Tíðindablaðið - 24.01.1975, Blaðsíða 9
* ð ECr
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975
Síða 9
Ein vill ketta, Poto, sum
Vit regluliga høvdu givið
mat fyrru ferðina vit vóru
á oynni, beyð okkum væl-
komin, tá vit komu aftur
til Fatu-Hiva. Vit sóu
smáttuna hjá okkum gjøg-
num frumskógin, men ein
stór broyting var hend. Nú
var næstan alt tað grógvið
til aftur, sum vit høvdu
ruddað burtur, tá vit
bygdu smáttuna.
Eg royndi at lata hurð-
ina upp. Allur hurðakarm-
urin gav seg, og smáttan
var so illa farin, at eg
kundi stinga hondina í-
gjøgnum hana. Vit høvdu
ikki annað heim nú enn
frumskógin.
Tá myrkrið kom, fór eis-
ini at regna, og mosquito-
flugurnar vóru tættar.
Hetta var einki hugnaligt
stað hóast alt. Vit kundu
byggja eina nýggja smáttu
við síðuna av hinari, men
vit vistu, at vít fóru aftur
at fáa sár á beinini, og
vandi var eisini fyri, at
flugurnar smittaðu okkum
við elefanta-sjúkuni.
Út til
strondina
- Vit áttu at gjørt sum tey
innføddu, segði Liv. Rýma
úr frumskóginum og bú-
seta okkum við strondina,
har vindurin heldur flugur-
nar burtur.
Eg var samdur við hana,
men so máttu vit sleppa
okkum burtur úr hesum
dalinum og búseta okkum
onkra aðrastaðni burtur
frá fólki.
Ein innføddur, ið kallað-
ist Tioti, legði okkum tey
ráð at fara eystur um fjall-
arøðina. Har helt eystan-
vindurin flogkyktini burt-
ur, og á eysturstrondini á
oynni var tað bert ein
dalur, har fólk búði — ein
gamal maður saman við
eini fosturdóttur. Hesin
maðurin, Tei Tetua, hevði
einaferð verið høvdingur,
men nú var hann einsa-
mallur eftir av stammuni,
og hann hevði eisini yvir-
livað allar sínar 12 konur.
Hevði etið
mannakjøt
Tei Tetua var tann einasti
maðurin, ið livdi eftir frá
eini farnari tíð, segði Tioti.
Hann er tann einasti eftir á
lívi her á oynni, sum hevur
etið mannakjøt.
Tioti beyð sær til at vísa
okkum vegin eystur um
fjallarøðina. Tað var ofta
ringt at ganga og torført at
koma fram. Seinnapartin
komu vit til eitt stað, sum
var heilt óframkomiligt or-
Gjørdu eina nýggja
roynd at liva
sum natúrmenniskju
í seinasta fríggjadagsblað varð greitt frá
ferðini hjá Thor Heyerdahl og konu
hansara Liv til kyrrahavsoynna, Fatu-
Hiva, har tey royndu at liva sum natúr-
menniskjur. í regntíðini fingu tey svullir
á beinini og máttu til endans rýma.
Eftir at hava fingið medisinska viðgerð
gjørdu tey av at fara aftur til Fatu-Hiva
fyri at royna eydnuna eina ferð aftrat,
men aftur hesa ferðina máttu tey rýma
av oynni — tó ikki av somu grund sum
fyrru ferðina.
A„ f X' ,
sakað av fiambusi, sum
vaks á vegnum, og vit
máttu skera okkum í-
gjøgnum.
Meðan vit royndu at
skera okkum ígjøgnum
fekk Tioti skaða í hondina,
og tá Liv skuldi binda
honum hondina til, fekk
hon eyga á øklarnar á
høgra beini, við tað at
buksubrókin var gliðin eitt
sindur upp, og hon sá,
hvussu hovið beinið var.
Tað var týðuligt, at hann
hevði fingið elefantasjúk-
una, men at hann royndi at
fjala tað. Vit vóru skakað
av at síggja hesa syrgiligu
sjón og skiltu betur nú enn
nakrantið fyrr, hvussu
umráðandi tað var at
sleppa burtur frá teimum
smittuberandi flugunum.
Tordu illa
at ganga
Tað var nógvur vindur, tá
vit komu niðan á røðina,
og tað var so bratt, at vit
tordu illa at ganga niður í
dalin eystarifyri. Men vit
høvdu lítið annað í at
velja. Av oynni kundu vit
ikki sleppa, tí skipið, sum
vit komu við, fór avstað
aftur beinanvegin; her
uppi á fjøllunum kundu vit
ikki vera, tí her var ov lítið
til matna, og venda aftur
til flugurnar og sárini vildu
vit ikki. Vit máttu halda
leiðina fram og klintraðu
so niður i dalin eystanfyri.
Longri niður vit komu,
tess hugnaligari og vakrari
gjørdist. tað. Sólin kom
fram millum pálmarnar, og
eitt frískt lot lá inni av
havinum. Niðri i dalinum
sóust nakrar smáttur, og
ein maður, sum sá út til at
vera nakin, kom rennandi
móti okkum millum trøini.
Blíðskapur
Tei Tetua rann imóti okk-
um líka lættliga sum ein
fjallageit. Hann var veður-
bardur og sólbrendur og
hevði ikki onnur klæði enn
eitt lendaklæði. Tá eg
rætti honum hondina,
flenti hann og bar seg at
sum eitt barn, ið er ov
smæðið til at siga nakað.
Tað sá út, sum hann ikki
var førur fyri at siga nakað
eftir at hava livað í einsemi
í so nógv ár.
- Etið svínakjøt, segði
hann at enda. Tá vit hava
etið alt, eta vit høsn, og tá
vit eru liðug við tað, so eta
• vit aftur svínakjøt.
