Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 10

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 10
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 Síða 10 Einaferð, tá ein limur í hansara egnu stammu var deyður av einum óhappi, kom einkjan at geva Utah ein grís. Hon vildi ikki hava Utah at eta mannin, og tí gav hon honum grísin í vón um, at hann var nøg- dur við hetta. Men Utah át fyrst grísin og mannin aft- aná. Móðir Tei var ofta óð og bæði deildi og bønaði mann sín um at eta fisk og annan mat, sum ikki lukt- aði so illa. Eina tíð nart hann ikki mannakjøt, men tá bleiv hann sjúkur og fór at síggja so illa út, so hann aftur mátti fara at eta tann kost, sum hann var vanur við. Liv var forfard, og Ta- hia sat við stórum eygum og opnum munni og lýddi á, meðan tann gamli still- føri maðurin sat og fortaldi púra natúrliga um, hvussu faðir hansara hevði etið mannakjøt. Sjálvur hevði Tei sum ungur bert eina- ferð luttikið í eini kanni- bal-seremoni. Vanliga var mannakjøt etið undir eini religiøsari hevndarsere- moni. Meira fólk Seint ein seinnapart, með- an eg lá og hvíldi meg á pálmabløðum í okkara lítlu smáttu, hoyrdi eg hunda- goyggj langt uppi í dalin- um,- Tað mátti vera fólk, sum kom, tí vit høvdu ongatíð verið var við villar hundar her. Stutt eftir komu nakrir hunđar rennandi og nakað aftanfyri komu fólk, menn, kvinnur og børn. Tey komu frá hini bygdini á vestursíðuni, og í ferðalag- num kendu vit ein mann, tað var Veo, ið var vin- maður Tioti, sum hevði víst okkum vegin higar til dalin. Tað var týðuligt, at hesi fólk vóru ikki flýdd undan flugunum vestanfyri, men tey vóru| send eysturum at forvitnast, hvat vit høvd- ust at. Okkum hevði dámt nógv betur, at tey høvdu gloymt okkum. Tei royndi at fáa hesi fólkini at blíva verandi har í dalinum hjá sær. Her var gott at vera, hví skuldu tey fara avstað aftur? Tey tóku av tilboðnum og avgjørdu ikki at fara av stað aftur. Hetta sóu eisini út til at vera fitt og vinar- lig fólk í allar mátar, og tey sóu øll somul frísk og røsk út. Veo bar orð fyri at vera besti veiðumaður á allari oynni. Hesi fólkini vóru hugalig at útvega mat, tey vóru dúglig at veiða fisk, og tað barst mær fyri, at soleiðis mundi lívið hava verið her á staðnum í gomlum døgum. Børnini róptu, og kvinnurnar læð- u. Tei var lukkuligur. Vit vóru øll lukkulig, og hjálptu hvørjumøðrum og býttu alt ímillum okkum." 011 máttu drekka Men nakrar vikur seinni komu uppaftur fleiri fólk higar til dalin. Tá tey fyrstu, sum komu higar, ikki vendu heimaftur, vóru tað onnur, sum gjørdu sær ein túr eysturum fjøllini, og nú byrjaðu trupulleik- arnir. Tann gamli beyð øllum at verða. Ongin bygdi fleiri hús, men øll hildu tey til í teimum báð- um smáttunum hjá Tei. 011 ótu tey hjá honum, og Tei stríddist framvegis einsamallur í køkinum. Teir seinnu gestirnir, sum komu, tóku heldur ikki so mikið sum eina hond í við at útvega føði, men í stað- in vóru tað nøkur, sum fóru at bryggja eitt slag av øli av appelsinum. Tey lógu og letaðust all- an dagin og ótu frá Tei, meðan bíðað var eftir, at ølið skuldi verða nóg sterkt. í smáttu okkara hinu- megin ánna sótu Liv og eg og vóru í døpurhuga. Vit vistu, at blivu hesir menn fuUir, kundu teir fullkomi- liga missa tamarhaldið á sær sjálvum. Nøkur av teimum mest óhugnaligu blóðbaðunum á Marques- as-oyggjunum høvdu ver- ið, tá íbúgvarnir har fyri fyrstu ferð fingu alkohol fyri ikki so ógvuliga nógv- um árum síðani. Tei stríddist einsamallur í køkinum, men hann fekk ikki frið og mátti eisini smakka. Sjálvt ikki tey smáu børnini sluppu und- an, men skuldu eisini drekka, til tey gingu og sløðraðu. Flýddu Eitt kvøldið vóru fleiri fólk yviri hjá okkum og royndu at koma upp gjøgnum stigan, men. øll vóru tey so mikið full, at tað var lætt hjá okkum at forða teim- um at sleppa upp. Gangur- in var ræðuligur, og tað var greitt, at skuldi hetta lívið halda fram, so máttu vit rýma. Og nakrar fáar dagar seinni pakkaðu vit tað sindrið, vit høvđu, og rýmdu á nátt. Tá vit komu vestur um aftur, hittu vit Tioti, sum vísti okkum á eitt gott stað at búgva — eina turra holu. Her sótu vit so og høvdu góða tíð at hugsa um okkara støðu, og um ta