Tíðindablaðið - 24.01.1975, Síða 1

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Síða 1
Tíðindablaðið Telefon 1 48 49 Tað verður torførari at fáa koyrikort Síða 8 Nr. 6 - 2. árg. - leysasøla 2,00 Ikki heimild at taka støðu í málinum Fríggjadagur 24. januar 1975 Samráðingarnevndin fyri Meginfelag Útróðr- armanna hevði mikudag- in aftur ein fund við landsstýrið, og ein limur í nevndini, Adolf V. Hansen, sigur, at lands- stýrið fløkir alt málið upp í ein ellubita. Mánadagin legði sam- ráðingarnevndin eitt uppskot fyri landsstýr- ismannin í fiskivinnu- málum, har mælt var til at landsstýrið saman við fíggjarnevndini ásetti nýggjar hægri avreið- ingarprísir. Har varð m.a. mælt til, at prísurin á stórum toski verður settur til 3,80 (nú er prísurin við studningi 3,50). Nevndin skjeyt m.a. upp, at prísurin á millumfiski og hýsu skal verða 3 krónur. Eftir veiðutølunum fyri tey tvey undanfarnu árini metti samráðingar- nevndin, at hesin prís- munur fyri februar og mars fór at vera millum 5 og 8 miljónir. Á fundinum við lands- stýrið mikudagin skjeyt landsstýrið upp at av- marka eina møguliga fyribils hjálp til bátar og manning undir eina á- vísa stødd, ella bara til línu- og snelluveiðu, men hetta vildi samráðing- arnevndin hjá útróðrar- monnunum ikki góð- taka. Landsstýrið lovaði at leggja málið fyri tingið, og nevndin hjá útróðrarmonnunum kravdi, at tingið varð samankallað í seinasta lagi í dag. Men hetta vildi landsstýrið ikki. Samráðingarnevndin sigur, at harvið hevur landsstýrið havnað upp- skotinum um eina brá- feingishjálp. Løgmaður sigur, at landsstýrið má hava tíð til at fáa til vega hag- frøðisligt tilfar og at fáa tøl til vega, sum lýsa støðuna hjá bátunum. Landsstýrið er ikki lið- ugt at viðgera uppskotið um hægri avreiðingar- prísir, sum eru væl hægri enn teir galdandi prísirnir, sigur hann. Landsstýrið hevði fund seinnapartin í gjár, og tá var málið møguliga til viðgerðar. Takrennur innandura í Vestur- kirkjuni Frá venjingini av Jákup Sibba Fara nú undir ein nýggjan føroyskan leik 6 sjónleikamanuskript komin inn til kapping Varðans í næstu viku fer Havnar sjónleikarfelag at hava fyrstu framførslu av tveimum leik- um. Ætlanin var, at fyrsta- framførsla skuldi vera í ann- aðkvøld, men hetta var út- sett av tí at ein av leikarunum var sjúkur. Tá hesin leikurin er liðugt- spældur, verður' farið undir venjingar av einum nýggjum føroyskum leiki. Hetta er ein av teimum leikunum, sum inn eru komnir til kapping- ina, sum Varðin hevur út- skrivað. Lesið samrøðu við Eyðun Johannesen ásíðu4 Innan líkist Vesturkirkjan mest einum bambus- | skógi Arbeiðið uppá Vestur- kirkjuna hevur mestsum ligið stilt hesar seinastu mánaðarnar, orsakað av lekum í takinum. Nú eru arbeiðsløg sett upp inn- andura, og arbeitt verð- ur við at tætta lekarnar innanífrá. Eitt lag av ar- meraðum plastikki verð- ur sett upp undir tróðrið, við einum tómum rúmi ímillum tróðrið og plas- tikkarmeringina uppá einar fimm sentimetrar. Vatnið, sum kemur inn. skal so renna eftir hesum plastikklagi, inn undir væðingina, haðani tað verður leitt burtur. Utt- aná hesa plastikkarmer- ing skal so isolerings- tilfar leggjast tvær ferð- ir, áðrenn loft verður sett upp undir tróðrið. Lekarnir eru størstir í torninum, men annars lekur í støðum um alt takið. Tað er enn óvist, nær hetta arbeiði verður liðugt, so snikkaraar- beiðið kann byrja.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.