Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 3

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 3
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 Síða 3 Til Noregs eftir nýggjum skipi Nýtt skip til Klaksvíkar síðst í næstu viku Manningin fór í gjár úr Klaksvík til Noregs eftir nýggjum fiskifari, rekju- báti, sum Símun Mikkel- sen, skipari, John William Joensen, stjóri, og fleiri hava latið bygt á Tønder- verftet as. í Honnervik nærindis Tróndheim. Hann hevur kostað 7,4 milj. kr. og kemur eftir ætlan til Føroya seiiast í næstu viku, og fer síðani beinan vegin til Grønlands á rekjuveiðu. Nýggja fiskifarið er 130 føtur langt, 27 føtur breitt og 20 føtur djúpt. 18 eru koyggjuplássini, og bátur- in er bygdur sum afturlat- in (lukkaður) shelterdekk- ari. Hø vuðsmotorurin, MWM, hevur 1200 hesta maskinkraft, og harum- framt eru tveir hjálpimo- torar, hvør 180 hestar. Feløgini Kværner og Sa- broe hava latið frystimask- inurnar. í lastini er frysti- tunnell, ið er ætlað at frysta um 8 tons av rekjum um dagin, harumframt er á dekkinum ein onnur tunn- ell, sum hevur umleið somu frystiorku. Eisini til línuveiðu Báturin er útgjørdur við øllum teimum nýggjastu nautisku amboðum, hann hevur tveir radarar, tvey ekkolodd, eitt loran C og ein loran A gyrokumpass, høvuðstelefon 400 w, sum hevur telex skoytt uppí, WHF telefon, automatisk- an peilara o.s.fr. Bygdur er hann sum hekkutrolari við tveimum 11 tons spølum, harum- framt hevur hann neta- trumlu, og øll tólini kunnu verða fjarstýrd frá brúnni. Atlas verksmiðjan hev- ur latið maskinurnar til viðgerð av veiðini, kókar- ar, turkimaskinu, sorter- ingsmaskinu o.a. Nýggja veiðifarið skal eisini kunna nýtast til línuveiðu, og tað hevur bógskrúvu. Ætlanin er, at nýggi báturin skal koma á Klaks- vík seinast í næstu viku. Farið verður beinan vegin til Grønlands við Símun Mikkelsen sum skipara. Hann skal hava støð í Føroyingahavnini alt árið, so at skilja, at hann har kemur at landa veiðuna beinleiðis í fyrstifarmaskip so hvørt sum hann fiskar. 1 Um umboðan í ráfiska- nevndini Tað er frætt í bløðunum, at annar av umboðsmonn- unum hjá útróðrarfeløg- unum í ráfiskanevndini, Frits Olsen, hevur tikið seg burtur úr nevndarar- beiðinum, eftir at hetta varð samtykt á eykaaðal- fundi í Klaksvíkar Útróðr- arfelag. Sum hin umboðsmaður- in í ,somu nevnd fyri útróðrarfeløgini haldi eg tað tí vera .rætt, at eg greiði frá míni støðu og frá, hví eg ikki havi gjørt tað sama. Fyrst vil eg gera vart við, at umboðsmenn út- róðrarmanna eru valdir av øllurn útróðrarfeløgunum, sum tá vóru, og haldi eg ikki, at ein hevur nakra heimild at taka seg burtur úr ráfiskanevndini fyri tað, at hetta verður samtykt av einstøkum felag. Annars er umboðanin í ráfiskanevndini borgarligt umboð, og hava limimir skyldu at møta á fundum nevndarinnar fyri ta tíðar- skeið, teir eru valdir. Lúk- ar ein ikki hesa skyldu, kann ein verða revsaður eftir grein 156 í straffilóg- ini, sum heimilar bót ella hefti. Eisini haldi eg tað vera skeivt, at eitt slíkt stig verður tikið beint nú. Sum kunnugt var tað eftir kravi útróðrarfelaganna, at rá- fiskanevndin varð sett á stovn, og varð hon mett at vera eitt stórt framstig. Arbeitt hevur verið við eini reglugerð, sum útróðrar- feløgini hava góðkent, og eingin orsøk hevur verið til at vera ónøgdur við nevna- ararbeiðið sum slíkt. Men við tí stóra prísfalli, sum hevur verið seinna partin av 1974, er tað