Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 3
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
Síða 3
Til Noregs eftir
nýggjum skipi
Nýtt skip til Klaksvíkar
síðst í næstu viku
Manningin fór í gjár úr
Klaksvík til Noregs eftir
nýggjum fiskifari, rekju-
báti, sum Símun Mikkel-
sen, skipari, John William
Joensen, stjóri, og fleiri
hava latið bygt á Tønder-
verftet as. í Honnervik
nærindis Tróndheim.
Hann hevur kostað 7,4
milj. kr. og kemur eftir
ætlan til Føroya seiiast í
næstu viku, og fer síðani
beinan vegin til Grønlands
á rekjuveiðu.
Nýggja fiskifarið er 130
føtur langt, 27 føtur breitt
og 20 føtur djúpt. 18 eru
koyggjuplássini, og bátur-
in er bygdur sum afturlat-
in (lukkaður) shelterdekk-
ari.
Hø vuðsmotorurin,
MWM, hevur 1200 hesta
maskinkraft, og harum-
framt eru tveir hjálpimo-
torar, hvør 180 hestar.
Feløgini Kværner og Sa-
broe hava latið frystimask-
inurnar. í lastini er frysti-
tunnell, ið er ætlað at
frysta um 8 tons av rekjum
um dagin, harumframt er á
dekkinum ein onnur tunn-
ell, sum hevur umleið
somu frystiorku.
Eisini til
línuveiðu
Báturin er útgjørdur við
øllum teimum nýggjastu
nautisku amboðum, hann
hevur tveir radarar, tvey
ekkolodd, eitt loran C og
ein loran A gyrokumpass,
høvuðstelefon 400 w, sum
hevur telex skoytt uppí,
WHF telefon, automatisk-
an peilara o.s.fr.
Bygdur er hann sum
hekkutrolari við tveimum
11 tons spølum, harum-
framt hevur hann neta-
trumlu, og øll tólini kunnu
verða fjarstýrd frá brúnni.
Atlas verksmiðjan hev-
ur latið maskinurnar til
viðgerð av veiðini, kókar-
ar, turkimaskinu, sorter-
ingsmaskinu o.a.
Nýggja veiðifarið skal
eisini kunna nýtast til
línuveiðu, og tað hevur
bógskrúvu.
Ætlanin er, at nýggi
báturin skal koma á Klaks-
vík seinast í næstu viku.
Farið verður beinan vegin
til Grønlands við Símun
Mikkelsen sum skipara.
Hann skal hava støð í
Føroyingahavnini alt árið,
so at skilja, at hann har
kemur at landa veiðuna
beinleiðis í fyrstifarmaskip
so hvørt sum hann fiskar.
1
Um umboðan í ráfiska-
nevndini
Tað er frætt í bløðunum,
at annar av umboðsmonn-
unum hjá útróðrarfeløg-
unum í ráfiskanevndini,
Frits Olsen, hevur tikið
seg burtur úr nevndarar-
beiðinum, eftir at hetta
varð samtykt á eykaaðal-
fundi í Klaksvíkar Útróðr-
arfelag.
Sum hin umboðsmaður-
in í ,somu nevnd fyri
útróðrarfeløgini haldi eg
tað tí vera .rætt, at eg
greiði frá míni støðu og
frá, hví eg ikki havi gjørt
tað sama.
Fyrst vil eg gera vart
við, at umboðsmenn út-
róðrarmanna eru valdir av
øllurn útróðrarfeløgunum,
sum tá vóru, og haldi eg
ikki, at ein hevur nakra
heimild at taka seg burtur
úr ráfiskanevndini fyri tað,
at hetta verður samtykt av
einstøkum felag.
Annars er umboðanin í
ráfiskanevndini borgarligt
umboð, og hava limimir
skyldu at møta á fundum
nevndarinnar fyri ta tíðar-
skeið, teir eru valdir. Lúk-
ar ein ikki hesa skyldu,
kann ein verða revsaður
eftir grein 156 í straffilóg-
ini, sum heimilar bót ella
hefti.
Eisini haldi eg tað vera
skeivt, at eitt slíkt stig
verður tikið beint nú. Sum
kunnugt var tað eftir kravi
útróðrarfelaganna, at rá-
fiskanevndin varð sett á
stovn, og varð hon mett at
vera eitt stórt framstig.
Arbeitt hevur verið við eini
reglugerð, sum útróðrar-
feløgini hava góðkent, og
eingin orsøk hevur verið til
at vera ónøgdur við nevna-
ararbeiðið sum slíkt. Men
við tí stóra prísfalli, sum
hevur verið seinna partin
av 1974, er tað gjørt monn-
um greitt, at núverandi
reglugerðin er ónýtilig.
