Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 4

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Qupperneq 4
Síða 4 TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 Fyrstadags- konvoluttar Havnar hornorkestur hevur fingið fatur á nøkrum fyrstadagskon- voluttum til nýggju før- oysku frímerkini. Konvoluttarnir hava sera snotiligar myndir, ið samsvara við frí- merkini. Har eru tveir konvoluttar við mynd- um eftir Ásmund Poul- sen, tríggir við máln- ingum eftir Eyvind Mohr, Ruth Smith og Samuel Joensen-Miki- nes, og tríggir við kort- um eftir Abraham Or- telius og úr bókini «Faroæ et Faroa reser- ata» eftir Lucas Debes. Hesir konvoluttar verða seldir frá í dag og kosta 6 krónur fyri sett- ið við átta konvolutt- um. Fólk kunnu so sjálvi seta frímerkir á og fáa tey stemplað á posthúsinum í Havn 30. januar. Við tað at tað eru fleiri frimerkir enn kon- voluttar verður mælt til, at frankerað verður soleiðis: merkini við málningum verða sett eitt á hvønn konvolutt, merkini við myndum hjá Ásmund Poulsen verða sett tvey og tvey, 50 og 90 oyra merkini verða sett á konvoluttin við kortinum frá 1595, meðan 10, 60, 80 og 120 oyra merkini verða sett tvey og tvey á konvo- luttin við mynd av kortinum frá 1684. Fyrstadagskonvo- luttar hava stóran samlaraáhuga. Bílegg- ingar av teimum eru komnar úr øllum herð- aðshomum, og s^rliga stómr er áhugin í USA. Orsøkin er tann, at samlarar nú hava møg- uleika at samla merkir frá einum landi líka frá fyrsta frímerkinum av', og eisini møguleika at eiga fyrstadagskonvol- uttar við øllum frí- merkjunum frá hesum landi. Hetta er so at siga ikki møguligt við nøkrum øðrum landi. Konvoluttarnir em prentaðir hjá Frits Nev- e í Odense, sum prentar fyrstadagskonvoluttar til øll nýggj donsk frí- merki og annars konvo- luttar til frímerki úr norðurlondum. Ebenezer Bíbliuflokkur er í kvøld kl. 20.30. Evangeliskt møti sunnudagin kl. 18 og sunnudagsskúli kl. 12. NÝTT ÍDAG Gudstænastur Eivind Vilhelm vara- biskuppur hevur guds- tænastu í Havnar kirkj- u sunnudagin kl. 11. T. Beder hevur guds- tænastu i Fuglafirði sunnudagin, J. Follend hevur gudstænastu á Glyvmm. K.O. Viderø verður í Øravík kl. 12 og í Fámjin kl. 18. Kjartan Mørkøre hevur gudstænastu í Kaldbak Salomon Joensen verð- ur í Hvannasundi, Mar- tin Restorff Jacobsen verður í Vági kl. 12 og í Hovi kl. 18. Høgni Poulsen hevur guds- tænastu í Miðvági og Petur Martin Rasmus- sen hevur gudstænastu við Gjógv kl. 12 og á Eiði kl. 18. Frelsunar- herurin Seinasta møti í hesi møtirøðini verður í kvøld kl. 20. Loytn Oskarson og frú syngja og tala. Kl. 19.30 verður bøn- armøti og kl. 21.45 møti á Vaglinum. Evangeliihúsið Evangelisk møtir verða i kvøld og leygarkvøld- ið kl. 20. Sunnudagin verða evangelisk møtir kl. 11 og 18. Egil Eberson trúboðari úr Noreg talar. Sunnu- dagsskúli verður kl. 14. Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14 og møti kl. 19. Hættisligt at fara út Bretski skiparin George Sandercock hevur mælt myndugleikunum til at lata allar sjómenn vita, at teir eiga ikki at fara í býin í amerikanskum havnum um kvøldið ella á náttartíð. Orsøkin til hesa áheitan er, at ein av manningini á skipi hans- ara varð myrdur í Nor- folk í Virginia. George Sandercock sigur, at tað er altíð hættisligt at fara út'um kvøldið í amerik- anskum havnabýum, og at tað átti at verið for- boðið sjómonnum at far- ið í land í myrkri. Føroyskur sjónleikur arbeiðir undir trongum umstøðum - Men vit hava fitt av góðum leikarum at velja í, sigur Eyðun Johannesen - Teir báðir leikirnir, sum Havnar sjónleikarfelag í næstu viku byrjar at fram- íøra eru á mangan hátt tveir ólíkir leikir, men kortini líkjast teir í vissar mátar, sigur Eyðun Joh- annesen. - Meðan Jákup Sibbi eftir Hans Dalsgaard er ein leikur, sum fer fram á bygd, fer Ánanias eftir ís- lendingin Jøkull Jacobsen fram í einum býi. Teir eru eisini ólíkir á annan hátt, men báðir hava teir eini gomul hjún til høvuðs- persónar, sum standa meira og minni uttanfyri samfelagið, og sum ikki duga at vera sær sjálvum nóg mikið. I Ánanias livir maðurin í dreymum um eina farna tíð, meðan mikstururin frá læknanum er tað einasta, sum kann' geva .konuni nakað lívs- innihald. Velur mest eftir útsjónd I Jákup Sibba eru 11 leik- arar og í hinum fýra. - Hevur tú nógv fólk i at velja til at spæla sjónleik? - Her í Havn hava vit altíð eini 20 fólk í at velja, sigur Eyðun Johannesen, sum er leikstjóri. - Verða møguleikamir við hesum fólkum ikki nógv avmarkaðir, av tí at tað er eitt mark fyri, hvørjar leiklutir tey kunnu hava? - Tað er natúrligt, at hvør hevur síni mark. Ein kann t.d. finna ein skemt- ileikara, sum bert kann hava skemtiligar leiklutir, men eg haldi, at tað ber illa til at siga, at okkara leik- arar ikki spenna vítt. Tó hava amatørar sjálvandi ikki tann sama møguleika at umskapa seg sum pro- fessionellir sjónleikarar. Við amatørleikarum er tað meira soleiðis, at ein velur leikarar eftir útsjónd fyri at seta teir í teir leiklutir, sum teir hóska best til. - Av teimum eldru leik- arunum, sum bert hava lært við at spæla sjónleik, hava vit fitt av góðum fólki at velja burturúr. Men tað eru fleiri av teim- um eitt sindur eldru, sum halda seg aftur og meina, at teir eiga at lata tey yngru sleppa framat. Hetta ger, at tað er eitt hol í aldursbólkinum frá 40 ár og nakað uppeftir. í hesum aldursbólkinum vantar okkum serliga kvinnuligar leikarar. - Koma vit til tað yngra ættarliðið, eru tað harí- móti kvinnurnar, sum eru við yvirlutan. Av yngri fólki taka vit bara tey við, sum hava verið á sjónleik- araskeiði, tí tey eru tá betri før fyri at arbeiða meira sjálvstøðugt. Má velja og vraka - Tekur tað langa tíð at velja fólk til leiklutirnar? - Tú lesur ein leik fleiri ferðir ígjøgnum og metir um, hvørjir møguleikar ið eru. Tú hugsar alla tíðina um teir leikarar, sum tú hevur at velja ímillum. Vi- Jákup Sibba hugsaði eg mær í fyrstuni ein annan persón til at leika Jákup Sibbi, men hann bar seg undan. So valdi eg Óla Kurt, sum eg eisini hevði hugsað um, men tað er greitt, at leikurin hevði verið ein annar við einum øðrum høvuðsleikara. Tað er neyðugt at instruera leikin og leggja hann til rættis eftir leikarunum. - Tað kann eisini verða avgerandi fyri, hvussu ein leikur verður, hvør tað er sum instruerar hann. Am- atørar hava aloftast eina ógvuliga stóra virðing fyri manuskriptinum, meðan tann professionelli brúkar manuskriptið sum eina beinagrind, ið hann byggir leikin á. Tað kann sigast soleiðis, at