Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 16

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 16
Síða 16 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 MÍNMEINING Hvat heldur tú at bý- ráðið í Havn eigur at gera fyri at bøta urn veg- irnarl Karsten Clementsen, timburmaður: Vegimir í býnum em ræðuligir og í mongum førum reinar deyðsfellur. Tað, sum hevur mest at siga, er unđirlagið, og tað sær út til at vera vánaligt. Dygdin á as- faltinum er heldur ikki tann besta, og skervurin er nærmast ónýtiligur. Ivan Simonsen, skriv- stovumaður:, Tilfarið, sum verður koyrt á vegirnar, má vera ónýtiligt, tá veg- irnir ikki halda longur enn teir gera. Besta loysnin hevði ivaleyst verið at stoypt vegirnar og siðani at lagt eina slitbreyt av asfalti om- aná. maður: Tað má vera undirlag- ið, sum ger, at vegirnir eru í so ringum standi, men skal nýtt undirlag gerast allastaðni, verður hetta dýrt. Vegimir tola heldur ikki teir tungu lastbilarnar, men tað ber heldur ikki til at steðga hesi koyring. Eg vænti, at ringvegurin fer at minka um ferðsluna inni í Havnini. SPEGILS- MYNDIN Trojanski hesturin Kissinger hevur dúgliga roynt at fáa semju í Miðeystri, men hann er eisini komin við hóttanum um arabararnir skrúva oljukránan fyri. Eitt 100 ára minni Ein av teimum kendastu og sjáldsamastu monnun- um í okkara tíð er Albert Schweitzer, sum vígdi meginpartin av lívi sinum til at virka sum lækni í Afrika. Hóast tað stóra arbeiðið, hann gjørdi, var hann ikki ein maður, sum virkaði fyri javnrættind- um millum fólkið í Afrika, og tey seinnu árini harð- naðu atfinningarnar at honum. T.d. skrivaði eitt blað í Vesturafrika eina grein um hann, tá hann var vorðin gamal, undir yvirskriftini «Gamli hviti maður, far heimaftur». Hann var kendur teolog- ur, ein frálíkur urguspæl- ari, og kortini endaði hánn sum lækni í Gabon, sum var ein partur av tí franska Ekvatorial-Afrika. Hann var føddur í El- sass, sum er ein landslut- ur, ið hevur liðið nógv undir kríggi millum Frak- land og Týskland. Faðir hansara var prestur, og đrongurin kom á universi- tetið i Strasbourg, har hann las gudfrøði og søgu. Tað er sagt um Albert Schweitzer, at tá hann var 21 ár, lovaði hann, at hann skuldi víga sítt lív til list og vísind, til hann var 30, og so skulđi hann brúka restina av lívinum til at lætta um líðingarnar hjá fólki. Hann fekk útbúgving sum lækni og í 1913 giftist hann við eini sjúkrasystur og fór til Afrika. Hann bú- settist nakað inni í land- inum við Ogowe-ánna, og fyri sínar egnu pengar gjørdi hann eitt sjúkrahús. Staðið, har hann setti sjúkrahúsið, kallaðist Lambarene. Hetta stigið hjá honum at fara til Afrika fekk nógva umtalu, og hann gjørdist ein ógvu- liga kendur maður. Tað er sagt um hann, at hann helt ikki júst so ógvuliga nógv um teir inn- Framhald frá bls. 7 ' ' ^ frá 1961 vóru árgangimir vánaligir, men mønusting- in fekk stovnurin av tí, at norðmenn fiskaðu so nógv av smásild og feitsild í 1963 og 1964. Hetta gjørd- i, at teir báðir árgangimir so at siga ongantíð komu út av teimum norsku firð- unum. Gýtingarstovnurin á víðum havi, sum m.a. var grundarlagið fyri fiski- skapinum í Norskahavi, minkaði tí so. nógv, at fiskiskapurin mátti halda uppat. Nú er stovnurin við at koma fyri seg aftur. Fiski- føddu, tað var ongantíð nakar littur lækni ella sjúkrasystur, sum ar- beiddi á sjúkrahúsinum hjá honum, men fólk løgdu ofta nógv fyri og ferðaðust langar leiðir fyri at fáa viðger fyri sínar sjúkur hjá honum. Hann helt heldur ikki nógv um ta nýggju tíðina og nýmótans út- gerð, men hann bleiv meira og meira umtalaður, og fekk fleiri heiðurslønir, í 1952 nobelfriðarheiðurs- lønina. 