Tað var týðuligt, at
hann við hesum orðum
vildi vísa okkum blíðskap.
Og vit sótu til seint út á
kvøldið kring eitt bál við
stórum kjøtstykkjum í
hondini og ótu. Tætt við
tann gamla mannin sat
Tahia-Momo, gentan, sum
hann hevði tikið til sin.
Hon var ikki vaksin enn og
ógvuliga vøkur. Hon sat
hugtikin og lurtaði eftir
hvørjum orði, sum sagt
varð.
- Blívið verandi her,
bønaði hann okkum. Her í
dalinum er nógv frukt.
Nógv kjøt. Hvønn dag
skulu tit fáa kjøt at eta.
Og lotið er frískligt.
Liv og eg lovaðu, at vit
skuldu verað her i dalin-
um, og Tei og tann lítla
Tahia-Momo
Tahia róptu av gleði og
lovaðu okkum, at vit
skuldu fáa góðar dagar
her. Men Tioti risti á
høvdinum.
Tioti vildi
heimaftur
- Hesin dalurin er ikki so
góður, segði hann. Her er
nógv frukt, nógv svín og
nógvur vindur, sum heldur
flugurnar burtur, men
Omoa-dalurin erbetri. Har
eru nógv hús, nógv fólk.
Nógv kopra, og nógvir
pengar.
- Tioti, segði eg, hvat
vilt tú brúka peningin til,
tá tú kanst fáa nóg mikið
at eta?
Tioti flenti og ypti øksl:
- Fyrr kundu vit gott liva
uttan pening. Men ikki nú.
Nú eru vit ikki villmenn
meira.
Ot á kvølđið fóru vit at
leggja okkum. Vit ballaðu
okkum inn í klæðir, og tað
var frálíkt at kunna leggj-
ast uttan nakran ótta fyri
mosquito-flugunum.
Brimið dunaði so hugna-
liga tætt við okkum.
í smáttuni hekk ein løg-
in trækassi niður undan
loftinum. Tað var kistan
hjá Tei Tetua.
- Gerist eg sjúkur, segði
hann skemtiliga, so krúpi
eg bara inn i kistuna og
leggi lokið á.
Tann gamli hevði eisini
grivið sær eina grøv tætt
við húsið. Hann hevði sett
ein kross við hana og gjørt
tak á.
Atti alian
dagin
Fyri okkum var hetta ein
heilt nýggjur heimur. Her
kom ongantið nakað skip,
og vit vóru so langt burtur
frá sivilisatiónini, sum vit
kundu sleppa.
Tei Tetua átti einsamall-
ur allan dalin. Vit kundu
byggja okkum eina smáttu
júst hvar vit sjálvi vildu,
og skuldu ikki gjalda
nakra leigu. Vit vóru gest-
ir í kongaríkinum hjá hes-
um gamla manninum, og
alt tað, sum hann átti,
kundu vit eisini kanna
okkum. Fyri honum var
tað ein fremmandur tanki,
at ein kundi einsamallur
eiga alt.
Vit avgjørdu, at tann
smáttan, sum vit her
skuldu hava at búgva í,
skuldi vera minni enn tann
fyrra. Hon var opin til eina
síðu, og vit 'lyftu hana so
mikið upp frá jørðini, at
vit kundu vera í friði fyri
teimum nógvu svínunum.
Tá vit vóru liðug við
hetta skuldu vit gera ein
eldstað, har vit skuldu
gera mat. Men tað vildi
tann gamli ikki hoyra um.
Vit vóru gestir í hansara
dali, og ti skuldu vit eisini
eta hansara mat. Tað ein-
asta vit høvdu við av køks-
búnyttum var ein pottur,
og hann fór avstað við
honum og har hann y vir til
sin sjálvs.
Kvinnurnar
fiska
Har var væl av fiski at fáa,
men tann gamli var ikki
nakar íðin fiskimaður.
Sum tað er so vanligt í
Polynesia, meinti hann at
tað vóru kvinnurnar, sum
skuldu útvega fiskin og ta
føði, sum tey skuldu hava
av havinum. Tann unga
gentan var ofta framvið
strondini fyri at fáa fisk.
Eitt, sum undraði okkum,
var, at hon gjørdi ongantíð
mat. Tað var altíð Tei
Tetua sjálvur, sum var
kokkur.
Vit ótu við fingrunum,
eins og hann gjørdi. Tei
var ikki bara ein blíður
maður at vitja, men hann
dugdi eisini væl at gera
mat. Høvdu vit havt ov
lítið at eta, fyrru ferðina
vit vóru á oynni, so var tað
øðrvísi hesaferð. Hvønn
dag, morgun, middag og
kvøld kom Tei ella Tahia
upp gjøgnum stigan til
okkara við mati. Hann
dugdi m.a. sera væl at
evna svinakjøt til, bakað í
bananbløðum, ella krabbar
í kokosnøtsós.
- Hasin gamli fitar okk-
um upp, helt Liv fyri við
meg ein morgunin, og væl
mundi henri hava dámt
matin, tí nú byrjaði hon at
ansa sær ikki at eta ov
nógv.
Faðirin var
mannaátari
Eitt kvøldið fór Tei at siga
okkum frá um faðir sín,
Uta, sum hevði verið tann
størsti og villasti stríðs-
maðurin har í đalinum.
Hann át sjáldan annað enn
manna’ ;øt. men hann vildi
ikki ha , a tað fekst — sum
onnur fólk ótu tað._ Nei,
hann biðaði til tað var
vorðið nakað gamalt og
bleytt, áðrenn hann settist
at skræða í seg. Eitt slag
av fruktbreyði plagdjjiann
at eta afturvið.