gjørt monn- um greitt, at núverandi reglugerðin er ónýtilig. Hetta hava vit eisini gjørt landsstýrinum vart við, og tað er einki dulsmál, at beint í hesum døgum verð- ur arbeitt uppá kraft í landsstýrinum fyri at finna eina loysn av teimum stóru vandamálum, sum útróð- urin er komin í. Tí má tað haldast at vera skeivt at boykotta ráfiskanevndina, meðan hetta virksemi fer fram, og áðrenn vit vita. hvat úrslit fer at spyrjast burturúr. Eisini kann verða skoytt uppí, at ráfiskanevndin verður als ikki óarbeiðsfør, um einstakur limur ella limir taka seg burtur úr henni. Tóku báðir útróðr- arumboðsmenninir seg burtur úr, helt hon áfram við formanni og tveimum umboðsmonnum fyri fisk- akeypararnar, og so mikið kann sigast fyri vist, at tað hevði ikki verið til fyrimun fyri útróðrar- mannin. Dánjal J. Jensen Tvøroyri Komandi ættarlið má taka støðu til samarbeiði Anwar Sadat forseti í Eg- yptalandi hevur sagt í samrøðu við eitt franskt blað, at hann er til reiðar at undirskriva ein friðar- sáttmála við Israel. Men hann helt tað verða ov tíð- liga at tala um diplomat- iskt samband og at opna markini, soleiðis sum ísra- elsmenn hava ynskt. í samrøðu við Le Monde sigur egyptiski forsetin, at fyrst má hatur og illvilji doyggja út. Tað verður tað komandi ættarliðið, segði hann, sum má taka støðu til, um tað vil samarbeiða við eitt jødiskt ríki. Alt hetta velst um, hvussu ís- rael fer at bera seg at, eftir at friður er fingið i lag, segði hann. Um viðurskiftini millum Egyptaland og Sovjetsam- veldið segði Anwar Sadat, at londini eru ikki samd um allar politiskar, bú- Framhald frá bls. 2 «minkað verður um snobb- aríið fyri teoretiskum bók- lærdómi». So týðandi er hetta lyndið nú heldur ikki, at tað skal verða nýtt sum ein grundgeving fyri broytan av skúlanum. Sagt hevur verið, at skilið ikki longur kann halda fram «yvir høvdið á vinnulívinum» (Birgir Danielsen, Tíðindabl. 20/3 — 74). Og í tráð við hetta hevur Birgir talað fyri ikki einans at «ávirka» (sum tað so vakurt eitur) børnini men eisini foreldrini. Gera tey meiri vinnulívssinnaði (sama grein). Men av teirri grund, at tað illa ber til at noyða tey aftur á skúla- bonk fyri at taka imóti borgarligari «ávirkan», so má roknast við, at Útvarp Føroya og tey føroysku bløðini skjótt fáa áheitan um at taka hesa uppgáv- una uppá seg. Hesa støð- una roynir Árni at bera í bøtuflaka fyri, samstundis sum hann ger seg sum bú- skaparfrøðing til talsmann fyri tí samfelagsgagnliga. í hvønn mun menningin .av skúlanum kann nevnast ein framburðsmenning í einum borgarligum sam- felagi er í hvønn mun tann arbeiðandi meirilutin fær síni krøv um ein avgjørt demokratiskan skúla i- gjøgnum. Krøv, ið umfata betur møguleikar til skúla- gongd fyri øll, og sum gera skúlan mest møguliga tænandi tí arbeiðandi meirilutanum. Men um tað verður ein gjøgnumgang- andi regla, at «politikarar, skúlamenn, vinnulívs- menn og onnur áhugaði» skulu fyriskipað hetta, so- leiðis sum Arni skjeyt tað upp (Tíðindabl. 10/4-74) í samband við nevndina, ið arbeiddi við broytingum í fólkaskúlalógini, so kann ein neyvan væntað sær broytingar á demokratiska leið. Ti torført er at ímynda sær tann arbeið- andi meirilutan umboðað- an av hesum «øðrum áhug- aðum». Tummas í Dali skaparligar og hemaðar- ligar spurningar. Hann segði, at russar hava sýtt honum búskaparliga hjálp, teir vilja ikki útseta aftur- rindanina av lánum, sum teir hava veitt Egypta- landi og vilja ikki geva landinum somu hernaðar- ligu hjálp, sum teir hava veitt Sýrialandi. 