1 síðstu viku vóru liðin 100 ár, síðani hann var føddur, og tað em nú 10 ár síðani hann doyði. frøðingar hava fylgt við 1969-árganginum, sum gýtti á teimum vanligu sildaleiðunum í fjør. Teir hava eisini fyri fyrstu ferð í nógv ár sæð sildayngul í Barentshavinum. Nøkur ár aftrat Men enn er tann norski sildastovnurin veikur. Um so er at árgangurin frá 1974 er góður, kann fiskiskapurin eftir hesi sild byrja aftur um eini 4—5 ár — ella síðst í sjeytiárun- um. LEYST OG FAST Koyrdir út Konservativi flokkurin í Danmark er nú blivin ov lítil til at hava eitt stórt floksrúm. í meira enn ein mansaldur hev- ur flokkurin havt sama høliá 2. sali i fólkating- inum við útsýni yvir slotsplássið og Holm- ens kirke. Longu eftir valið í desember 1973 varð nevnt, at rúmið var ov stórt til teir 16 fólka- tingsmenninar, men onki hendi. Nú hevur flokkurin bert 10 limir og er koyrdur út. Floks- rúmið skal nýtast sum fundarhøli. Tikararnir nørast Talið á tikarum og pantarum í indiska landslutinum Uttar Pradesh er næstan tvi- faldað eftir fáum árum. Verjumálaráðharrin í Uttar Pradesh sigur, at tað eru umfatandi verj- utiltøk, sum hava fing- ið tikararnar og pantar- arnar at nørast aftur. Bæði hesi djórasløg vóru við at doyggja út í Uttar Pradesh. Pappír til Portugal Svøríki hevur givið 90 tons av pappíri til at nýta í sambandi við tað fyrsta fría valið i Port- ugal í næstan eina hálva øld. Pappírið skal brúkast til atkvøðuseðl- ar. Gávan er ætlað sum ein svenskur stuðul til at styrkja tað nýggja demokratiið i Portugal. Verjir seg sjálvan Amerikanski varafor- setin Nelson Rockefell- er hevur avgjørt, at hann skal sjálvur — við teimum nógvu miljón- unum, hann eigur — gjalda kostnaðin av verjuni av húsum hans- ara í Maine, í West- chester County, í New York og í Washington. Rockefeller vil við hesum fyribyrgja, at al- menningurin fer at finn- ast at honum fyri at brúka almennan pening til verju av privatum ognum. Tað varð ikki væl dámt, at Nixon læt FBI — fyri ríkisins rokning halda vakt utt- an fyri hús hansara í Key Biscane og San Clemente. Funnu tjúgu biskupar Vesturtýskir fornfrøð- ingar hava funnið grav- irnar av 20 erkabiskup- um undir gólvinum í St. Petri kirkjuni í Bremen. Gravirnar eru frá 9. ti! 13. øld og allir bisparnii eru ilatnir bispabúnar, sum eru væl varðveitt- ir. Tað var av tilvild, at fornfrøðingamir komc fram á gravirnar. Teii leitaðu eftir gmndini a\ tí elstu kirkjuni har á staðnum, tá teir funnt gravirnar. Tingast um sáttmála Tann kendi bretski fót bóltsleikarin, Georg< Best, sum fyri tveimun ámm síðani fór burtur úr Manchester United hevur nú samráðinga) við eitt amerikanski felag um ein sáttmála Semja er um allai spumingamar uttai prísin. George Best vi hava 100.000 dollara; fyri eitt kappingarár. wmmmi mmmmmmmmaKa 9

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.