Hetta hava vit eisini gjørt
landsstýrinum vart við, og
tað er einki dulsmál, at
beint í hesum døgum verð-
ur arbeitt uppá kraft í
landsstýrinum fyri at finna
eina loysn av teimum stóru
vandamálum, sum útróð-
urin er komin í. Tí má tað
haldast at vera skeivt at
boykotta ráfiskanevndina,
meðan hetta virksemi fer
fram, og áðrenn vit vita.
hvat úrslit fer at spyrjast
burturúr.
Eisini kann verða skoytt
uppí, at ráfiskanevndin
verður als ikki óarbeiðsfør,
um einstakur limur ella
limir taka seg burtur úr
henni. Tóku báðir útróðr-
arumboðsmenninir seg
burtur úr, helt hon áfram
við formanni og tveimum
umboðsmonnum fyri fisk-
akeypararnar, og so mikið
kann sigast fyri vist, at
tað hevði ikki verið til
fyrimun fyri útróðrar-
mannin.
Dánjal J. Jensen
Tvøroyri
Komandi ættarlið
má taka støðu
til samarbeiði
Anwar Sadat forseti í Eg-
yptalandi hevur sagt í
samrøðu við eitt franskt
blað, at hann er til reiðar
at undirskriva ein friðar-
sáttmála við Israel. Men
hann helt tað verða ov tíð-
liga at tala um diplomat-
iskt samband og at opna
markini, soleiðis sum ísra-
elsmenn hava ynskt. í
samrøðu við Le Monde
sigur egyptiski forsetin, at
fyrst má hatur og illvilji
doyggja út. Tað verður tað
komandi ættarliðið, segði
hann, sum má taka støðu
til, um tað vil samarbeiða
við eitt jødiskt ríki. Alt
hetta velst um, hvussu ís-
rael fer at bera seg at, eftir
at friður er fingið i lag,
segði hann.
Um viðurskiftini millum
Egyptaland og Sovjetsam-
veldið segði Anwar Sadat,
at londini eru ikki samd
um allar politiskar, bú-
Framhald frá bls. 2
«minkað verður um snobb-
aríið fyri teoretiskum bók-
lærdómi». So týðandi er
hetta lyndið nú heldur
ikki, at tað skal verða nýtt
sum ein grundgeving fyri
broytan av skúlanum.
Sagt hevur verið, at
skilið ikki longur kann
halda fram «yvir høvdið á
vinnulívinum» (Birgir
Danielsen, Tíðindabl. 20/3
— 74). Og í tráð við hetta
hevur Birgir talað fyri ikki
einans at «ávirka» (sum
tað so vakurt eitur) børnini
men eisini foreldrini. Gera
tey meiri vinnulívssinnaði
(sama grein). Men av teirri
grund, at tað illa ber til at
noyða tey aftur á skúla-
bonk fyri at taka imóti
borgarligari «ávirkan», so
má roknast við, at Útvarp
Føroya og tey føroysku
bløðini skjótt fáa áheitan
um at taka hesa uppgáv-
una uppá seg. Hesa støð-
una roynir Árni at bera í
bøtuflaka fyri, samstundis
sum hann ger seg sum bú-
skaparfrøðing til talsmann
fyri tí samfelagsgagnliga.
í hvønn mun menningin
.av skúlanum kann nevnast
ein framburðsmenning í
einum borgarligum sam-
felagi er í hvønn mun tann
arbeiðandi meirilutin fær
síni krøv um ein avgjørt
demokratiskan skúla i-
gjøgnum. Krøv, ið umfata
betur møguleikar til skúla-
gongd fyri øll, og sum gera
skúlan mest møguliga
tænandi tí arbeiðandi
meirilutanum. Men um tað
verður ein gjøgnumgang-
andi regla, at «politikarar,
skúlamenn, vinnulívs-
menn og onnur áhugaði»
skulu fyriskipað hetta, so-
leiðis sum Arni skjeyt tað
upp (Tíðindabl. 10/4-74) í
samband við nevndina, ið
arbeiddi við broytingum í
fólkaskúlalógini, so kann
ein neyvan væntað sær
broytingar á demokratiska
leið. Ti torført er at
ímynda sær tann arbeið-
andi meirilutan umboðað-
an av hesum «øðrum áhug-
aðum».
Tummas í Dali
skaparligar og hemaðar-
ligar spurningar. Hann
segði, at russar hava sýtt
honum búskaparliga hjálp,
teir vilja ikki útseta aftur-
rindanina av lánum, sum
teir hava veitt Egypta-
landi og vilja ikki geva
landinum somu hernaðar-
ligu hjálp, sum teir hava
veitt Sýrialandi.
1 næstu viku skal Sadat
vitja Frakland. Hann
segði, at tey arabisku
londini hava onga ætlan
um at skapa nakra bú-
skaparliga kreppu í vest-
urheiminum.
