dag. Nú sótu
vit her í hesi holuni og
stardu út í tann bláa
himmalin og bíðaðu eftir,
at eitt skip kom, sum
kundi føra okkum aftur til
sivilisatiónina.
Okkara dómur var mild-
ari nú. Vit høvdu sæð, at
flugurnar kundu gjørt okk-
um heilavill í frumskógin-
um og kundu havt smittað
okkum við elefantasjúk-
uni. Høvdu vit ikki havt
fingið medisinska viðgerð
áoynni Hovaoa, høvdu vit
kanska mist beinini.
Nú sótu vit og talaðu
um sivilisatiónina, soleiðis
sum vit nú kundu meta
hana, við sínum fyrimun-
um og vansum.
Tað gingu vikur, áðrenn
nakað skip kom, men tá
tað umsíðir kom, var tað
við tungum huga, at vit
søgdu teimum farvæl, sum
vóru komin at fylgja okk-
um avstað.
Tað var við ringum
huga, at vit vendu aftur til
sivilisatiónina. Men vit
kundu ikki standa imóti.
Vit vóru sannførd um —
og tað eri eg enn — at tað
einasta staðið, har tú
kanst finna náttúruna er í
tær sjálvum. Har er hon,
óbroytt nú sum altíð.
Vitunýra
I næstseinasta Tíðinda-
blaði varð í hesum teigi
skrivað um vitunýra. Av
tí at tveir lesarar síðani
hava skrivað og sagt frá
ymiskum, skulu vit aft-
ur hesa ferð viðgera tað.
Annar lesarin sigur frá
kaldbaksmanni, at gott
var at hava í útróðrar-
skríninum tríggjar lutir
fyri at fáa fiskieydnu:
fýrsmæra, yitunýra og
hegrafót. Hegrin skuldi
vera skotin á flogi, og
tað skuldi vera tann
fóturin, ið vendi inn í-
móti landi.
Lesari ættaður úr
Sandvík sigur, at hann
hevur hoyrt, at ein mað-
ur har í bygdini átti 2
vitunýru, ið hann hevði
funnið. Tá hann var
gamal, var tað ein av
eftirkomarunum, sum
ikki var sjómaður, ikki
hevði sjónátúru, sum
bað um at fáa annað vit-
unýra. Hin gamli svar-
aði tá: «Nei, stakkalin,
tú hevur jú einki við
sjógvin at gera, og tí
tørvar tær ikki vitu-
nýra».
Lesarin vil vera við, at
hetta at hava vitunýra í
varðveitslu gav útróðr-
armanninum eydnu yvir-
høvur, ikki bert fiski-
eydnu. Hann nýtti ikki
endiliga at hava tað uppi
á sær. Børnini kundu
biðja um at sleppa at
hyggja at ella kanska
halda á vitunýranum. So
varð tað tikið fram, og
øll undraðust á henda
løgna gátuføra lut. Sum
øllum kunnugt, sigur
lesarin at enda, er tað
sera torført at finna eitt
vitunýra, tað minnir um
ein vátan stein, tá tað
liggur í sjóvarmálanum,
men hann er ikki vísur í,
um tað er eydnuberandi í
sjálvum sær at finna
vitunýra upp av sjógv.
I bók síni Gl. føroysk
heimaráð skrivar R.K.
Rasmussen: «Hevur
maður vitunýra i lumm-
anum á útróðri, fær
hann nógv, men eingin
má vita, at hann hevur
tað. Maður, ið borin var
í heim í 1875 og đoyði í
1945, var eydnumaður á
útróðri, og tað var tí, at
hann hevði vitunýra,
søgdu tey. Men tað var
ikki við fiskiskapi eina,
at vitunýra gav eydnu.»
Hvussu er við hesum
seinasta? Onkur lesari
mátti dugað at greitt
meira frá, hvussu vitu-
nýrað kundi geva eydn-
u?
- b.