sjálvt manu- skriptið er tann parturin av ísfjallinum, sum sting- ur uppundan, men har er nógv undir vatnskorpuni, sum ikki sæst. Ein væl- skrivaður sjónleikur hevur ein hóp av møguleikum, men allir kunnu teir ikki fáast við, tú mást velja og vraka. - Jákup Sibbi er ein skemtiligur leikur, og høv- uðspersónurin er ein látur- ligur persónur, men hetta er ein leikur við nógvum møguleikum, og tað er nógvastaðni, at ein kann fara longur niður í evnið og leita nakað fram, sum ligg- ur aftanfyri. - Vit spæla leikin sum ein skemtileik, men tað er nakað syrgiligt yvir hon- Eyðun Johannesen: - Ein vælskrivaður sjónleikur hevur nógvar møguleikar, men allir kunnu ikki fáast við um, og vit hava roynt at geva leikinum ein brodd. Savna alt tilfar Eftir at hava virkað í Føroyum í fleiri ár, fór Eyðun J ohannesen til Danmarkar í 1970 og kom aftur fyri hálvumøðrum ári síðani. Hann er settur í starv lutvís av landsstýr- inum sum ráðgevandi við- víkjandi sjónleiki, og lut- vís av sjónleikarfelagnum sum leikhúsleiðari. - Hetta er ov nógv arbeiði til ein mann, um nakað munagott skal kom- a burturúr. Eg kann illa sjálvur vera leingi úti á bygd og leggja fólki har lag á. Eg fái ofta fyri- spurningar frá feløgum, sum ætla at framføra sjón- leik, um hvat tilfar, ið finst. Mítt arbeiði er eisini at fáa til vega nýtt tilfar og fáa útlendskar leikir um- settar. - Landsbókasavnið ar- beiðir við at gera eitt savn við øllum tí tilfari, sum finst á føroyskum, og eg geri eitt yvirlit, sum eisini i stuttum greiðir frá inni- haldinum í teimum ymsu leikunum. - Finst nógv tilfar á føroyskum? - Nakað finst, men nógv av tí er nokkso krevjandi. Eg haldi, at tað er mest tørvur á slíkum tilfari, sum óroyndir sjónleikarar kunnu fara undir. Nógv av ti gamla føroyska tilfar- inum er so nógv spælt. - Tað eru nógvir leikar- ar, sum ikki vilja spæla sjónleik, tí teir fáa onki burturúr, sjálvt um hetta er sera tíðarkrevjandi. Føroyingar hava goldið nógv til danir, sum koma henda vegin at framføra sjónleik. Nú hendi tað fyri stuttum, at føroyskir stovnar hava goldið fyri framleiðsluna av eini danskari tourne, sum eftir at hava verið her, eisini skal ferðast kring Dan- mark og harvið stuðla danskan sjónleik, meðan okkara egnu leikarar onga samsýning fáa. Seks uppskot komu inn - Er tað annars nakað annað tú arbeiðir við? - Eg havi nú í eina tíð arbeitt við at dramatisera tvær føroyskar skaldsøg- ur: Feðgar á Ferð eftir Heðin Brú, og Degnings- vindar (Blæsende Gry) eft- ir William Heinesen. - Hvat verður tað næst- a, tit fara at framføra? - Vit kundu spælt ein hóp av útlendskum tilfari, men eg haldi, at høv- uðsdenturin eigur at leggj- ast á føroyskt tilfar. Tað føroyska tilfarið nýtist ikki at umarbeiðast fyri at kunna framførast her hjá okkum, og tað var fyri at fáa slíkt tilfar til vega, at Varðin útskrivaði eina kapping um sjónleikir. Henda kapping hevur giv- ið tað úrslit, at seks manu- skript eru innkómin. Tíð- arfrestin er úti 1. februar. Tann næsti leikurin, sum vit fara at framføra, verður ein av teimum, sum komu inn til hesa kapping, men enn verður onki upplýst um, hvør hevur skrivað ella hvat leikurin snýr seg um, sigur Eyðun Johanne- sen.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.