Um arabiska álopið á
eitt flogfar í Orly-flog-
havnini seinasta sunnudag
segði Sadat, at endamálið
við tí hevur verið at gera
viðurskiftini verri millum
Frakland og arabararnar
uppundir vitjan hansara til
Frakland í næstu viku.
NÝTT
UM NØVN
Føðingar
7.1. fingu Birgit og
Marni Ørvarodd í Havn
ein son.
9.1. fingu Christina
og Poul Johan Joensen
í Klaksvík ein son.
10.1. fingu Jóhanna
Sigrun Olsen og Jón
Magnusson Olsen í
Kollafirði eina dóttur.
10.1. fingu Anny og
Regin Poulsen í Mið-
vági ein son.
11.1. fingu Christina
og Jógvan Johannesen i
Vestmanna eina dóttur.
11.1. fingu Jórun og
Henning Johannesen,
Marknagilsvegur Tórs-
havn, ein son.
13.1. fingu Liss og
Erhard Knúdsen á
Glyvrum ein son.
14.1. fingu Ása og
Arne Hansen, Tinghús-
vegur Tórshavn ein
son.
14.1. fingu Elsa og
Hans Jacob Debes,
Torfinsgøtu 7 í Havn
ein son.
15.1. fingu Judith og
Agnar Petersen, Stoff-
alág í Havn eina dóttur.
15.1. fingu Sólvá og
Regin Ellingsgaard á
Eiði eina dóttur.
15.1. fingu Eyðna og
Jákup Andrias Joensen
í Norðagøtu ein son.
16.1. fingu Helena og
Eyðun Hansen í Hval-
vík eina dóttur.
17.1. fingu Jórun og
Kartni Olsen í Havn ein
son.
18.1. fingu Óluva og
Sverri Eysturdal í Sal-
tangará eina dóttur.
18.1. fingu Gunnvør
og Signar Hansen í
Fuglafirði eina dóttur.
20.1. fingu Herdis og
Ólavur Jacobsen í Kví-
vík eina dóttur.
20.1. fingu Hjørdis
og Jørgen Frants Jørg-
ensn í Sørvági eina
dóttur.
60 ár
í dag verður Edith M.
Joensen i Vági 60 ár.
Hon er ættað úr Sand-
vík og býr í Vági. Hon
er gift við Hentzar
Esmar Joensen. Tey
eiga fimm børn: Janett-
a, sum býr í Havn,
Karolina, sum býr i
Danmark; og Páll,
Henning og Elita búgv-
a í Vági.
60 ár
í morgin leygardagin
25. januar verður Krist-
ian Lagfoss í Sandvík
60 ár. Hann er ættaður
úr Skúvoy, men flutti
til Sandvíkar. Kristian
hevur verið fiskimaður,
men hevur ta seinastu
tíðina verið nakað sjúk-
ligur. Kona hansara
Jensia er úr Sandvík.
Tey eiga tvey børn,
Dion og Henrietta, sum
bæði búgva í Sandvík.
Hann er burturstadd-
ur føðingardagin.
Andlát
Mikumorgunin 22. jan-
uar anđaðist Niclas
Holm — vanliga nevnd-
ur Nikkurin — á Tvør-
oyri. Hann var skipari á
tvørábátinum, Suður-
farið, og teir vóru á út-
róðri vestanfyri Suður-
oynna, tá hann knapp-
liga doyði. Veðrið var
ringt, og beint framm-
anundan høvdu teir
mist ein mann út. Teir
fingu mannin aftur í øll-
um góðum, men eina
løtu seinni doyði skip-
arin knappliga.
Niclas Holm var gilt-
ur. Kona hansara eitur
Elsa, og tey eiga fýra
bøm: Anna Maria, Jan-
us Mohr, Elsa Berit og
Niclas.
75 ár
I dag fyllir Jacob Jo-
hannesen í Leirvík 75
ár.
70 ár
Sunnudagin 26. januar
fyllir Niels Pauli Jacob-
sen á Húsum 70 ár.
Týsdagin 21. januar
andaðist Sigga Klein í
Klaksvík. Hon var ætt-
að úr Funningi og var
gift við Ađolf í Funn-
ingi, sum doyði fyri
fleiri árum síðani. Sigga
og Adolf búðu leingi í
Klaksvík.
60 ár
Sunnudagin 26. januar
fyllir Elsebeth Súsanna c»aru
Hansen í Mikladali 60
ár. Hon er einkja eftir Skúlastjórnin hevur
Jóhan Hansen í Mikla- sett Signar Hansen
dali. Bøm teirra em: sum lærara við Fugla-
Guttorm, Olaf, Elsa, fjarðar skúla frá 1. juni
Fischer og Hansina. 1974 at rokna.
i