1 næstu viku skal Sadat vitja Frakland. Hann segði, at tey arabisku londini hava onga ætlan um at skapa nakra bú- skaparliga kreppu í vest- urheiminum. Um arabiska álopið á eitt flogfar í Orly-flog- havnini seinasta sunnudag segði Sadat, at endamálið við tí hevur verið at gera viðurskiftini verri millum Frakland og arabararnar uppundir vitjan hansara til Frakland í næstu viku. NÝTT UM NØVN Føðingar 7.1. fingu Birgit og Marni Ørvarodd í Havn ein son. 9.1. fingu Christina og Poul Johan Joensen í Klaksvík ein son. 10.1. fingu Jóhanna Sigrun Olsen og Jón Magnusson Olsen í Kollafirði eina dóttur. 10.1. fingu Anny og Regin Poulsen í Mið- vági ein son. 11.1. fingu Christina og Jógvan Johannesen i Vestmanna eina dóttur. 11.1. fingu Jórun og Henning Johannesen, Marknagilsvegur Tórs- havn, ein son. 13.1. fingu Liss og Erhard Knúdsen á Glyvrum ein son. 14.1. fingu Ása og Arne Hansen, Tinghús- vegur Tórshavn ein son. 14.1. fingu Elsa og Hans Jacob Debes, Torfinsgøtu 7 í Havn ein son. 15.1. fingu Judith og Agnar Petersen, Stoff- alág í Havn eina dóttur. 15.1. fingu Sólvá og Regin Ellingsgaard á Eiði eina dóttur. 15.1. fingu Eyðna og Jákup Andrias Joensen í Norðagøtu ein son. 16.1. fingu Helena og Eyðun Hansen í Hval- vík eina dóttur. 17.1. fingu Jórun og Kartni Olsen í Havn ein son. 18.1. fingu Óluva og Sverri Eysturdal í Sal- tangará eina dóttur. 18.1. fingu Gunnvør og Signar Hansen í Fuglafirði eina dóttur. 20.1. fingu Herdis og Ólavur Jacobsen í Kví- vík eina dóttur. 20.1. fingu Hjørdis og Jørgen Frants Jørg- ensn í Sørvági eina dóttur. 60 ár í dag verður Edith M. Joensen i Vági 60 ár. Hon er ættað úr Sand- vík og býr í Vági. Hon er gift við Hentzar Esmar Joensen. Tey eiga fimm børn: Janett- a, sum býr í Havn, Karolina, sum býr i Danmark; og Páll, Henning og Elita búgv- a í Vági. 60 ár í morgin leygardagin 25. januar verður Krist- ian Lagfoss í Sandvík 60 ár. Hann er ættaður úr Skúvoy, men flutti til Sandvíkar. Kristian hevur verið fiskimaður, men hevur ta seinastu tíðina verið nakað sjúk- ligur. Kona hansara Jensia er úr Sandvík. Tey eiga tvey børn, Dion og Henrietta, sum bæði búgva í Sandvík. Hann er burturstadd- ur føðingardagin. Andlát Mikumorgunin 22. jan- uar anđaðist Niclas Holm — vanliga nevnd- ur Nikkurin — á Tvør- oyri. Hann var skipari á tvørábátinum, Suður- farið, og teir vóru á út- róðri vestanfyri Suður- oynna, tá hann knapp- liga doyði. Veðrið var ringt, og beint framm- anundan høvdu teir mist ein mann út. Teir fingu mannin aftur í øll- um góðum, men eina løtu seinni doyði skip- arin knappliga. Niclas Holm var gilt- ur. Kona hansara eitur Elsa, og tey eiga fýra bøm: Anna Maria, Jan- us Mohr, Elsa Berit og Niclas. 75 ár I dag fyllir Jacob Jo- hannesen í Leirvík 75 ár. 70 ár Sunnudagin 26. januar fyllir Niels Pauli Jacob- sen á Húsum 70 ár. Týsdagin 21. januar andaðist Sigga Klein í Klaksvík. Hon var ætt- að úr Funningi og var gift við Ađolf í Funn- ingi, sum doyði fyri fleiri árum síðani. Sigga og Adolf búðu leingi í Klaksvík. 60 ár Sunnudagin 26. januar fyllir Elsebeth Súsanna c»aru Hansen í Mikladali 60 ár. Hon er einkja eftir Skúlastjórnin hevur Jóhan Hansen í Mikla- sett Signar Hansen dali. Bøm teirra em: sum lærara við Fugla- Guttorm, Olaf, Elsa, fjarðar skúla frá 1. juni Fischer og Hansina. 1974 at rokna. i

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.