sivilisatión, sum vit vóru flýdd undan. Men hvat nú? Hvat skuldu vit nú gera? Tað bleiv ikki nógv tos- að í fleiri dagar. Men so ein dagin helt Liv fýri: - Hvat skulu vit gera, um vit síggja eitt skip? - So skunda vit okkum Tei Tetua búði leingi einsamallur. Faðir hansara hevði verið mannaátari, og sjálvur hevði Tei eisini smakkað mannakjøt avstað, segði eg. - Hví? spurdi hon. Eg visti ikki, hvat eg skuldi svara. Eg hevði ikki viljað viðurkent fyri mær sjálvum, at henda royndin at koma aftur til náttúruna var miseydnað. - Ja, segði hon. Vit mugu bara sleppa okkum burtur, tí hetta var ikki tað, sum vit’ ætlaðu at koma higar til. Vit viðurkendu, at hetta var ikki júst tað, sum vit væntaðu, men kortini segði Liv, at tað, sum hon hevði upplivað og lært her á oynni, vildi hon ikki á nakran hátt verið fyriutt- an. - Men, segði eg við Liv, er tú greið yvir, at um ferðin higar hevði roynst øðrvísi, so høvdu vit kort- ini verið farin av aftur oynni? Høvdu vit havt uppdagað her, at menn- iskja við at venda aftur til náttúruna kann frígera seg fyri allar teir trupulleikar, sum nútíðin hevur skapt, so høvdu vit eisini noyðst at rýmt hiðani fyri at siga øðrum frá tí. Av aftur oynni Troytt av 20. øld og tí, sum hon hevði skapt, vóru vit komin til Fatu-Hiva. Vit vóru komin higar fyri at kunna sita uttanfyri og síggja, hvussu fólk livdu í heiminum í dag. Nú sótu vit her í hesi holuni og stardu út í tann bláa himmalin og bíðaðu eftir, at eitt skip kom, sum kundi føra okkum aftur til sivilisatiónina. Okkara dómur var mild- ari nú. Vit høvdu sæð, at flugurnar kundu gjørt okk- um heilavill í frumskógin- um og kundu havt smittað okkum við elefantasjúk- uni. Høvdu vit ikki havt fingið medisinska viðgerð áoynni Hovaoa, høvdu vit kanska mist beinini. Nú sótu vit og talaðu um sivilisatiónina, soleiðis sum vit nú kundu meta hana, við sínum fyrimun- um og vansum. Tað gingu vikur, áðrenn nakað skip kom, men tá tað umsíðir kom, var tað við tungum huga, at vit søgdu teimum farvæl, sum vóru komin at fylgja okk- um avstað. Tað var við ringum huga, at vit vendu aftur til sivilisatiónina. Men vit kundu ikki standa imóti. Vit vóru sannførd um — og tað eri eg enn — at tað einasta staðið, har tú kanst finna náttúruna er í tær sjálvum. Har er hon, óbroytt nú sum altíð. Vitunýra I næstseinasta Tíðinda- blaði varð í hesum teigi skrivað um vitunýra. Av tí at tveir lesarar síðani hava skrivað og sagt frá ymiskum, skulu vit aft- ur hesa ferð viðgera tað. Annar lesarin sigur frá kaldbaksmanni, at gott var at hava í útróðrar- skríninum tríggjar lutir fyri at fáa fiskieydnu: fýrsmæra, yitunýra og hegrafót. Hegrin skuldi vera skotin á flogi, og tað skuldi vera tann fóturin, ið vendi inn í- móti landi. Lesari ættaður úr Sandvík sigur, at hann hevur hoyrt, at ein mað- ur har í bygdini átti 2 vitunýru, ið hann hevði funnið. Tá hann var gamal, var tað ein av eftirkomarunum, sum ikki var sjómaður, ikki hevði sjónátúru, sum bað um at fáa annað vit- unýra. Hin gamli svar- aði tá: «Nei, stakkalin, tú hevur jú einki við sjógvin at gera, og tí tørvar tær ikki vitu- nýra». Lesarin vil vera við, at hetta at hava vitunýra í varðveitslu gav útróðr- armanninum eydnu yvir- høvur, ikki bert fiski- eydnu. Hann nýtti ikki endiliga at hava tað uppi á sær. Børnini kundu biðja um at sleppa at hyggja at ella kanska halda á vitunýranum. So varð tað tikið fram, og øll undraðust á henda løgna gátuføra lut. Sum øllum kunnugt, sigur lesarin at enda, er tað sera torført at finna eitt vitunýra, tað minnir um ein vátan stein, tá tað liggur í sjóvarmálanum, men hann er ikki vísur í, um tað er eydnuberandi í sjálvum sær at finna vitunýra upp av sjógv. I bók síni Gl. føroysk heimaráð skrivar R.K. Rasmussen: «Hevur maður vitunýra i lumm- anum á útróðri, fær hann nógv, men eingin má vita, at hann hevur tað. Maður, ið borin var í heim í 1875 og đoyði í 1945, var eydnumaður á útróðri, og tað var tí, at hann hevði vitunýra, søgdu tey. Men tað var ikki við fiskiskapi eina, at vitunýra gav eydnu.» Hvussu er við hesum seinasta? Onkur lesari mátti dugað at greitt meira frá, hvussu vitu- nýrað kundi geva eydn- u? - b.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.